Tíðindi

Ungdómstingið gyltur møguleiki hjá skúlanæmingum

Seinasta freist at senda uppskot inn til Ungdómstingið er hósdagin 18. nov. 2021.

12.11.2021

Ungdómstingið er ein gyltur møguleiki hjá skúlanæmingum veruliga at royna, hvussu løgtingið arbeiðir. Uppgávan hjá fólkaskúlanum er at búgva næmingarnar til at liva og virka í einum fólkaræði. Næmingarnir skulu búgvast til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. 

Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði, og við ungdómstinginum fáa næmingarnir høvi at gera vart við síni sjónarmið og møta øðrum hugsanum.

Ungdómstingið hevur eisini víst sítt virði við at uppskot, ið fyrst vóru løgd fram í ungdómstinginum, seinni eru løgd fram og samtykt í løgtinginum, og næmingar, ið fyrst hava roynt seg sum ungdómstinglimir, seinni eru vorðin politisk virkin.

Ungdómstingið verður í Løgtinginum 7. og 8. februar 2022, og tá kunnu næmingarnir royna seg sum løgtingslimir við orðaskifti í tingsalinum, viðgerð í nevndunum og atkvøða fyri ella ímóti uppskotum.

Tað verður spennandi at fylgja við ungdómstinginum, og at síggja, hvørji uppskot verða løgd fram.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.