Tíðindi

Ungdómstingfólk seta dagskránna

Mána- og týsdagin manna 32 ungfólk sessirnar í tinginum. Evnini, tey fara at viðgera í ungdómstinginum, røkka víða – frá heitari máltíð í skúlanum og ókeypis flutningi í sambandi við setursskúla, til harðari revsing fyri neyðtøku og bann fyri sølu av tubbaki.

02.02.2024

Næmingar í Eysturskúlanum hava uppskot til samtyktar um at tryggja matarskipan til skúlabørn í 1. til og við 3. flokki. Tey fýra, Karina Hentze, Maria Ivalu Súnadóttir, Ása Thorkildshøj og Poulina Bjarnastein Restorff heita á landsstýrið fyrireika og leggja fram lógaruppskot, sum tryggjar øllum skúlabørnum í 1. til og við 3. flokki eina heita og heilsugóða máltíð hvønn vanligan skúladag í skúlaárinum.

Næmingar í Skúlanum á Fløtum eiga uppskot um at gera broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan. Báraldur Nolsøe Martinsson, Jónathan Arni Joensen og Fríða Briansdóttir Gjógvará skjóta upp at lækka av dagligu undirvísingartíðina hjá næmingum í 8., 9. og 10. floksstigi.

Næmingar í Runavíkar Kommunuskúla hava uppskot um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti. Dávid Højgaard og Tóri Petersen skjóta upp at hækka barnafrádráttin.

Næmingar í Sandoyar Meginskúla heita á landsstýrið um at at kanna møguleikarnar fyri, at allar kommunur skulu veita tilboð til ungdóm og at leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi, t.d. um ungdómshús í øllum bygdum, har meira enn 500 fólk búgva. Tað eru Martin Djurhuus Hentze, Jógvan Pauli Poulsen, Ró Højsted og Bára Vestergaard, ið eiga uppskotið.

Næmingar í Tofta skúla heita á landsstýrið um at kanna møguleikan fyri,  at  bussarnir  hjá  Strandferðsluni kunnu koyra longri út á kvøldið og um næturnar í vikuskiftunum og leggja frágreiðing um hetta fyri Løgtingið. Tað eru Miriam Kass Kristiansen, Ednar á Sondum, Petur Aron í Grógv og Maia Jóhansdóttir á Lakjuni, sum eiga uppskotið.

Næmingar í Skúlanum við Streymin hava uppskot um ókeypis ferðing í sambandi setursskúla, bæði sjóvegis og landvegis. Tað eru Ári Rúnason Mohr, Kristian Martin Sørenarson, Adrian Rúnason Mortensen og Sissal Høgnadóttir Tungá, ið eiga uppskotið.

Næmingar í Fuglafjarðar skúla heita á landsstýrið at kanna, hvussu kommunurnar kunnu vera við til at gagnnýta tilfeingið í nærumhvørvinum, skúlanum at frama, og leggja eina frágreiðing um hetta fyri Løgtingið. Tað eru Lý Zachariassen, Salomon Skorastein, Sigursól Einarsdóttir Jacobsen og Jórun Joensen, ið eiga uppskotið.

Næmingar í Tofta skúla hava uppskot um at minka um royking við at seta bann fyri sølu ella lata av tubbaksvørum til persónar, føddir 1. januar 2009 ella seinni. Tað eru Miriam Kass Kristiansen, Ednar á Sondum, Petur Aron í Grógv og Maia Jóhansdóttir á Lakjuni, sum eiga uppskotið.

Næmingar í Runavíkar og Tofta skúla hava uppskot um at herða revsingina fyri neyðtøku. Tað eru Naomi Pola Álvsdóttir Jøkladal og Luna Klein Joensen, ið eiga uppskotið.

Næmingar í Skúlanum á Fløtum heita á landsstýrið um at raðfesta lærubøkur á føroyskum á miðnámi og at leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi. Tað eru Turid Elkjær, Hansina Ólavsdóttir Hansen og Clara Victoria Rakulardóttir við Skipá, ið eiga uppskotið.

Ungdómstingið byrjar mánamorgunin klokkan 10, og skráin sæst her:

https://ung.logting.fo/hvat-hendir-i-logtinginum/logtingid-beint-nu/dagsskrain/


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.