Tíðindi

Ung ganga mest upp í burðardygd og djóravælferð

Hvønn hugburð hava fólk til mat, burðardygd, nýggjan mat og tilsetning í mati? Granskarar hava fingið nógv svar.

13.01.2023

Nógv er gott, men tað er eisini nógv, sum ikki er nóg gott við matarskipanini hjá okkum – frá framleiðslu, flutningi, umsetningi og nýtslu – heldur Eva Falch, granskari við Institutt for bioteknologi og matvitenskap á NTNU í Noregi.

Granskarar við NTNU, Sintef og Høgskolen á Vesturlandinum hava í samstarvi roynt at fáa eina mynd av, hvønn hugburð fólk hava til mat, burðardygd, nýggjan mat og tilsetning, tað vil siga tað, sum verður latið í mat fyri at fáa hann at halda longri og fyri at geva ávísan smakk. 40 fólk í aldrinum 20-55 tóku lut í kanningini.

Hvussu brúkarin hugsar og ber seg at

Samrøðurnar frá kortleggingini vísa, at fólk ganga meiri og meiri upp í burðardygd. Eva Falch sigur, at vit vita frá fyrr, at kvinnur eru meiri tilvitaðar enn menn um sunnan mat.

– Tey, sum ganga mest upp í burðardygd og djóravælferð, er tað unga ættarliðið. Tey ungu eru meiri opin fyri nýhugsan og nýggjum matvørum, og tey siga, at tey hava stóran vilja at broyta matvanar.

– Vit royna at fáa betri innlit í, hvussu brúkarin hugsar og ber seg at, til dømis er tað lætt at fáa brúkaran at keypa eina vøru eina ferð. Avbjóðingin er at fáa hann at keypa vøruna aftur og broyta vanar. Tí mugu vit skilja brúkararnar betur, sigur hon.

Orð á matin hevur týdning

Samrøðurnar vísa, at brúkararnir ganga høgt upp í burðardygd, men at teir vita lítið um, hvat burðardyggur matur er. Fólk vilja hava meiri gransking og álítandi vitan, so tey verða kunnað betur, og kunningin skal helst á tí, sum maturin er pakkaður inn í.

– Orð og úttrykk hava týdning. Tá vit tosa við brúkararnar, fáa vit ikki negativar reaktiónir um tilfarið, sum vit gera matin burtur úr, um vit brúka onnur orð. Fiskarestir ljóðar betri enn fiskaslógv. Myndir og søguforteljingar hava týdning – men eitt snøgt navn er ikki nóg gott.

– Fokusbólkarnir hava lært okkum, at brúkararnir eru ivasamir um tað, vit siga, at maturin er. Um tað verður fjalt út yvir upprunan, er ein søga í miðlunum nóg mikið til at beina fyri vøruni – um brúkararnir ikki góðtaka upprunan, sigur Falch.

Hvat góðtekur brúkarin?

Granskararnir hava eitt nú hugt at, hvønn tilsetning brúkarin góðtekur í matvørum.

– Fólk eta ov lítið av fiski og fáa ikki viðmældu nøgdirnar av omega-3 feittsýrum. Vit skrásettu, at fokusbólkarnir eitt nú góðtóku, at fiskavørur við lítið av fiskaolju, til dømis fiskakøkur, kundu fáa omega-3. Tað sama var galdandi fyri ymsar aðrar vørur.

Í samstarvi millum Sintef Ocean og Sintef Industri verða protein frá fiskaskræðu og fiskaslógvi útvunnin, sum annars verður beint burtur. Fiskaoljan, sum inniheldur omega-3 feittsýrur, kemur eisini frá fiskaslógvi.

Proteinini verða brúkt til at kapsla fiskaoljuna inni og verja hana ímóti lukti og smakki og øðrum broytingum, sum vit ikki vilja hava. Málið er bæði at gagnnýta fiskin meiri og virka við til betri fólkaheilsu.

– Hóast hetta virkar væl, er tað umráðandi, at brúkarin góðtekur, hvat úrdrátturin er gjørdur burturúr. Vegetarar, og serliga veganarar góðtaka ikki fiskaolju sum heild. Verður fiskaolja sett til plantugrundaðan mat, merkir tað, at veganarar ikki longur vilja eta matin. Men um omega-3 verður brúkt úr mikroalgum, góðtaka veganarar matin, sigur Eva Falch.

Vit beina ein triðing av øllum mati burtur

ST hevur sett sum mál at minka matoyðsl við eini helvt; matoyðsl telur seks prosent av veðurlagsútlátinum. Men ein triðingur av øllum mati verður fyribeindur.

– Í veruleikanum er missurin størri. Nógv, sum verður beint burtur, hevur ikki verið ætlað sum matur. Hetta kann verða gagnnýtt í matframleiðslu, djórafóðuri og tøðum. Á henda hátt gagnnýta við alt í eini ringrás.

Falch sigur frá, at matoyðsl eisini virkar við til, at matur verður dýrari at keypa, at vit brúka meiri orku og vatn enn neyðugt, og at vit misnýta jarðarlendi og lívfrøðiligt margfeldi fer fyri skeytið.

– Tíbetur eru vit nú á døgum meiri tilvitað um matoyðsl, sigur granskarin.

Annar umsetningur

At keypa mat beinleiðis frá bóndum, bóndagørðum, marknaðum og aðrastaðni er vorðið vanligari. Um brúkarin lagar seg til mat, sum hoyrir árstíðini til, fer tað at minka munandi um matoyðsl og spara orku, sigur Falch.

Hon vísir á, at umsetningur er treytaður av nøgdum og standardum. Í hvussu stóran mun vit kunnu gagnnýta framleiðsluna er treytað av, at brúkarin væntar, at maturin altíð er tann sami.

ES ásetir treytir fyri djóravælferð

Djóravælferð er eisini partur av burðardyggum matarskipanum. Falch sigur, at NTNU fylgir væl við menningini av nýggjum regluverki fyri djóravælferð, sum ES er í gongd við. Regluverkið fer at hava avleiðingar fyri bøndur um okkara leiðir eins og sláturvirkini.

ES er eisini í gongd við at gera eina felags evropeiska merkjaskipan, sum Falch roknar við fer at koma í staðin fyri ymiskar merkjaskipanir, sum eru í dag.  

Ætlanin hjá ES er, at brúkarin skal taka tilvitað val, og at brúkararnir fáa eitt størri úrval av sunnum vørum at velja ímillum.

ES ætlar at gera merkingar fyri føðsluvirði, uppruna, dagfesting og burðardygd. Fyrsta stigið er at gera merkingina fyri føðsluvirði.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni