Tíðindi

Undranarvert at fleiri treytir ikki verða sett teimum, sum vilja verða lærari

Tá ið vit hugsa um, hvussu leingi børn eru saman við námsfrøðingum og lærarum, so skylda vit teimum, at tey røttu verða tikin inn á útbúgvingina. Tað sigur Súsanna Olsen, samskipari av útbúgvingini í námsfrøðiligari leiðslu

30. mars 2020

Ein natúrlig avleiðing av, at lærarar og skúlastjóra útbúgva seg í námsfrøðiligari leiðslu, er, at upptøkan til læraraútbúgvingina fer at verða broytt. Tað heldur Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum og samskipari av útbúgvingini í námsfrøðiligari leiðslu. Súsanna Olsen heldur ikki, at nóg nógv fyrilit verða tikin, tá ið fólk verða tikin upp til læraraútbúgvingina.

- Skalt tú føra skip, krevst siglingartíð, tú skalt hava trygdarskeið, og tú skalt hava váttan frá lækna, at tú lýkur krøv og treytir, sum læknar seta og so framvegis. Skip er eitt deytt ting, sum skal føra farm ella fólk úr einum staði í annað. Tað er fjart frá tí relatiónsarbeiði, sum ein lærari og námsfrøðingur gera. Tá ið tú veitst, hvussu umráðandi arbeiðið, ið lærarar og námsfrøðingar gera, so er tað undranarvert, at tað ikki verða settar fleiri treytir til umsøkjararnar. Vit vita, at nøkur lesandi gevast tíðliga ella miðskeiðis í útbúgvingini, kanska tí at tað ikki var tað rætta fyri tey. Námsfrøðiliga leiðsluútbúgvingin fer at gera, at skúlaleiðslurnar fáa onnur eygu á tey, sum koma í starvsvenjing. Men tað er eisini neyðugt at hyggja nærri at treytunum fyri upptøku; onkursvegna haldi eg, at tað er ov lætt at verða tikin upp. Tá ið vit hugsa um, hvussu leingi børn eru saman við námsfrøðingum og lærarum, so skylda vit teimum, at tey røttu verða tikin inn á útbúgvingina; tað er so sera umráðandi, at tey, sum eru um børnini, eru skikkað at gera tað, tey skulu gera.

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.