Tíðindi

Undirvísing í føroyskum fyri deyv og tunghoyrd høga raðfesting

Deyvafelag Føroya hevur ført fram ynski um at skipa undirvísing fyri deyvum og tunghoyrdum

12.11.2020

Í viðmerkingunum til løgmansrøðuna undir Børn og ung við serligum tørvi stendur, at gongd er komin á arbeiðið  at gera undirvísingartilboð á 9. floks stigi til tey, sum eru deyv og tunghoyrd. Vit hava spurt landsstýrismannin við skúlamálum um tilboðið.

- Deyvafelag Føroya hevur ført fram ynski um at umskipa virksemið hjá Deyvafelagnum. Uttanríkis- og mentamálaráðið samskiftir við felagið um, hvussu farast skal fram. Talan er um at økja um virksemið hjá stovninum, har ímillum eisini at fyriskipa undirvísingarvirksemi. Ætlanin er at hava ymisk sløg av undirvísing fyri ymsum málbólkum. Enn er ikki heilt greitt, hvussu hetta skal skipast, og hvussu raðfylgjan verður. Undirvísing í føroyskum fyri deyv og tunghoyrd hevur høga raðfesting. Møguleiki skal verða at taka fráfaringarroynd fólkaskúlans.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.