Tíðindi

Undirvísingartímatalið má niður

Úrslitið av høga undirvísingartímatalinum er so avgjørt ikki til fyrimuns fyri nakran. Heldur tvørturímóti. Arbeiðsbyrðan verður ov stór, og í ringasta føri kann lærarin fara niður við flagginum. Og tað hendir tíverri ov ofta. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

15. september 2020

Í aðalfundarrøðu míni í summar tosaði eg m.a. um undirvísingartímatalið, sum er ov høgt. Tí tað er ein sannroynd, at lærarar hava fleiri undirvísingartímar nú enn fyri nøkrum árum síðani. Í dag fær lærarin eina kjokkaða tímatalvu, má renna skjótari og samstundis liva upp til krøvini, sum eru. T.d hava lærarar í byrjanardeildini merkt tað væl, tí har fæst bara niðurskurður fyri  flokslærarauppgávuna, og tað er tað.

Tímar fyri flokslæraraarbeiði verða annars latnir soleiðis, at 4 tímar verða latnir fyri hvønn næming í 1. fl., og fyri flokslæraraarbeiði í 2. – 10. fl. verða latnir 3 tímar fyri hvønn næming um árið.

Tað vil við øðrum orðum siga, at um lærarin í grunddeildini ikki hevur nakra aðra uppgávu sum t.d lesivegleiðari, støddfrøðivegleiðari, orðblindalærari ella AKT-lærari, fær hann ikki nakran annan niðurskurð, og tímatalið kemur tá at liggja um 28 tímar um vikuna, og tað er ov høgt.

At vera flokslærari er ein krevjandi uppgávu. Tað hevur víst seg tey seinastu árini, at serliga í grunddeildini er uppgávan blivin ógvuliga víðfevnd. Tað krevur eisini sítt at vera flokslærari í eldru flokkunum, men uppgávan í grunddeildini er eitt sindur serlig. Har ger flokslærarin sjálvandi nógv burturúr at skipa soleiðis fyri, at øll fáa eina góðan byrjan og fara at trívast beinanvegin. Heldur er tað ikki óvanligt, at onkrir næmingar hava avbjóðingar av ymsum slagi, og tað krevur sum oftast samskifti við nógvar partar. Til samans blívur alt hetta ein stór uppgáva, sum krevur ógvuliga nógv av flokslæraranum.

Úrslitið av høga undirvísingartímatalinum er so avgjørt ikki til fyrimuns fyri nakran. Heldur tvørturímóti. Arbeiðsbyrðan verður ov stór, og í ringasta føri kann lærarin fara niður við flagginum. Og tað hendir tíverri ov ofta.

Tað er heldur einki hokus pokus í, hvussu undirvísingartímatalið er hækkað. Verður t.d. hugt at teiginum til ráðlegging, ber skjótt til at fáa ein góða mynd. Um tíðin til ráðlegging, eftirmeting og lærarasamstarv verður skrúvað niður á lægsta bluss, verður meira pláss til undirvísingartímar. Tíðin, tá ið lærarar høvdu 120 tímar til ráðlegging, tykist ógvuliga fjar í løtuni. Tíverri hevur gongdin heldur verið tann, at vit nærkast minsta markinum, sum er 50 tímar.

Eg haldi so avgjørt, at undirvísingartímatalið eigur at lækka, og helst er tað hjá lærarum í grunddeildini, at tað er mest átrokandi. Skipanin, har 4 tímar verða latnir fyri hvønn næming í 1. fl., og 3 tímar fyri hvønn næming í 2. – 10. fl. ger sítt, men okkurt má gerast afturat. Tað kann vera ein tillaging av verandi skipan ella kanska okkurt heilt annað.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.