Tíðindi

Umsóknarfreistin úti!

So eru vit aftur komin til ta tíðina á árinum, at umsóknarfreistin á flestu skúlunum kring landið er úti. Og hópin av lærarum, sum eru í tíðaravmarkaðum starvi, hava søkt starv. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

22.05.2017

Lærarar eru í tíðaravmarkaðum starvi av ymiskum orsøkum. Eitt nú eru lærarar í landsstýri/løgtingi í farloyvi, aðrir eru í farloyvi av øðrum orsøkum, og aftur nakrir lærarar arbeiða niðursetta tíð. Tað sigur seg sjálvt, at lærarar, sum eru í starvi fyri annan lærara, verða settir í tíðaravmarkað starv.  

Skipanin um hesi størv er eftir mínum tykki heilt av lagi. Hesir lærarar eru alt ov ótryggir í sínum starvi, og uttan mun til tað arbeiðið, teir gera og hava gjørt, verða teir noyddir at søkja starv á hvørjum ári, og fleiri teirra verða eisini bidnir um at koma til setanarsamrøðu ár eftir ár.

Á flest øllum arbeiðsplássum verða dugnalig fólk verandi í sínum starvi. Hetta er ikki ein sjálvfylgja hjá lærarum í tíðaravmarkaðum starvi. Eftir mínum tykki áttu leiðslur og fakfelag í felag at funnið eina betri loysn fyri hetta.

Tað er ikki bara ørkymlandi fyri teir lærarar, ið søkja starv. Eisini fyri fleiri okkara, ið samstarva við hesar lærarar, er hendan tíðin ørkymlandi. Vit vita ikki, um teir lærarar, sum vit hetta seinasta árið ella meir hava samstarvað við, verða í starvi komandi ár. Hetta ávirkar okkara arbeiði, og eg meti hesa loysn verða alt annað enn positiva fyri skúlan.

Eisini er ymiskt, hvussu leiðslur handfara setanina av hesum størvum. Nakrar leiðslur lata sítt starvsfólk vita í góðari tíð, at leiðslan er væl nøgd við tað arbeiðið, ið er útint, og at leiðslan ynskir, at tey halda fram í starvi komandi ár. Aðrar leiðslur taka starvsfólk til samrøðu ár eftir ár, tær úttala seg ikki um tað arbeiðið, ið er gjørt, og lærarar ganga tí ørkymlaðir hesa tíðina á árinum. Tað átti ikki at verið neyðugt at havt fólk til setanarsamrøðu, sum leiðslan hevur havt í starvi. Leiðslan átti at verið so mikið at sær komin at siga frá, at eg havi tey fólk í starvi, sum eg havi tørv á. Eru fólk í starvi, sum leiðslan ikki ynskir skulu halda fram á skúlanum, átti leiðslan at sagt hesum fólkum frá og givið teimum eina holla frágreiðing um, hví tey ikki verða sett í starv.

Tað kann undir ongum umstøðum verða rætt, at lærarar í tíðaravmarkaðum starvi eru ótryggari í starvinum enn aðrir lærarar. Hevur lærari verið í starvi, og starvið er væl røkt, eigur hann/hon at halda fram í starvinum uttan nakað hóvasták komandi ár. Kanska ein loysn hevði verið, um hesi fingu uppsagnartíð sum onnur, at um lærari hevur verið í starvi, og starv framhaldandi er á skúlanum, so heldur hann/hon fram, uttan so at hann er sagdur úr starvi av onkrari orsøk. So er ikki neyðugt at søkja starv á hvørjum ári.

Sum støðan er nú, er tað ein stórur partur av limum felagsins, sum liva undir hesum ónøktandi treytum, so her má okkurt gerast!

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.