Tíðindi

Umráðandi at veita røttu hjálpina tíðliga

- Málið í lesing má vera, at øll børn gerast tryggir lesarar, at tey megna at lesa tekst á aldurssvarandi støði og fata tað, tey lesa. Men fyri nøkur børn er tað, at læra at lesa, ein avbjóðing. Tá er tað avgerandi, at vit megna at eyðmerkja trupulleikan og veita røttu hjálpina beinanvegin. Hetta siga Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, sum hava ment slóðbrótandi eftirmetingartilfar til fyrstu lesi- og stavimenningina. Nýggja eftirmetingartilfarið er eitt sera gott amboð at fáa eyga á teir næmingar, sum hava avbjóðingar í tilgongdini at læra at lesa.

12.02.2019

Síðstu nógvu árini er ljós varpað á týdningin av at hava ein góðan lesiførleika, og at lesing eigur at raðfestast ovarlaga í skúlunum. Nógvar kanningar vísa, at næmingar, sum hava trupulleikar við at læra at lesa fyrstu árini skúlanum, ofta eisini hava lesitrupulleikar seinni í skúlagongdini. Sostatt heldur óhepna lærugongdin á, um næmingurin ikki fær røttu hjálpina. Eisini kann hetta hava ávirkan á, hvussu væl næmingurin trívist í skúlanum.

- Við miðvísum arbeiði ber til at venda hesi gongd, sum gransking eisini vísir á. Tað krevur tó, at hetta fyribyrgjandi arbeiði við lesitrupulleikum verður viðurkent og raðfest við orku og tímum. Myndugleikar og leiðslan í skúlunum umkring mugu skilja, hvussu umráðandi tað er, at arbeitt verður fyribyrgjandi og at sett verður inn beinanvegin í fyrstu lesingini, tí vantandi lesiførleikar kunnu hava álvarsamar avleiðingar fyri eitt barn.
- Verður einki gjørt fyri at hjálpa einum næmingi við einum byrjandi lesitrupulleika, og næmingurin bara fær meiri av tí sama, so verður næmingurin verandi afturúr. Summir næmingar skulu hava meiri hjálp, enn lærarin í flokkinum hevur umstøður til, og tí má setast inn við eyka hjálp í eina tíð. Hetta kann vera eyka hjálp nakrar ferðir um vikuna, har arbeitt verður miðvíst við júst tí, sum næmingurin hevur trupult við, siga Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen.

Tað er týdningarmikið, at allir næmingar frá byrjan lesa nógv. Soleiðis læra tey alla tíðina nýggj orð, og hetta er við til at menna fatanina av tí lisna. So við og við gerast næmingarnir tryggir lesarar, og lesiferðin økist.

- Nógv tíð verður fyrstu árini nýtt til at venja lesingini í skúlanum, og neyðugt er, at næmingarnir sleppa at lesa upp fyri læraranum, sleppa at sita løtur og lesa sjálvir og at lesa upp fyri hvør øðrum. Serliga týdningarmikið er tað fyri tey børn, sum hava trupult við at læra at lesa, at tey verða hjálpt nógv í hesi fyrstu lesingini. Hesi børn mennast ikki, um tey bara sita og lesa frílesing sjálvi, tey mugu stuðlast og lærarin má lesa við teimum. Tey mugu sleppa at royna seg aftur og aftur, tí nógvar endurtøkur skulu til, fyri at tey kunnu gerast tryggir lesarar. Nógv lesivenjing í skúlanum er neyðug, men tað er eisini sera týdningarmikið, at heimið stuðlar barninum væl við at venja og lesa nógv heima.

Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen hava skrivað og lagt til rættis hópin av tilfari til fyrstu undirvísingina í føroyskum; tilfarið verður nevnt Súlan. Hetta tilfarið leggur upp fyri teimum avbjóðingunum, sum næmingar kunnu hava í tilgongdini at læra at lesa.

- Súlutilfarið er ógvuliga væl egnað at arbeiða við tí, sum nógvir næmingar hava avbjóðingar við, nevniliga at binda saman bókstav og ljóð; næmingarnir kunnu venja lesingina í smáum lesibókum, har teksturin tilætlað er skrivaður við løttum, ljóðrøttum orðum og nógvum endurtøkum. Soleiðis kann næmingurin venja lesingina í lættum teksti og skilja og venja samanhangin millum bókstav og ljóð. Nógv tilfar er komið seinastu árini, har børnini venja lesiførleika og automatisera lesingina. Tað er ilt at siga, um vit hava nóg mikið av tilfari, men vit hava í øllum førum nógv tilfar nú, samanborið við fyri nøkrum fáum árum síðan.

Súlubøkurnar byggja eins og eftirmetingartilfarið á ljóðháttalagið.

Mynd: Birgir Kruse


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.