Tíðindi

Umráðandi at skúlin er væl fyri at lofta børnum í sorg

Tað er tiltrongt, at lærarar sleppa á skeið í, hvat best er at gera, tá ið onkur í skúlanum verður raktur av sorg; 15 ár eru síðan seinasta skeiðið

29.04.2020

Tað eru gott og væl 20 ár síðan, at byrjað var at tosa um týdningin av, at skúlar hava sorgartilbúgving. Krabbameinsfelagið hevur í trimum umførum saman við Mentamálaráðnum skipað fyri skeiði í sorgartilbúgving, fyrstu ferð í 1998, aftur í 2000 og síðan í 2005; síðan tá hevur einki skeið verið; tó hevur onkur evnisdagur verið, og sorgartilbúgving hevur eisini verið evni á tiltøkum, har lærarar hava verið; eitt nú sum Reyði krossur hevur skipað fyri. Ein lærari, sum Skúlablaðið hevur verið í sambandi við, minnist enn skeiðið, sum Krabbameinsfelagið skipaði fyri í 2005.

- Skeiðið var 2 dagar, og tað var sera áhugavert og gevandi, um tú kanst siga so. Har vóru fyrilestrar um kenslumenning og nýggj ástøði um sorg; vit sóu filmin "Um at missa", og so sluppu vit at sita í bólki og fara í gongd við at orða eina sorgarætlan.

Tá ið skúlar hava arbeitt við at orða sorgartilbúgving, hava summir teirra vent sær til Krabbameinsfelagið og onkur til Reyða kross at fáa ráðgeving.

Síðan skeiðið, ið Krabbameinsfelagið skipaði fyri fyri nú fimtan árum síðan, hevur verið stór útskifting av lærarum; tí eru tað sum vera man nógvir lærarar, ið ikki hava verið á skeiði í sorgartilbúgving. Í onkrum miðalstórum skúla hevur eingin av lærarunum verið á skeið. Fráboðanirnar frá fleiri skúlum eru, at tað er gagnligari, at skeið í sorgartilbúgving verður hildið í ávísa skúlanum, heldur enn at savna lærarar úr øllum landinum á skeið á einum stað.

Í summum skúlum hevur mangan verið tørvur á sorgartilbúgvingini; frá hesum skúlum hoyra vit, at royndirnar, tey hava av sorgartilbúgvingini, eru góðar, bæði fyri næmingin, sum verður raktur, og hinar næmingarnar í flokkinum.

- Tað er javnan brúk fyri tilbúgvingini, og royndirnar siga, at tað er týdningarmikið at hava fasta mannagongd, tá ið sorg, sjúka og kreppa raka, so tú ikki ”gloymir” onkran ella okkurt. Royndirnar siga eisini, at tað er týdningarmikið at gera mannagongd fyri, hvussu tað verður fylgt upp tíðina eftir hendingina, sigur ein skúlaleiðari.

Krabbameinsfelagið hevur í umbúna at skipa fyri skeiði í sorgartilbúgving; hesum taka allir skúlarnir, vit hava verið í sambandi við, væl undir við. Sum ein skúlaleiðari tekur til:

- ​Eg veit av royndum frá fyrr, at tey gera eitt gott arbeiði og liggja inni við nógvari vitan. So eg haldi, at tað er gull vert.

Og ein annar:

- Ja, tað er gott at varpa ljós á evnið við jøvnum millumbili.

Ein skúlaleiðari heldur, at vitan vantar at hjálpa næmingunum, tá ið ein tíð er farin.

- Eitt, sum vit hava sæð, manglar, er hjálp til børnini í skúlanum, sum hava mist. Tá ein tíð er fráliðin, er ofta, at tey hava tað sera trupult, og tey vilja ikki hava ta hjálp, sum er at fáa. Kanska er tað her, okkum manglar vitan. Hvat kunnu vit, tey avvarðandi, skúlin og onnur gera, tá eitt ár er farið? Hvussu gera vit framhaldandi, tá onkur hevur mist? 

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.