Tíðindi

Umráðandi at troyta allar møguleikar, fyrr enn serflokkur kemur upp á tal

- Tað skal ikki vera ov lætt at fara í serflokk. Áðrenn tað kemur upp á tal, eiga allir møguleikar at verða royndir, sigur Sonni Djurhuus, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin

4. februar 2021

Í Skúlanum við Streymin eru nógvir næmingar við serligum tørvi; hetta skúlaárið eru 15 í serflokkinum, og tað er í miðal fleiri samanborið við miðal fyri landið. Felags fyri næmingarnar er, at teir megna ikki at hugsavna seg um skúlan og hava sosialar avbjóðingar; í summum førum hava teir diagnosu, í summum førum er talan um atferðartrupulleikar, har orsøkin kann vera ymisk.

- Vit hava 15 hetta skúlaárið, men teir kundu verið fleiri í tali. Hetta skúlaárið eru allir næmingarnir dreingir, og tað er eisini vanligt, sigur Sonni Djurhuus.

Tað kann vera ein samansettur problematikkur, tá ið staðfest verður, at einum næmingi tørvar meiri enn tað hann kann fáa í einum vanligum flokki. Í summum førum koma næmingar úr øðrum skúlum, tí teir støðast ikki, har teir ganga. Hetta eru næmingar í øllum aldri.

- Vanliga eydnast tað okkum at fáa teir at trívast. Tað er ilt at siga, hví vit hava so nógvar næmingar við serligum tørvi. Vit royna so leingi sum til ber at hava næmingarnar í vanligum flokki, men gongdin er mangan so, at tá ið næmingurin kemur í 5. ella 6. flokk, so verður tað truplari, og tá verður týðiligari, at næmingurin tørvar annað enn vanliga flokkin. Tá vit koma til ta niðurstøðu, at næmingurin hevur tørv á einum øðrum skúlatilboði enn í vanliga flokkinum, hava heilsufrøðingur, AKT-lærari, SSP-lærari og førleikastovan vanliga verið virkin inni í myndina. Ber tað ikki á mál, kemur Sernám at eygleiða næmingin í vanliga flokkinum. Í summum førum fáa lærarar supervisjón við tí fyri eyga at fáa onnur eygu á, tá ið talan er um flokkin og undirvísingina og bøta um undirvísingina til ávísa næmingin; lærarar taka flest allir fegnir ímóti, tá ið Sernám kemur at eygleiða; teir tora at vera eygleiddir og fáa afturmelding um, hvat er gott og hvat er minni gott í undirvísingini. Tað eri eg sera glaður fyri, at teir vilja. Um einki av tí, ið vit royna, riggar, verður næmingurin í samráð við Sernám visiteraður til serflokkin.

Hóast næmingurin verður visiteraður til serflokkin, varðveitir hann tilknýtið til heimaflokkin, og tað riggar mestsum altíð væl.

- Hvør einasti næmingur í serflokkinum er eitt ávíst tímatal í vanliga heimaflokkinum. Tað er sera umráðandi. Tað hava verið nøkur fá dømi um skúlanoktan. Hendir tað, so seta vit alt inn fyri at fáa næmingin í skúla aftur. Orsøkin til, at vit hava fá dømi um skúlanoktan, kemst kanska av, at hetta er ein lutfalsliga lítil skúli, og øll kenna øll. Tá ið ein næmingur ikki er í skúla, spyrja floksfelagarnir, hvar næmingurin er. Í nógvum førum snýr skúlanoktan seg um angist.

Næmingarnir í serflokkinum eru í tveimum. Áðrenn nýggi skúlin varð tikin í nýtslu, ráddu teir yvir tveimum skúlastovum; nú hava teir 5 stovur. Teir yngru halda til í gamla barnaskúlanum, meðan teir eldru halda til í gomlu lærarastovuni í hádeildini.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.