Tíðindi

Umhvørvistilvitað skúlabørn

Nú allur fólkaskúlin er farin í summarfrí, er 5.b í Skúlanum á Fløtum í Havn sera fegin, tí at mánadagin 19. juni handaði Turið Holm, býráðslimur og forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar býráð, børnunum trivnaðarpakkan, sum kommunan letur í sambandi við ruddingardagarnar í mai. 5.b í Skúlanum á Fløtum fekk 5.000 krónur í vinningi. Børnini avgera sjálv av, hvat tey brúka pengarnar til

28.06.2017

Turið Horn, ið sum pedagogur hevur verið leiðari á dagstovninum Undir Brúnni í Havn, sigur í sambandi við at handa einum skúlaflokki trivnaðarpakkan hjá kommununi, at í skúlahøpi liggur ein pedagogiskur partur og ein lærupartur, sum flætta seg sera væl inn í hvønnannan.

Hon heldur, at umhvørvi, barnalív og náttúra fylgjast væl hond í hond, so tað er heilt natúrligt at arbeiða við børnum og náttúru saman.

Hví tað júst er ein 5. flokkur er tí, at 5. flokkarnir í Tórshavnar kommunu hava nú í nøkur ár fingið innbjóðing til eitt sindur av undirvísing um náttúru í Umhvørvisvikuni hjá kommununi í mai mánaði.

- Tað er eisini í tí samanhangi, at kommunan vendir sær til skúlarnar við umbøn um, at flokkarnir fara út at rudda umhvørvið, sigur Turið Horn, forkvinna í umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar býráð.

Tað vísir seg, at børnunum dámar hetta ruddingarhøvið væl. Tey tíma at rudda og hava skilt boðskapin um tað, at órudd, sum liggur og flýtur ávirkar náttúruna.

Børn í dag eru góð við náttúruna, tí tað skal vera reint rundan um tey. Hetta læra tey heilt frá barnagarðsaldri.

Ruddingarevnið í ár var plastdálking, so børnini hava saman við lærarum og eisini býráðspolitikarum verið upptikin av at savna seg um tann nú so aktuella spurningin: Hvat ger plast við okkara náttúru og ikki minst okkara djóralív?

Børnini fingu tveir plastposar í part at skilja burturkast í. Annar var til plast, og hin var til annað burturkast. Alt tað plastið, tey høvdu savnað saman, fóru tey inn á Snarskivuna, avgreiðsludepilin hjá kommununi, við. Tað varð koyrt í eina stóra glasbingju, sum stóð í Steinatúni í miðbýnum í Havn.

- Børnini hava við stórum áhuga fylgt við gongdini, meðan henda glasbingjan varð full av plasti, og spyrja seg sjálv: Hvat er hetta fyri plastikk? Tey kenna tað aftur frá sínum gerandisdegi og uppdaga, at tey kunnu gera sítt til at halda náttúruna reina, sigur Turið Horn.

Turið Horn hevur tosað við nógv børn ta seinastu tíðina. Tey hugsa neyvt um, hví djór eru funnin deyð við fullum búki av plasti.

- Tað er nakað, sum børn hava uppdagað, at tey kunnu vera við til at hjálpa við at forða fyri.

Yvirhøvur eru børnini tilvitað um, at tú blakar ikki eitt tómt "Sunkist" við súgvirøri á vegin og ikki minst á sjógv. Tú leggur tað í eitt av teimum mongu ruskíløtunum, ið hanga við vegjaðaran og á steyrum og húsaveggjum í kommununi.

- So tann hugburðurin er sera týdningarmikil hjá mær sum politikara at fáa børnini at taka til sín. Tað er málrættað arbeiði, eg fari eftir, sigur forkvinnan í umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar býráð.

Samanumtikið er hetta átakið við at fáa skúlabørnini at savna seg um reint umhvørvi eitt átak, ið breiðir seg um alt landið.

Myndin:
Turið Holm, býráðslimur og forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar býráð, heldur, at umhvørvi, barnalív og náttúra fylgjast væl hond í hond, so tað er heilt natúrligt at arbeiða við børnum og náttúru saman

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.