Tíðindi

Týðiligt samband millum heim og lesivanar

Lesur tú fyri børnum tínum, tá ið tey eru smá, so eru sannlíkindini munandi størri fyri, at barnið lesur í frítíðini sum tað veksur til, samanborið við um tú ikki lesur fyri teimum.

24.04.2018

Í stóru kanningini av lesivanunum, sum er gjørd millum næmingar í 4., 6. og 9. flokki, eru næmingarnir spurdir, um foreldrini lósu fyri teimum, tá ið tey vóru smá, tað vil siga áðrenn tey byrjaðu í skúla. Kanningin staðfestir, at lósu foreldrini fyri børnunum, so eru størri sannlíkindi fyri, at børnini lesa í frítíðini. 36 % av børnunum siga, at foreldrini lósu fyri teimum hvønn dag ella ella næstan hvønn dag, 43 % siga, at foreldrini lósu fleiri ferðir um vikuna, 9 % siga, at foreldrini lósu sjáldan, 9 % siga, at foreldrini lósu nakrar ferðir um mánaðin, og 3 % siga, at foreldrini lósu ongantíð. Av teimum børnunum, sum lesa fleiri ferðir um vikuna, hava foreldrini lisið fyri teimum hvønn dag ella næstan hvønn dag, tá ið tey vóru smá, og av teimum, sum lesa sjáldan ella ongantíð, hava 33 % lisið fyri teimum hvønn dag ella næstan hvønn dag.

Munur er á svarunum frá næmingunum; fleiri næmingar í 9. flokki siga foreldrini lósu fyri teimum, samanborið við næmingarnar í 4. og 6. flokki.

Kanningin staðfestir, eins og kanningar í londum runt um í Evropa, at í teimum heimum, har ið flest bøkur eru, lesa børnini munandi meiri í frítíðini, enn tey børnini, har ið fáar bøkur eru í heiminum.

Lesa foreldrini sjálv bøkur, so sæst, at teirra børn taka eftir og lesa í frítíðini.

Gera foreldrini skúlating við børnum regluliga, so sæst eisini, at barnið verður íðin lesari. Annar hvør, sum altíð ger skúlating, lesur fleiri ferðir um vikuna, meðan bara triði hvør, sum ongantíð ella sjáldan lesur, ger skúlating altíð.

Áfallandi er, at kanningin staðfestir, at foreldur gera munandi minni skúlating við dreingjum samanborið við gentum.

Einki samband sæst ímillum lesitíttleikan og tað at íðka ítrótt, hinvegin so sæst eitt týðiligt samband ímillum tað at ganga til tónleikaundirvísing og onnur ítriv.

Hetta eru úrslit úr stóru kanningini av lesivanum, sum varð gjørd í tíðarskeiðinum november 2017-januar 2018 í 19 skúlum kring landið; tað eru Sissal M. Rasmussen, Ph.D-lesandi, Lydia Didriksen, námslektari á Námsvísindadeildini, Turið Kjølbro, ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, og Marjun Ziskason, ritstjóri á Námi, sum hava tikið stig til kanningina; greiningarfyritøkan Lóður hevur staðið fyri at savna dátuna inn og greina úrslitið. Mentamálaráðið og onnur hava fíggjað kanningina.

Meiri kann lesast um kanningina á www.skulabladid.fo og malmenning.fo

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.