Tíðindi

Týskt einans upptøkukrav á hugbreyt

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur vón um, og sum mál, at fremmandamál fáa munandi størri rúm í skúlaverkinum.

23.03.2020

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur lýst eina kunngerð, sum hevur við sær, at týskt einans verður upptøkukrav á hugbreyt, tá ið søkt verður á miðnám.

Hetta verður galdandi við upptøku frá 2023. Sostatt verður týskt ikki upptøkukrav á búskapar- og fyrireikingarbreytini.

Tað var í 2019, at kunngerð varð lýst, sum ásetti týskt sum upptøkukrav á fleiri gymnasialum breytum. Nógv kjak var um málið. Tað vóru tey, sum fegnaðust, men eisini tey, ið vóru ímóti.

Málið er viðgjørt av nýggjum, ymsu partarnir eru hoyrdir, og nú hevur landsstýrismaðurin gjørt av, at týskt bara verður upptøkukrav á hugbreyt.

Jenis av Rana ætlar, at farast skal undir eina heildarviðgerð av, hvørja støðu fremmandamál skulu hava í skúlaverkinum.

Spurdur, hvat hann grundar hesa nýggju kunngerðina á, sum gongur ímóti kunngerðini, sum varð lýst í 2019, svarar Jenis av Rana:

- Avgerðin er grundað á, at stórur partur av hoyringarskrivunum, sum eru komin frá pørtum, sum varða av skúlum okkara, mæla til hetta, t.e. at týskt verður verandi upptøkukrav til hugbreyt, men ikki til búskaparbreyt ella fyrireikingarbreytina.

Tú hevur ætlanir um at fara undir eina heildarviðgerð av, hvørja støðu fremmandamál skulu hava í okkara skúlaverki. Hvat er tín egna meting av hesum, og hvat vónar tú kemur burtur úr hesum arbeiði?

- Hendan ætlan mín byggir eisini á somu hoyringarskriv, har partarnir, ið varða av skúlaverki okkara, mæla til hetta. Grundgevingar mínar samsvara við teirra, at vit mugu styrkja frálæruna í fremmandamálum, tí hesi í seinastu árum hava fingið minni og minni rúm, bæði í fólkaskúlanum og í miðnámi. Ikki bara vón mín, men eisini mál mítt, er tí, at fremmandamálini fáa munandi størri rúm í skúlaverki okkara, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Tekstur: Dagfinn Olsen

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.