Tíðindi

Týdningarmikið at viðgera og raðfesta skúlamál politiskt

Nú aðalorðaskifti kemur á skrá, kann eg siga, at hesum havi eg bíðað eftir, vitandi at eitt tilmæli er handað landsstýrismanninum, og eg meti, at tað er sera týdningarmikið at viðgera og raðfesta skúlamál politiskt. Tað sigur Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn.

16.02.2024

UPPHITING TIL AÐALORÐASKIFTIÐ UM FÓLKASKÚLAN: Tey evnini, sum eg helst vil raðfesta fremst, eru at styrkja flokslæraraskipanina og tvílæraraskipanina, og at fáa eftirúrbúgvingar á breddan, so tær kunnu verða bodnar út javnt sum skjótast, tí tørvurin er sera stórur, nú mong ár eru runnin, síðani lesivegleiðarar, serlærarar, orðblindalærarar o.o. vórðu útbúgvin í Føroyum. Eg haldi, tað er týdningarmikið at geva slíkum serútbúnum eina hægri normering í júst tí fakinum, tey hava tikið eftirútbúgving í, so at fleiri næmingar fáa gagn av íløguni í eftirútbúgving. Harumframt eigur at verða hugt eitt sindur at tíma- og lærugreinabýtinum og vikutímatalinum í ymsu floksstigunum. Kreativar og handaligar lærugreinir mugu fáa meira rúmd.

Fyri at styrkja trivnaðin og innlæringina, so má ein betri stýring av KT í skúlahøpi setast í verk, so at talgildisbúgvingin verður ment, samstundis sum vit taka burtur úr skúladegnum alla óneyðuga KT-nýtslu og telefonnýtslu, sum í dag minkar um samanhald, samstarv, samrøðu og trivnað. Eg eri sannførd um, at tá flokslæraraskipanin er styrkt eins og tvílæraraskipanin, so verður betri arbeiðsumhvørvi, har næmingar kunnu dvølja við skúlaarbeiðið, kenna seg tryggar og kveiktar.

PISA-kanningin varpar ljós á nakrar fakligar avbjóðingar, sum vit heilt víst skulu royna at seta fokus á, men til at náa longri við hesum, so krevjast omanfyrinevndu batar og umstøður í undirvísing og læring, eins og eftirútbúgving og skeið eru týdningarmikil til at stimbra námsfrøðiliga og fakliga partin.

Eg vænti mær eitt gott aðalorðaskifti, har tingfólk vónandi fáa eina djúpa og drúgva samrøðu og viðgerð um okkara týdningarmikla skúlaverk.

Skúlablaðið hevur heitt á umboð fyri allar politisku flokkarnar um at geva eitt íkast til aðalorðaskiftið um fólkaskúlan. 

Les íkastið frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni hjá Sambandsflokkinum, á heimasíðuni mikudagin og frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin, í gjár.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.