Tíðindi

Tú vart mín lærari

Minningarorð eftir Oddfríð M. Rasmussen um Símun av Skarði, lærara

27.04.2018

Herfyri doyði ommusystir mín, Sunneva Gram, hon livdi í eina øld og eitt ár og ellivu mánaðir og fjúrtan dagar. Tað er ófatiliga leingi at liva. Ommudiddan lærdi meg mangt og mikið. Ofta plagdi hon at tosa um bøkurnar, hon hevði lisið. Undan henni doyði ein annar sandingur, Daniella Olsen, hon var eina øld og fýra og eitt hálvt ár. Tað er eisini ófatiliga leingi at liva. Daniellu hevði eg sum lærara í Sands skúla. Hon lærdi meg at skriva fagurskrift. Hvussu tað eydnaðist, mugu onnur taka dagar ímillum.

Sunnunáttina, 28. januar, doyði Símun av Skarði, hann livdi í 72 ár. Símun havi eg kent síðani eg fekk hann sum lærara í 1981. Tað var heldur ikki ein vanligan lærara, eg fekk. Av øllum teimum lærarum, sum vit menniskju hava havt, so kunnu flest okkara kalla ein lærara fyri ”mín lærara”. Tað er tann lærarin, sum hevur fingið ein gjøgnum skúlagongdina í nøkurlunda heilum skinni. Og av øllum lærarum sum eg havi havt, var Símun av Skarði mín lærari. Tá ið Símun traðkaði inn í floksstovuna, trein inn ein høgur, kraftigur maður, og tá ið hann mælti, klirraðu rútarnir í skápunum, virðinging var okkara.

Eg var ikki av Guds bestu børnum í míni skúlatíð, verri enn so, men Símun var altíð tann, sum lurtaði eftir, sum setti meg upp á pláss, sum lurtaði eftir mær, og sum gav mær mótstøðu, sum lærdi meg mentan, bókmentir og ikki minst: hann var lærarin, sum kveikti áhugan fyri máli. Meg minnist enn, tá ið onkur segði í einum endanum á longu gongini í Meginskúlanum: ”Mær dámar gott hatta!” Tá rópti Símun úr hinum endanum av gongini: ”Hjáorð væl! Tað eitur, mær dámar VÆL!” Málsligu oyruni hjá Símuni hoyrdu væl, og langt rukku tey, og tey hevði hann ikki eftir fremmandum. Pápin Jóhannes av Skarði og abbin, sum hann var uppkallaður eftir, Símun av Skarði, vóru báðir undangongumenn, tá ið um mál og mentan ræður, og hetta var hann altíð stoltur av.

Tá ið eg skuldi søkja inn á HF eftir at hava buldrast í nøkur ár við Havsøkanum, tá manglaði mær týskt í níggjunda flokki. Hvat var so at gera? Jú, eg ringdi til Símun og spurdi hann, um hann hevði hug at undirvísa mær í týskum, so eg kundi fáa eitt líkinda próvtal at søkja inn við. Hann játtaði, og vit báðir sótu í einum kamari yviri í Sandabrekkuni og terpaðu týskt, báðir. Tað gekk eisini væl. Eg fekk eitt líkinda próvtal og slapp inn á HF.

Tey nógvu seinastu árini hava Súsan og Símun verið í grannalagnum hjá okkum har suðuri á Sandi, tí at tey hava staðið fyri Listasavninum. Símun hevur verið hollur har, og tá ið hann plagdi at standa uttanfyri og roykja sær eitt ball, plagdi eg at fara oman at tosa við hann. Tey mongu prátini hava verið góð, og altíð visti hann onkra góða søgu at fortelja. Vitugur var hann sum fáur.

Sum annar ritstjórin á skaldskaparritinum, Vencil, havi eg eisini havt við Símun at gera, tá ið tað kemur til at týða úr týskum. Hann var lærari í týskum og dugdi ógvuliga væl týskt, og ikki minst, so dugdi hann væl føroyskt. Vit settu honum stevnu, og bóðu hann týða fyrstu modernaðu, evropisku stuttsøguna, ”Novelle”, eftir Goethe. Eftir tógvið stríð og drúgva tíð, varð hann liðugur, og úrslitið er gott. Søgan er ikki løtt at týða. Als ikki. Og nú kann hon lesast á føroyskum.

Síðani eg sum smæðin kúllur fekk Símun sum lærara í 5. flokki og til dagin í dag, hevur Símun onkursvegna fylgt mær í mínum gerandisdegi. Nú, eg sjálvur eri vorðin lærari, kemur tað meir enn so fyri, at eg hoyri røddina á Símuni inni í høvdinum, tá ið eg komi út í støður, sum krevja, at eg verði noyddur at vinna mær somu virðing, sum eg sum kúllur hevði fyri Símuni.

Símun hevur nomið nógv menniskju. Hann hevur ávirkað flestu næmingarnar, sum hava havt hann. Onki at ivast í tí. Tey eru helst fleiri við mær, sum kunnu kalla Símun fyri ”mín lærara”.

Friður veri við minninum um mín lærara, Símun av Skarði.

tú vart mín lærari

(til Símun av Skarði)

 

tá ið tú mælti

veldi sárlyndið til sjóndar

 

og tú legði

mítt leitandi hjarta

 

í tín blómulógva

og orðini

 

á varrum tínum

vóru dagliga virðingin

 

tú gavst mær

– tú vart mín lærari


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.