Tíðindi

Tú mást ikki missa følingina við, hvussu tað er at undirvísa

Tað er ikki nóg mikið bara at lurta eftir lærarunum, tá ið teir greiða tær frá onkrum, sum hevur við undirvísing og næmingar at gera. Tað hevur sera stóran týdning at uppliva tað sjálv. Tað sigur Annbritt Toftegaard, skúlastjóri

07.02.2024

Í ellivu ár hevur Annbritt Toftegaard verið partur av leiðsluni í Skúlanum á Giljanesi, fyrstu trý árini sum varaskúlastjóri og síðan februar í 2015 sum skúlastjóri, fyrstu mánaðirnar sum virkandi stjóri. Aftrat sær í leiðsluni hevur hon tveir varaskúlastjórar, sum undirvísa seks-átta tímar í part, umframt sjúkravikartímar. Skúlastjórin undirvísir fýra tímar um vikuna umframt sjúkravikartímar. Tað dámar henni væl, og hon heldur, at tað er umráðandi, at skúlastjórar undirvísa, hóast teir eru settir at leiða skúlan.

- Tað hevur týdning, at tú ikki missir følingina við, hvussu tað er at undirvísa og at vera í eini skúlastovu og fær innlit í næmingaverðina. Tað er ikki nóg mikið bara at lurta eftir lærarunum, tá ið teir greiða tær frá onkrum, sum hevur við undirvísing og næmingar at gera. Tað hevur stóran týdning at uppliva tað sjálv. Undirvísir skúlastjórin ikki, og kemur hann ikki runt í ymsu flokkarnar, so er so skjótt at missa følingina við, hvussu alt í veruleikanum er. Og tað er hesa følingina, sum er haldi, at evsti skúlamyndugleikin viðhvørt vantar, uttan iva, tí tey eisini eru ovbyrðað.

Næmingatalið í Skúlanum á Giljanesi er nýliga farið niður um 300, og tað ger, at skúlin hevur mist 500 leiðslutímar. Tað er sera óheppið, heldur Annbritt Toftegaard.

- At missa so nógvar tímar, tí vit missa seks næmingar, haldi eg gevur ikki meining, tí uppgávurnar hjá leiðsluni eru júst tær somu. Tað er eingin munur at reka ein skúla við 300 næmingum og ein skúla við 294 næmingum. Tað verða fleiri ting sett í verk, sum leiðslan skal taka sær av uttan at tímar fylgja við. Í løtuni fer sera nógv leiðslutíð til skjalahald, sum er ein arkiveringsskipan, sum skúlin skal brúka. Hetta er ein eyka arbeiðsbyrða, men tímar fylgja ikki við, so tímarnar skulu vit finna í skipanini, sum frammanundan er tepur. Í skúlanum verður alla tíðina ymiskt sett í gongd, uppgávurnar vaksa. Men hetta er nakað myndugleikarnir arbeiða við við at tillaga leiðslutíðina, hetta er ein trý ára tillaging, sum byrjaði í august 2023, treytað av at løgtingið framhaldandi játtar pening til hetta.

Tímajáttanin eigur at verða soleiðis, at hon leggur upp fyri øllum, sum fólkaskúlalógin ásetur, heldur Annbritt Toftegaard, og skúlaleiðslan eigur at fáa betri rásarúm at leiða skúlan innan fyri ein ávísan karm.

- Skúlin á Giljanesi fær umleið 680 tímar um vikuna, og tað er akkurát nóg mikið at lúka krøvini í fólkaskúlalógini, har er eingin tími í avlopi. Avbjóðingin hjá okkum er, at vit skulu taka tímar av tímajáttanini til ymiskt, til dømis brúka vit umleið 2,8 prosent av játtaðu tímunum til vikartímar og skeiðsvirksemi. Kravið frá myndugleikunum er at, um fleiri enn 15 næmingar svimja, skal ein eyka svimjilærari við. Hjá okkum svimja altíð fleiri enn 15 næmingar í senn, og tí hava vit altíð brúk fyri eyka svimjilærara. Við øðrum orðum mangla vit umleið 30 tímar hvørja viku. Hvørjum skal eg taka tímarnar frá?

Les alla greinina, sum er í Skúlablað nr 6, 2023.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.