Tíðindi
27.08.2019
Barbara Nattestad, sum eigur eitt barn við ADD og Aspergers syndrom, heldur tað hava stóran týdning hjá skúlaverkinum at tryggja, at lærarar og námsfrøðingar verða undirvístir í ADHD, Aspergers og øðrum diagnosum, so tað ber til at lofta børnum við líknandi avbjóðingum fyrr.
- Man skal hugsa meira um avbjóðingarnar hjá børnum, tá tey eru heilt smá. Men tað er so ringt at fáa eyga á hesar avbjóðingarnar, tá man ikki kennir til tær. Ein byrjan hevði verið, at umboð frá øllum deildunum í fólkaskúlunum fingu eitt skeið í hesum diagnosunum. Eg haldi eisini, at frálæra skal inn í undirvísingina hjá lærara- og námsfrøðilesandi. Skúlin skal eisini tryggja vegleiðing til foreldur, so tey vita, hvar tey skulu venda sær, tá ið tey hava líknandi trupulleikar, sigur Barbara Nattestad.
Í Skúlablað nr 4, sum júst er komið, greiðir Barbara Nattestad frá, hvussu sonur hennara hevur havt tað, eitt nú í skúlanum.
- Tað er ógjørligt at møta hvørjum einstøkum barni, soleiðis sum skúlin er skipaður í dag, og tí er ikki pláss fyri øllum.
Hon heldur, at myndugleikarnir hava svikið familju og son hennara. Sum sonurin er vaksin til, hava foreldrini ferð eftir ferð rent seg í avbjóðingar, sum tey halda, tey kundu verið fyriuttan, um hann varð betur loftaður í barnaárunum. Tey halda ikki, at almennu tilboðini hava verið nóg góð, og tí hava tey merkt sviðan av.
- Mær vitandi vórðu tilmælini frá Sernámi ongantíð fylgd meiri enn tað, at hann fekk SI-tímar. Tað einasta ráðið, vit fingu, var, at hann skuldi koma í skúla, tí um hann ikki kom í skúla, so kundu tey ikki hjálpa honum, sigur Barbara og vísir á, at hevði hann beinbrot, so hevði hann fingið heimaundirvísing. Tað upplagda hevði verið, um hansara skúlagongd varð skipað øðrvísi, soleiðis at honum ikki nýttist at møta upp hvønn dag.