Tíðindi

Tørvur á neyvari vitan um kt-nýtsluna í skúlanum

Ein kvalitativ kanning hevði verið við til at økt tilvitið um kt-nýtsluna, og nær tað gevur meining at brúka tøkni í undirvísingini. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

27.12.2023

Í sambandi við læraradagarnar, sum vóru í november, gjørdi Undirvísingarstýrið eina kanning av kt-nýtsluni og ymiskum í sambandi kt í fólkaskúlanum. Lærarar í fólkaskúlanum fingu 16 spurningar at svara talgilt. 484 lærarar svaraðu, og teir eru nøkulunda javnt býttir millum innskúlingina, miðdeildina og hádeildina. Fleiri úrslit í kanningini eru áhugaverd, heldur formaður Føroya Lærarafelags.

- Fleiri úrslit eru áhugaverd, men eg kundi sum heild hugsað mær neyvari og djypri vitan um fleiri spurningar og svar. Eitt nú siga lærarar í kanningini, at kt kann vera við til at gera undirvísingina meiri fjølbroytta og stuðlandi. Hvat meina lærarar ítøkiliga við, tá ið teir siga tað? Øll svarini kundu verið útdýpað meiri og givið okkum meiri ítøkiliga vitan, og tað kundu tey, um Undirvísingarstýrið fylgir hesi kanningini upp og fer aftur um svarini og tosar við ymsu lærararnar og ger eina kvalitativa kanning. Ein kvalitativ kanning hevði verið við til at økt tilvitið um kt-nýtsluna, nær tað gevur meining at brúka tøkni og so framvegis. Soleiðis sum gongdin hevur verið seinastu árini, so hava skúlar ognað sær nógv talgild amboð. Tøknin er onkursvegna trýst inn í skúlarnar, og lærarar eru so at siga noyddir at brúka hana, uttan at teir vita fyri vist, hvussu og um hon tænir undirvísingini og næmingunum. Í nøkrum skúlum hava samvirkna talvan og teldan trokað bókina og krittalvuna úr flokshølinum, tað skilji eg ikki, tí hesi amboð eiga øll sítt pláss í undirvísingini, hvørt til sína tíð.

Í kanningini eru lærarar eisini spurdir, hvørja samskiftistøkni teir brúka at samskifta við foreldur við. Nógv mest nýtta tøknin er at senda boð við sms; á øðrum plássi er teldupostur og triðja plássi telefon. Sama hvør háttur verður brúktur, so eiga lærarar ikki at samskifta við foreldur við síni privattelefon, sigur Jacob Eli S. Olsen.

- Hetta er góð vitan hjá okkum at hava. Telefonin er tann mest nýtti samskiftismiðilin, og tí er tað telefon, lærarar skulu fáa frá arbeiðsplássinum. Eisini til alt skrásetingararbeiðið, sum nýggja skrásetingarskipanin Kervi+ krevur. Fáir lærarar brúka sosialar miðlar at samskifta við foreldur við, og tað er gott, at teir ikki gera tað.

Endamálið við einum spurningi í kanningini er ógreiður, heldur Jacob Eli S. Olsen, og tað er spurningurin, hvørt skúlin, lærarar arbeiða á, hevur leiðreglur ella politikk fyri kt-nýtslu. Snýr hesin spurningurin seg um kt-nýtsluna við teldum ella forritum? Ella snýr spurningurin seg um, hvørt skúlin hevur reglur fyri fartelefonnýtslu hjá næmingunum?

- Eg hugsi, at summi hava ivast í hesum spurninginum, og tí haldi eg ikki, at svarið er heilt eftirfarandi. Vit hava brúk fyri greiðum leiðreglum frá evsta skúlamyndugleika um nýtslu av fartelefonini. Og somuleiðis hava vit brúk fyri greiðum reglum um kt-nýtsluna, um internetið skal vera opið fyri næmingunum og so framvegis.

Kt er komið í nýggju støðisnámsætlanina. Formaður Føroya Lærarafelags hevði viljað, at tað á læraradegnum var pláss fyri at kunna um henda nýggja partin í námsætlanini.

- Eftir mínum tykki hevði tað verið gott, um tíð varð brúkt á læraradøgunum at kunna allar lærararnar um tað nýggja við kt í støðisnámsætlanini, tí eg ivist í, um lærarar eru nóg væl kunnaðir um broytingina og tí kunnu laga dagligu undirvísingina til  námsætlanina, tá ið talan er um kt.

Les eisini: https://skulin.fo/news/70/naerum-6-hvor-laerari-hevur-nytt-kjattmenni-i-undirvisingarfyrireikingini?fbclid=IwAR2kPVkehAsMQbYH3YcBQH5Rzpo5f9kwGyW_4UhsOVzw14-Nw_zD2kOr6z8

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.