Stabbamynd greinar

Tølini frá nýggjastu trivnaðarkanningini eru greið

Happing og trivnaður hjá børnum og ungum er kannað í skúlanum í fýra fylgjandi kanningum. Kanningarnar í 2007 og 2015 kannaðu happing burturav, meðan kanningarnar í 2019 og 2023 kannaðu bæði trivnað og happing.

04.10.2023

Parturin av børnunum, ið eru happað viðhvørt og ofta, minkaði frá 2007 til 2019, men hetta tal er munandi vaksið frá 2019 til 2023, og í 2023 er parturin á næmingum 17 %, ið svarar til, at tey eru happað viðhvørt og ofta; hetta er hægri enn í nøkrum av undanfarnu kanningunum. Í 2007 var tað 13 %, í 2015 11 % og í 2019 9 %.

Tað er stórur vøkstur frá kanningini í 2019 til nýggjastu kanningina í 2023. Í 2023 svaraðu 17 % av børnunum, at tey verða happað viðhvørt ella ofta, meðan tað vóru 11 % í 2019. Hetta er ein vøkstur á 55 %, og tað vekir undran. Hvussu kann tað bera til, at vøksturin hevur verið so stórur. Umstøðurnar í skúlanum eru ikki broyttar so nógv, so tað má hugsast, at tað eisini er okkurt í samtíðini sum ávirkar. Tá ið talan er um flokkarnar hvør sær, er vøksturin 60 % í 5. flokki, 50 % í 7. flokki og 29 % í 9. flokki.

Tað er stórur munur á aldursbólkunum, tá vit hyggja at, hvussu nógv svara, at tey eru happað. Í 5. flokki 24 %, í 7. flokki 18 % og í 9. flokki 9 %. Í 5. flokki er parturin sostatt næstan tríggjar ferðir sostórur, sum svara, at tey eru happað, enn tað er í 9. flokki. Í 7. flokki er parturin tvífalt so stórur sum í 9. flokki.

Út frá úrslitunum eru tað serliga tølini fyri 5. og 7. flokk, sum órógva mest. Her er vøksturin størstur, 60 % og 50 %, og parturin av børnunum, sum svara, at tey eru happað, er hægri enn í nakrari av undanfarnu kanningunum. Í 9. flokki er broytingin ikki líka stór, har er parturin 9 %, sum er tað sama sum í 2015 og minni enn í 2007.

Tølini bera sín greiða boðskap, at tað er ein alt ov stórur partur av børnum, sum ikki hava tað gott, og hesi mugu takast í álvara. Vit mugu fáa nærri vitan um, hvat rørir seg millum børn og ung í dag, bæði í skúlanum og í lívinum hjá børnunum uttan fyri skúlan, tað veri seg heima og í frítíðini. Vit, skúli, foreldur og samfelagið, mugu taka hesa ávaring í álvara og handla, tí vit kunnu ikki bara lata standa til, tá vit fáa eitt tílíkt varskó frá okkara børnum og ungu.

Grafur í hægri upploysn.

Talva við dátum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.