Tíðindasavn


22.01.2015 Mæla til størri samstarv um 10. flokk

13 skúlar í Føroyum hava 10. flokk, harav níggju hava millum 7 og 25 næmingar, sum er ein forðing fyri fjølbroyttum valtilboðum, um samstarv ikki verður skipað millum kommunur.


Tað heldur arbeiðsbólkurin, sum seinasta summar legði úr hondum álit um endurskoðaðan skúlabygnað í fólkaskúlanum. Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna hava samskipað 10. flokk soleiðis, at allir næmingarnir eru savnaðir í einum skúla, í Havn í Eysturskúlanum, Nám X, og í Klaksvík í Skúlanum á Ziskatrøð. Eisini hava fleiri kommunur samstarv um lærugreinir og breytir í 10. flokki.
 

Eitt av tilmælunum hjá arbeiðsbólkinum er at skipa fleiri størri 10. floks skúlaeindir.
 

Mælt verður til samstarv um 10. flokk í t.d. hesum økjum:
 

Tórshavnar kommuna og Sandoy, 194 næmingar
 

Norðuroyggjar, Fuglafjørður og Eystur kommuna, 113 næmingar
 

Eysturoy annars og Sunda kommuna, 105 næmingar
 

Vága, Sørvágs, Vestmanna og Kvívíkar kommunur, 39 næmingar
 

Suðuroy, 45 næmingar
 

Ein møguleiki er, at Vága, Vestmanna og Kvívíkar Kommunur samstarva við Tórshavnar Kommunu ella við Sunda Kommunu um 10. flokk. Hetta hevði givið næmingunum fleiri valtilboð umframt eitt størri sosialt umhvørvi.
 

Ætlanin við 10. flokki er at geva næmingunum eitt øðrvísi skúlatilboð við fleiri valmøguleikum og breytatilboðum, har teir fáa umstøður at fyrireika seg til at fara í miðnámsskúla ella arbeiði. 10. flokkur skal eisini vera eitt serligt tilboð hjá teimum, sum ikki eru so væl fyri fakliga. Ongar lærugreinir eru kravdar í 10. flokki, men tó skulu hesar lærugreinir standa næmingunum í boði: føroyskt, danskt, støddfrøði, kristnikunnleiki, ítróttur, samtíð og enskt. Við verandi skúlabygnaði er trupult at veita næmingunum fjølbroytt undirvísingartilboð, tá ið næmingarnir eru spjaddir í nógvum skúlum kring landið.
 

Fólkaskúlin er ein 9 ára grundskúli og ein 1 árs 10. flokkur. Sostatt er 10. flokkur ikki kravdur partur av grundskúlanum, men tilboð til næmingarnar um eitt eyka skúlaár. Á hvørjum ári heldur stórur partur av næmingunum fram í 10 flokki, umleið 70%.
 

Landsstýrismaðurin í mentamálum setti í november 2013 ein arbeiðsbólk at endurskoða skúlabygnaðin í fólkaskúlanum. Høvuðsendamálið er at skipa størri skúlaeindir, so betri møguleikar verða at gagnnýta bæði fakliga og fíggjarliga tilfeingið, samstundis sum næmingarnir fáa fjølbroyttari undirvísingartilboð.
 

Tey, ið hava mannað arbeiðsbólkin, eru:
Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, forkvinna, Magnus Tausen, stjóri í Námi, skrivari,
Frida Poulsen, fulltrúi í Mentamálaráðnum,
André F. Danielsen, stýrislimur i Føroya kommunufelag,
Eyðun Christiansen, aðalskrivari í Kommunusamskipan Føroya, Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt, Jensebeth Absalonsen, fyrstilærari í Viðareiðis skúla og
Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.

 

   Mæla til størri samstarv um 10. flokk Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.