Tíðindasavn


19.11.2013 Fólkaskúlin endurskoðast

Arbeiðsbólkur er settur at gera uppskot um nýskipanir innan bygnaðin í fólkaskúlanum


Tey, sum manna arbeiðsbólkin, eru Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, Frida Poulsen, fulltrúi í Mentamálaráðnum, André F. Danielsen, valdur fyri Kommunufelagið, Eyðun Christiansen, valdur fyri Kommunusamskipan Føroya, Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt, Jensebeth Absalonsen, skúlastjóri í Viðareiðis skúla, Magnus Tausen, stjóri á Námi, og Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag. Jenny Lydersen er forkvinna í arbeiðsbólkinum og Magnus Tausen er skrivari.


Nevndin hevur havt sín fyrsta fund, og tá vóru landsstýrismaðurin og aðalstjórin í Mentamálaráðnum við og kunnaðu um endamálið og arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum.


Arbeiðssetningurin tekur støði í endamálsorðing fólkaskúlans, har ásett er m.a. at fólkaskúlin er ein almennur skúli, sum skal bjóða eina dygdargóða og fjølbroytta undirvísing, sum stuðlar tí einstaka næminginum í fjølbroyttu persónligu menningini. Málið er, at fólkaskúlin verður skipaður soleiðis at tilfeingið bæði fíggjarliga og menniskjansliga verður gagnnýtt so skynsamt sum gjørligt, so at allir næmingar fáa bestu læriumstøður og møguleikar fyri fakligari og sosialari menning.


Eitt av høvuðsmálunum við arbeiðinum er, at land og kommunur samstarva um at skipa ein bygnað í fólkaskúlanum, sum skal vera grundarlagið undir einari tilgongd, har bæði fakliga støðið, valmøguleikarnir og sosialu umstøðurnar hjá næmingunum verða ment.
 

   Fólkaskúlin endurskoðast Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.