Tíðindasavn


23.05.2012 Stórur áhugi at sleppa á lesi- og skrivilegu

Mánadagin var freistin at tekna seg til summar-fuglaleguna, sum er fyri børn, ið hava lesi- og skrivitrupulleikar

 

Triðja summarið á rað verður skipað fyri legu fyri lesi- og skriviveik, summar-fuglalegu, sum hon verður rópt. Áhugin hevur øll árini verið stórur, og í ár er einki undantak. Um hálvt hundrað børn hava teknað seg.


Áhugin er umleið tann sami sum í fjør, um 40-50 umsóknir eru komnar, sama tal sum í fjør, siga Frida Poulsen og Joan Knudsen, stigtakarar og fyrireikarar.

Fyrsta árið vóru umsóknirnar 70-80 í tali.

 

Legan er fyri tey, sum fara í 3. 4. og 5. flokk komandi skúlaár, og sum halda tað er torført at lesa og skriva. Tó í ár eru tað fleiri børn, sum vilja á legu, sum fara í 6. ella eldri flokk eftir summarfrítíðina.


Fleiri hava spurt, um vit ikki kunnu skipa fyri tílíkum tilboði til eldri børn. Fleiri børn, sum hava luttikið fyrr, venda aftur og eru ofta tíðliga á veg at melda seg til, ja, onkur hevur meldað seg til fyri triðju ferð.

 

Orsøkin til, at hesi børnini, sum eru ov gomul til leguna, tekna seg, er helst tí, at fá ella ongi tilboð eru til teirra, halda fyrireikararnir.
- Kanska er ein orsøk eisini, at tey nústani í ár hava frætt um summar-fuglaleguna. Vit vita, at um børn í hesum aldursbólki framvegis hava skriftmálstrupulleikar, so er vandi fyri, at teir vaksa seg uppaftur størri, og tá eru kanska allir møguleikar, sum skúlin sær, brúktir.

 

Á leguni verður miðað ímóti at geva hesum børnum eitt eyka skump í lesi- og skrivimenning teirra og skapa eitt sosialt netverk fyri tey.

 

Summar-fuglalegan er daglega og fer fram í døgunum 2. juli til 6. juli 2012 í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.

 

Legan kostar 500 kr., og matur á middegi og annað er íroknað.

 

20 børn verða upptikin á leguna. Tey fáa svar komandi viku. Kunnandi fundur fyri foreldrum og stutt lesi- og skrivikanning av børnunum verður mánadagin 25. juni 2012.
 

   Stórur áhugi at sleppa á lesi- og skrivilegu Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.