Tíðindasavn


03.05.2012 Summar-fugla legan 2. juli til 6. juli 2012

Endamálið er eisini at skapa eitt sosialt netverk fyri børn, sum eru lesi- og skriviveik.

Børn, sum fara í 3. 4. og 5. flokk komandi skúlaár, fáa høvi at fara á lesi- og skrivileguna “summar-fuglar”, har miðað verður ímóti at geva hesum børnum eitt eyka skump í lesi- og skrivimenning teirra. Endamálið er, at eftir summarleguna skulu hesir skerdu fuglar klára at flúgva, soleiðis at teir kunnu gerast frælsir at ogna sær vitan og førleika at samskifta gjøgnum hetta henta amboðið sum lesi- og skriviførleikin er. Endamálið er eisini at skapa eitt sosialt netverk fyri børn, sum eru lesi- og skriviveik.


Málbólkurin er gentur og dreingir, sum fara í 3. 4. og 5. flokkm sum ikki hava brotið lesikotuna. Tilboðið er galdandi fyri øll børn í landinum. Tó í mesta lagi 20 børn verða upptikin.
Námsfrøðiligu grundhugsanirnar eru forvitni, gleði, virkni, viðurkenning og djúphugsni. Viðurkennandi tilgond til børnini, næmingalagað læring, stuðul frá foreldrum, virkin lesi- og skrivitilgongd, spælandi tilgongd, menning av sjálvsvirði, góðar fyrimyndir, meistra lesi- og skrivitilgongdir, nýta og stimbra forvitni hjá børnunum at læra, djúphugsni og birta uppundir og varðveita lesi- og skrivigleði. Eisini er grundhugsanin at nýta teldu og aðra tøkni sum hjálpitól.


Fyriskiparar og lærarar á leguni eru Frida Poulsen og Joan Knudsen, lærarar, lesivegleiðarar og cand.pæd.pæd.psyk. Harafturat eru 4 lærarar afturat, sum undirvísa á leguni við eftirútbúgving sum serlærarar, lesivegleiðarar og orðblindalærarar. Hesir eru: Annika Marr Poulsen, Elin Nielsen, Hallgerð A. Hansen og Tove Jacobsen.

 

Legan verður í døgunum 2. – 6. Juli 2012. Frá kl. 9-15 frá mánadag til fríggjadag. Hetta er ein daglega, og hon heldur til í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.

 

Kunnandi fundur fyri foreldrum og stutt lesi- og skrivikanning av børnunum verður mánadagin 25. juni 2012. Seinasta freist at tekna seg til er 21. mai.

   Summar-fugla legan 2. juli til 6. juli 2012 Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.