Tíðindasavn


16.02.2010 At lesa eigur at vera stuttligt og hugaligt

- Dugir tú ikki at lesa og skriva, kann tað vera viðvirkandi til, hvørt tú fært eitt gott lív ella ikki; tí er tað rættiliga álvarsamt, at so nógv hava lesi- og skrivitrupulleikar, siga tær báðar Frida Poulsen og Joan Knudsen, lærarar og lesivegleiðarar, sum saman við øðrum skipaðu fyri fyrstu lesi- og skrivileguni í summar.
 
Fyrstu vikuna í skúlasummarfrítíðini høvdu 20 børn, sum ganga í 3., 4. og 5. flokki, høvi at koma á lesi- og skrivilegu í nýggja skúlanum á Løgmannabreyt. Endamálið við leguni, sum fekk heitið Summar-fuglar, var at geva teimum, sum ikki eru væl fyri at lesa og skriva, áræði og nakrar positivar upplivingar.
Stig til leguna tóku Frida Poulsen og Joan Knudsen; tær eru lærarar og nýklaktir lesivegleiðarar og umframt undir útbúgving til cand. ped. psyk. Afturat sær fingu tær tríggjar aðrar lesivegleiðarar, Elina Nielsen, Anniku Marr Poulsen og Tove Jacobsen; Annika Marr Poulsen og Tove Jacobsen eru eisini orðblindalærari. Umframt var Hallgerð Arge Hansen, sum er lærari, ráðgevi og serlærari við drúgvum royndum við børnum, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar.
- Sum lærari havi eg havt nógva serundirvísing við børnum, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar. Skipar tú undirvísingina øðrvísi, enn vit vanliga kenna hana, og ger hana stuttliga, so gloyma børnini tíð og stað og gerast rættiliga áhugað at læra. Tey vilja læra meiri, sita hugagóð og arbeiða miðvíst, og fleiri teirra spyrja, um tey kunnu koma aftur eftir skúlatíð. Hetta gav mær tankan at skipa fyri eini legu; ítróttafeløg og onnur skipa fyri legum í summarfrítíðini av alskyns slagi, har eitt yvirskipað mál er, so hví ikki hava eina legu, har lesi- og skriviførleikarnir verða mentir, tá ið vit vita, at tað eru børn, sum ikki læra at lesa og skriva á sama hátt og aldurssvarandi sum floksfelagarnir, sigur Frida Poulsen.
 
Sett aftur í menning
At skúlar longu tíðliga í juni byrja at slaka í undirvísingini, gagnar ikki teimum, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar, vísir Joan Knudsen á.
- Í øllum førum hjá teimum yngstu verður undirvísingin leysari tíðliga í juni; so at siga allan juni er annað enn tað fasta á skránni, og allan juli og til hálvan august hava tey frí. Tá skúlin byrjar aftur, kemur ferð ikki á undirvísingina beinanvegin. Tí kunnu einir tríggir mánaðir ganga, har børnunum ikki nýtist at lesa. Tey, sum eru væl fyri at lesa, lesa kortini, men hini, sum hava trupulleikar at lesa, lesa einki. Hetta ger, at tey verða sett aftur í lesimenningini. Uppleggið hjá okkum til foreldrini at teimum, sum komu á lesi- og skrivileguna, var tí, at tey eftir leguna skuldu eggja børnunum at lesa eitt sindur alla tíðina – á ein stuttligan máta.
Lesivegleiðararnir halda, at samfelagið hevði vunnið nógv við einum positivari hugburði til tað at lesa.
- Lesing og skriving botnar í samskifti; øll menning er samskifti, og samskiftið byrjar jú longu í viðgongutíðini, so mann kann siga at lesimenningin byrjar í grundini longu tá. At lesa skal vera stuttligt og hugaligt, og tað at lesa eigur at vera nakað, tú gert av hugi og gleði, sama um tað er í skúla, heima ella tá tú fert at ferðast. Hetta snýr seg eisini um eina hugburðsbroyting hjá foreldrum. Foreldur kunnu gera so øgiliga nógv saman við børnum sínum, sum mennir tey at lesa og skriva, sigur Frida Poulsen.
- Uppliva børnini, at tey ikki duga at samskifta í lesing og skriving, so samskifta tey upp aftur minni og koma í eina keðiliga ringrás. Tað kom týðiliga til sjóndar á leguni, at nógv børn vóru bangin fyri at royna at lesa og skriva. Tey eru ivaleyst von at koma í støður, har tey geva skarvin yvir. Tey hava eina ímynd um, at tey ikki duga, og tí royna tey ikki. Tí var tað ógvuliga stuttligt at síggja, hvussu tey spakuliga mentust og fingu áræði. Nógv fingu eina uppliving av, at tey duga meiri enn tey halda, at tey duga, sigur Joan Knudsen.
 
Positivar upplivingar
Stigtakararnir høvdu sett sær fyri, at øll á leguni skuldu fara heim aftur við positivum upplivingum.
- At seta sær fyri, at øll skulu duga at lesa eftir bara einari viku ber ikki til. Hinvegin royndu vit at geva teimum áræði at royna og birta upp undir eina gleði at læra. At seta eina menning í gongd. Børnini mentust nógv hesar dagarnar; bara hetta at tora betur er eitt stórt stig hjá nógvum, at royna at lesa og ikki vera so bangin fyri at siga ella lesa nakað skeivt, sigur Joan Knudsen.
- Børnini sluppu at royna ymiskt, tey ikki hava roynt áður; tey fingu eina uppliving av, at tað eisini ber til at hava tað stuttligt, meðan mann lærir. At koma at kenna onnur børn, sum eru í sama báti sum tey, hevur eisini týdning. Summi av børnunum kendu t.d. einki til 10-fingraskipanina, og tað er eitt sindur undrunarvert, at børn, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar, ikki kenna til hesa skipanina, sum kundi verið grundleggjandi í byrjunarundirvísing og ikki minst í serundirvísing, sigur Frida Poulsen.
 
Øðrvísi enn skúlin
Lesi- og skrivilegan varð skipað øðrvísi enn ein skúli.
- Børnini fingu góðan mat og sluppu at spæla, hóast dagurin var langur og ‘pakkaður’ við ‘læring’, har ongin ringiklokka breyt virksemið av. Tey kundu velja seg inn á nógv og ymisk verkstøð, sum vardu umleið tveir tímar hvørt, og øll verkstøðini tóku støði í samskifti, talu, ljóði, lesing og skriving upp á ein stuttligan og øðrvísi máta, enn tey kenna úr skúlanum. Hóast karmarnir vóru leysari enn í einum skúla, so vóru tað nøkur ting, tey skuldu gera, til dømis skriva dagbók. Tá ið legan var liðug, fingu tey ymiskt heim við at lesa, sigur Joan Knudsen.
 
Ymiskt fyri
Børnini vóru ógvuliga ymiskt fyri í lesing og skriving. Vikuna undan, at legan byrjaði, var foreldrafundur; samstundis var samrøða við hvørt einstakt barn, og ein lítil kanning gjørd av teimum, fyri at vita á hvørjum stigi tey eru.
- Vit kendu nøkulunda, á hvørjum stigi børnini eru; summi vóru betur fyri, enn vit høvdu væntað, og summi verri fyri. Nógv teirra vóru ikki serliga opin og høvdu ikki gott sjálvsálit, uttan iva tí tey hava fingið nøkur niðurløg. Vit tosaðu opið um, hví tey vóru har, og ein treyt, vit settu frammanundan, var, at børnini skuldu hava hug at vera har. Tað gekk øgiliga væl og skjótt at samansjóða børnini. Foreldrini vóru ógvuliga góð at samstarva við og tyktust takksom fyri, at børnini høvdu fingið henda møguleikan, sigur Frida Poulsen.
 
Ovurhond stór undirøka
At fleiri enn 70 børn í 3., 4. og 5. flokki verða meldað til lesi- og skrivilegu í summarfrítíðini, er eitt tekin um, at tey ikki fáa ta neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum. Og hetta eru næmingar, sum seinastu árini hava fingið fleiri tímar í innskúlingini enn næmingar, sum hava gingið undan teimum.
- Ivaleyst royna flestu lærarar alt tað, teir eru mentir. Tíbetur er tað ein røring í samfelagnum í og við, at vit hava fingið lesivegleiðarar, orðblindalærarar, fleiri tímar til innskúlingina og yvirhøvur at størri fokus er á týdningin á at lesa. At legan fekk so góða undirtøku, kemst eisini av, at foreldur í dag eru meiri tilvitað um týdningin at lesa. Krøvini til lesiførleika eru økt sera nógv seinastu árini, samfelagið krevur, at tú dugir væl at lesa, sigur Frida Poulsen.
Foreldur og børn eftirmettu lesi- og skrivileguna, og afturmeldingarnar eru bara góðar.
- Børnunum dámdi sera væl, onkur fekk nýggj vinfólk, og onkur vildi hava leguna at vara longri. Foreldrini lótu eisini sera væl at, sigur Joan Knudsen.
Gongst sum ætlað verður lesi- og skrivilega aftur komandi summar eftir sama leisti.
- Vit fara undir fyrireikingarnar av leguni longu í heyst. Skal hvør einstakur fáa nakað burturúr, kunnu vit ikki taka ov nógv børn inn; tí fara vit at halda okkum til 20 luttakarar. Vit hava eisini fingið áheitan um at skipa fyri leguni aðra staðni í Føroyum, men tað hava vit ikki umstøður til. Tað mugu onnur gera.
                     
“Tað hevur verið ógvuliga stuttligt at verið saman við børnunum, og tað hevur givið og lært okkum nógv.”
 
“Glað børn og glað foreldur.”
 
Námsfrøðiligar grundhugsanir: Forvitni, gleði, virkni, viðurkenning og djúphugsni. Viðurkennandi tilgongd til børnini, næmingalagað læring, stuðul frá foreldrum, virkin lesi- og skrivitilgongd, spælandi tilgongd, menning av sjálvsvirði, góðar fyrimyndir, meistra lesi- og skrivitilgongdir, nýta og stimbra forvitnið hjá børnunum at læra, djúphugsni og birta uppundir og varðveita lesi- og skrivigleði. Eisini er grundhugsanin at nýta teldu og aðra tøkni sum hjálpitól.
 
Tekstur: Turið Kjølbro
 
Skúlablaðið nr. 5, 2010
 
   At lesa eigur at vera stuttligt og hugaligt Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.