Tíðindasavn


16.12.2010 Serligur tørvur krevur serliga vitan ...

... men servitanin skal inn í skúlan og allarhelst inn í skúlastovuna at virka. Servitanin má raðfestast í skúlunum og í serundirvísingini, um hon skal gagna, sigur Frida Poulsen, lærari, lesivegleiðari og undir útbúgving sum cand. ped. psyk.

 

- Øll vilja vit, at øll okkara børn, eisini tey við serligum tørvi, skulu fóta sær í skúlanum og í samfelagnum annars. Øll, sum arbeiða við hesum, royna sítt ítarsta, men vit vita eisini, at tað eru nógv børn, sum hóast serundirvísing kanska ígjøgnum øll skúlaárini, kortini ikki hava fingið ta hjálp teimum tørvar, sigur Frida Poulsen, lærari, lesivegleiðari og undir útbúgving til cand.ped.psyk. Hon hevur havt næmingar í serundirvísing í nøkur ár, og saman við fýra øðrum lærarum skipaði hon í summar fyri lesi- og skrivilegu fyri børnum, sum hava tørv á at menna lesi- og skrivaførleikar.
 

 

- Av góðum grundum verður leitað við lykt eftir ‘bestu undirvísingarstøðu’ innan serøkið, men alt ov ofta mugu vit sanna at ‘besta undirvísingarstøðan’ finst ikki, kanska tí tað finst allastaðni, og hvørja ferð serundirvísingin eydnast. Men alt ov ofta verður ‘besta undirvísingarstøðan’ køvd av vantandi vitan og vilja av teimum, sum skuldu skipa karmarnar fyri ‘bestu undirvísingarstøðu’. Samanumtikið er tíðin kanska komin til, at vit endurskoða okkara hugburð til serligan tørv og serundirvísing.


Sum dømi um vantandi vitan og vilja nevnir Frida Poulsen, at tað alt ov ofta sæst, at stuðulstímar til serligan tørv og miðfirraðir tímar verða lagdir seinast, tá ið tímatalvan á skúlanum verður løgd, og verða spjaddir yvir alla tímatalvuna í skúlanum og kanska eisini verða nýttir til at fáa samlaðu tímatalvuna til at ganga upp.


- Minni verður hugt eftir, hvørjar førleikar lærararnir hava, sum hava hesa serundirvísing. Og hetta kann aldri vera rætt. Serligur tørvur krevur serliga vitan, eisini tá ið stuðulin verður veittur inni í flokkinum. Í grundini skuldi øll serundirvísing verið løgd fyrst, tá ið tímatalvan fyri allan skúlan verður løgd, til dømis har serundirvísingartímarnir liggja samstundis fyri allan skúlan. Hetta hevði givið møguleika at samskipa serundirvísingina á heilt annan hátt, heldur Frida Poulsen.


Góðskan á undirvísingini liggur ofta í sambandinum og samskiftinum millum lærara og næmingin, og tað broytist frá støðu til støðu. Tí kann ein skipan ella undirvísingarháttur rigga væl í summum støðum, hjá summum lærararum og hjá summum næmingum, men als ikki geva nakað úrslit hjá øðrum næmingum.


- Tað er í undirvísingarstøðunum ella í ‘praksisum’, at góðskan kann mátast, og tað er har, vit skulu inn við servitanini í breiðastu merking. Her hugsi eg um servitan og professionalismu í breiðastu merking og ikki sum rammuætlanir av ymiskum slag. Servitan kann bæði vera lærarar við drúgvum undirvísingarroyndum á økinum, lærarar við eftirútbúgving av ymsum slagi, til dømis serlærarar og lesivegleiðarar, men eisini sálarfrøðingar og fólk við t.d. hægri námsfrøðiligari útbúgving, sum kunnu vegleiða inni í flokkunum og kanska vera partur av arbeiðinum, um ikki alla tíðina so í eitt tíðarskeið. Ofta nytta góð ráð frá serfrøðini lítið, um hon ikki virkar og tekur støði tí einstaka barninum og í tí umhvørvi, tað ferðast í. Hetta krevur eisini praktiskt innlit í dagliga arbeiðið í skúlunum og ikki minst inni í floksstovuni.


- Men tá ið tað er sagt, at tað so at siga ikki finst ein ‘besta undirvísingarstøða’, so eru nøkur yvirskipað dømi um, hvat ikki er gott fyri næmingin. Til dømis hevur rákið verið tey seinastu árini, at skúlin skal vera savnandi (inkluderandi), har tímarnir til serligan tørv og miðfirraðir tímar hava verið stuðulstímar inni í flokkinum. Hetta kann vera ein góð skipan, men tað nyttar so lítið bara at koyra alt inn í skúlan og skúlastovuna, um servitanin ikki fylgir við.
 

- Ein onnur orsøk til, at serundirvísingin ger ov lítlan ella ongan mun, er, tá ið børn, sum fáa serundirvísing, verða tikin út úr felagsskapinum. Tað kann vera fysiskt við at farið verður út úr flokshølinum, men tað kann eisini vera mentalt, við tað at tey fáa aðra undirvísing enn floksfelagarnir. Soleiðis kann serundirvísingin leggja stein omaná byrðu hjá næminginum, sum framman undan er illa fyri, eisini tá ið hugsað verður um, at tú lærir í samspæli við felagsskapin. Barnið er kanska illa fyri at lesa og skriva, men tá ið tað verður tikið út úr tímanum og ger okkurt heilt annað enn hini í flokkinum, so er ilt at hóma eina undirvísingar- ella námsfrøðiliga ætlan. Tú fyrireikar ikki barnið at verða partur av undirvísingini, sum gongur fyri seg í flokkinum, ella ger tað lættari hjá tí at fylgja við teirri undirvísingini. Eitt barn, sum framman undan hevur serligan stuðul fyri neyðini, skal fyrihalda seg til tvey ymisk viðurskifti, tað sum gongur fyri seg í flokkinum, og tað, sum gongur fyri seg uttan fyri flokkin í serundirvísingini.
Skal serundirvísingin, sum verður givin uttan fyri flokkin, muna, krevur tað, at næmingurin, sum skal hava serundirvísing, ger tað sama – bara á ein øðrvísi hátt, heldur Frida Poulsen.


- Á henda hátt verður hann fyrireikaður at klára seg betur inni í flokkinum. Tað hevur alt at siga, at næmingurin kennir, at tað, sum tey gera í flokkinum, megnar hann eisini. Hevur tú hinvegin alla tíðina kensluna av, at tú ikki klárar tað sama sum hini, so kann hetta føra til skeiva menningargongd.


- Eg veit væl, at summir næmingar skulu venja okkurt serligt og tí mugu nýta annað tilfar, men t.d. at nýta tilfar til 1. flokk til næming í 3.- 4. flokki at venja bókstavir og ljóð tænir ongum endamáli.

 

Førleikadeplar
Tosað hevur verið um førleikadeplar, har børnini, sum hava serligan tørv, kunnu koma í eina ávísa tíð, kanska ein mánað, fyri síðan at koyra tey inn aftur í flokkin.
 

 

- Tað ber eisini til at skipa serundirvísingina eftir skúlatíð; tað gera tey eitt nú í Finnlandi, ella at skúlar samskipa serundirvísingina við serkunnleikanum á staðnum. Í øllum førum krevst tað, at vit hugsa serundirvísing øðrvísi.
Serfrøðingar eru ivaleysir í, at hægri innskúlingin verður raðfest, minni tørvur er á serundirvísing seinni. Tó hóast vit bæði hava fingið fleiri tímar inn í innskúlingina, so er tað ein sannroynd, at alt ov nógvir næmingar fara úr fólkaskúlanum uttan at hava lesi- og skriviførleika. Mett verður, at hesi eru eini 15-20 prosent; hetta talið átti ikki at verið hægri enn hálvtannað til trý prosent, sambært Fridu Poulsen.


- Og nógv tann mesta serundirvísingin botnar í vantandi lesi- og skriviførleika, so onkursvegna hongur góðskan í byrjunarundirvísingini og tørvur á serundirvísing seinni í skúlagongdini hjá barninum saman. Tað kann sigast alt gott um tvílæraraskipan og fleiri tímar til innskúlingina, men tað er ikki altíð, at kvantiteturin ger munin. Vit mugu eisini hyggja at kvalitetinum ella góðskuni í frálæruni, og hvussu vit skipa undirvísingina við fleiri lærarum inni, soleiðis at vit fáa gagnnýtt læraraorkuna á besta hátt.

 

Stór spjaðing
Spjaðingin í einum árgangi kann vera fimm ár, og tað er ein orsøk til, at børn verða mett at hava tørv á serundirvísing. Ein vandi kann her vera, at skúlin sum skipan ótilvitað ger børn til ‘børn við serligum tørvi’. Eitt heiti, sum ofta er ringt at sleppa burturfrá og kann hava eitt neiligt árin á menningina hjá næminginum.


- Trupulleikin kann standast av, at tú krevur tað sama av øllum, tá ið tey koma í 1. flokk, at øll skulu duga bókstavaraðið, øll skulu ígjøgnum tað sama, og øll skulu í høvuðsheitum duga og klára tað sama. Tað kann elva til, at menningin steðgar og beinleiðis verður ein forðing fyri innlæring. Summi børn kunnu møta skriftmálinum og teirri skipaðu undirvísingini bæði í lesing og skriving á einum skeivum tíðarbili; tað hevur við sær, at tá ið hesi koma í 3. flokk, so hava tey stórar trupulleikar við at lesa føroyskt, men kunnu t.d. lesa danskt uttan trupulleikar. Summi meina orsøkina vera, at tað er nústani tá, tey eru klár og búgvin at møta skipaðari undirvísing, sum vit kenna tað frá flestu fólkaskúlum. Sama síggja tey í Danmark, at donsk børn kunnu hava trupulleikar við tí danska, men tá ið tey so fáa enskt, klára tey tað nógv betur, sigur Frida Poulsen.

Lesing sum virksemi og amboð
Síggja vit lesing sum virksemi í staðin fyri sum málið, vit skulu stremba fram ímóti, er nógv vunnið, heldur Frida Poulsen.
- At síggja lesing sum virksemi krevur nógv av lærarunum, men tað duga vit tíverri ikki altíð so væl. Tað krevur eisini fjølbroytt tilfar m.a. spøl av alskyns slagi, men hetta tilfarið er ikki til á føroyskum, ikki uttan at tú gert tað sjálv, og tað hava flestu lærarar ikki orku til.


Frida Poulsen heldur, at ein týðandi orsøk til, at børn ikki fáa ta stóru nyttuna úr serundirvísing, er tí, at tað verður fokuserað ov nógv uppá bókina.


- Spyrt tú meg, so áttu lesibókaheildir at verið nógv minni nýtt í innskúlingini og kanska eisini í skúlanum yvirhøvur. Trupulleikin við at hava slíkar bókaheildir er, at vit ofta hava lyndi til bara at brúka tær. Ivaleyst er intentiónin hjá forlagnum ikki, at lærarar bara skulu brúka bókina, men tað er tíverri ofta tað, sum tað endar við. Tí verða aðrar bókmentir ikki brúktar. Og tað er ein rúgva av øðrum tilfari, tú kanst brúka, ikki minst tøkni. Skriftmálið er alla staðni, og hóast vit hava so nógva tøkni, og næstan allar bøkur eru lisnar inn, umframt at vit hava møguleika fyri at gera undirvísingina spennandi, so síggja vit hetta ikki aftur í nógvum skúlum, tí tað er framvegis bókin sum læruamboð, ið verður brúkt. Eitt barn, sum er seint í lesi- og skrivimenningini og ikki megnar at fylgja við hinum, verður beinanvegin sett til viks sum eitt barn við serligum tørvi. Í staðin eiga vit at venda tí á og hyggja at, hvørjum vit so í staðin kunnu viga upp við í undirvísingini, soleiðis at barnið klárar at fylgja við. Ert tú veik í onkrum ávísum, so er skilagott at brúka tína sterku síðu at venja tað, sum tú ert veik í. At viga upp ímóti tí veika. Vit hava lyndi til at gera tað øvuta, at leggja áherðslu á tað, barnið ikki dugir, og brúka alla orkuna har, í staðin fyri at savna seg um tað, sum barnið dugir væl. Á henda hátt kemur barnið ikki víðari. Tað kann koma fram at sama málinum, bara á ein øðrvísi hátt. Men vit halda fast í, at tey skulu lesa og skriva, og tað skulu tey sjálv. At kenna seg væl hevur alt at siga, eisini fyri, hvussu tú mennist fakliga, sigur Frida Poulsen.

 

Brúka pengarnar rætt
Fólkaskúlin fær á løgtingsfíggjarlógini umleið 270 mió krónur, og sernámsøkið, tað vil siga Sernámsdepilin og NSR-tænasturnar, Skúlin á Trøðni og sernámsøkið í fólkaskúlanum, fær 61 mió krónur. Við øðrum orðum fær økið børn undir 18 ár samlað 331 mió, og 18,4 prosent av teimum fara til næmingar við serligum tørvi, ella umleið fimta hvør króna.


- Ikki minst av teirri orsøk, at serundirvísing er so kostnaðarmikil, eiga vit at hyggja nærri at, um pengarnir verða brúktir rætt. Tí undrar tað meg, at vit ikki kanna meira, hvussu vit fáa umhvørvið at vera eitt gevandi og mennandi stað fyri barnið og brúka ta servitanina, vit sum samfelag eiga, meira inni í fólkaskúlanum. Loftið er og eigur at vera høgt, og vítt er til veggja, so rúmið, vit skulu fylla út, er stórt og fjølbroytt. Tí mugu vit savna allar góðar kreftir í hesum felags rúmi, í staðin fyri at petta sundur og byrgja inni servitan ella als ikki brúka hana, sigur Frida Poulsen at enda.

 

 

- Brent barn ræðist eld, og hevur barnið ov ofta ‘brent seg’ og ‘feilað’ í skúlanum, so byrja tað at ræðast. Vit mugu fokusera uppá tað, sum barnið dugir, í staðin fyri at brúka alla orkuna har, sum barnið ikki megnar, sigur Frida Poulsen.

 

Loftið má vera høgt, og vítt eigur at vera til veggja, um fólkaskúlin skal virka eftir sínum málum, nevnliga at vera ein skúli fyri øll

 

Barnið hevur ikki trupulleikar, men er í umhvørvi, sum er trupult fyri barnið, so spurningurin er ikki, hvussu vit fáa ‘rættað’ barnið, so tað passar inn í umhvørvið, men hvussu vit fáa umhvørvið at passa til barnið. Hetta krevur tolsemi, vitan og vilja

 

TEKSTUR: Turið Kjølbro

 

Skúlablaðið nr. 6, 2010

 

   Serligur tørvur krevur serliga vitan ... Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.