Tíðindasavn


15.02.2012 Inklusjón snýr seg um rættindi


Danmark hevur næstan heimsmet í at útihýsa næmingum frá vanligu undirvísingini í fólkaskúlum, tí umleið 8–12 % av næmingunum verða undirvíst í serflokkum og serskúlum. Føroyar mugu roknast fyri at hava heimsmet í at varðveita næmingar í vanliga skúlanum, tí tað eru bert 1,5 % av øllum næmingunum í fólkaskúlanum, sum ganga í serskúla ella serflokk. Hvat er so best: at inkludera allar næmingar í vanligu undirvísingina, ella velja frá og skipa serflokkar og serskúlar:)


Danska stjórnin hevur viðtikið, at færri næmingar skulu ganga í serflokkum; í minsta lagi 96 % av øllum næmingum skulu inkluderast í vanligu undirvísingina í 2015, og í 2020 skulu 97 % ganga í vanligum flokkum. Tó síggja vit eitt økt rák at útihýsa fleiri og fleiri næmingum í Danmark. Vit hava tí sett Janne Hedegaard, lektor og ph.d. á Danmarks pedagogiska universiteti og granskari í inkluderandi og ekskluderandi umhvørvi, stevnu fyri at viðgera spurningin. Vit spyrja hana, hvørt tað er rætt, at so nógvir næmigar sum møguligt ganga í vanliga fólkaskúlanum ella um tað er betri at skipa serflokkar og serskúlar fyri næmingar við serligum tørvi .

 

Dúgliga verður kjakast, um fólkaskúlin skal vera fyri øll, ella um vit skulu skipa serskúlar og serflokkar fyri næmingar við serligum tørvi. Eisini er tað rættiliga ymiskt frá landi til land og frá skúla til skúla, hvussu nógvar og hvørjar næmingar, mann metir egnaðar at ganga í vanligum flokkum í fólkaskúlanum. Kjakið snýr seg ofta um, hvørt bæði vanligir næmingar og næmingar við serligum tørvi læra best við at vera saman ella býttir sundur.

 

- Inklusjón snýr seg ikki um at økja um fakliga stigið ella ikki. Tað kemur í aðru røð. Inklusjón snýr seg um rættin hjá børnum at eiga virknan lut í felagsskapinum. Um fyrimunir ella vansar eru við hesi skipan, um næmingarnir læra meira ella minni við, at mann roynir at fáa fáa øll børn við, kemur í aðru røð, sigur Janne Hedegaard, lektor og ph.d. á Danmarks pedagogiska universiteti og granskari í inkluderandi og ekskluderandi umhvørvi, í samrøðu við Skúlablaðið.

 

- Inklusjón snýr seg um hugsjónir og rættindi og ikki um, hvørt fakliga úrtøkan er betri við inklusjón ella ekslusjón. Inklusjón snýr seg um rættin hjá børnum at vera við í felagsskapinum, og tí er hugtakið inklusjón meira ein hugsjónarlig verkætlan, um mann kann siga so. Tað snýr seg um rættindi og at skapa eitt samfelag, sum gevur rætt til felagsskapir.

 

Hvat so við fakligu úrtøkuni:)
- Vit hava ikki eitt eintýtt svar. Mann kann siga, at ymsar kanningar siga ymiskt. Summar vísa á, at børn við serligum tørvi læra best í serflokkum og serskúlum, og at børn, sum ikki hava serligan tørv, læra best við at vera saman við sínum javnlíkum, meðan aðrar kanningar vísa á, at bæði børn við serligum tørvi og børn, ið ikki hava serligan tørv, fáa betri úrtøku, um tey eru saman.

 

- Tað snýr seg eisini um, hvørji læringsástøði mann hellir til. Summi læringsástøði vísa á samanhang millum felagsskap og læring – at læring fer fram í felagsskapi við onnur, meðan onnur kanska meira síggja læring sum eina einstaklinga tilgongd.

 

- Tað veldst um, hvussu tú hugsar skúla og læring. Tað er eisini undrunarvert at síggja, hvussu ymiskt skúlar síggja trupulleikar, og hvussu teir verða loystir. Í summum skúlum og flokkum ber tað til at hava stóra spjaðing, meðan aðrir skúlar kunnu hava júst somu trupulleikar, men vísa hesar næmingar til serflokkar ella –skúlar. Men sum rákið er nú, verður roynt at skipa skúlar, har flest næmingar kunnu vera, eitt nú í USA, Nýsælandi, Kanada og í øðrum londum.

 

- Inkluderingshugtakið snýr seg ikki bara um at vera partur av felagsskapinum, men at eiga virknan lut í felagsskapinum. Vit vita, at trupulleikar fylgja teimum næmingum, sum hava gingið í serflokkum og serskúlum, tí tað eru lutvíst nógv færri av teimum, sum nema sær víðari útbúgving. Og hetta er ein trupulleiki í dagsins samfelagi, har útbúgving krevst til nærum alt. Inkluderingshugtakið er eisini ein liður í at fáa flest at fóta sær í útbúgvingarskipanini seinni í lívinum og í samfelagnum annars.

 

- Skúlin er eitt stað, har tú lærir saman við øðrum, so tað nyttar lítið, t.d. at hava serflokkar við einum ávísum trupulleika, tí so lærir tú jú ikki av hinum, sum ikki eru í somu trupulleikum. Inkluderandi hugsanin er, at skúlin fær førleika og servitan at handfara teir ymsu trupulleikarnar.

 

Hvørjar førleikar hugsar tú um:)
- Ja, tað kann vera so nógv. Sernámsfrøðiligan førleika í breiðastu merking, har eisini lærarar menna sín førleika í sínum dagliga arbeiði. Taka vit t.d. atferðartrupulleikar sum dømi, so er tað uppgávan hjá læraranum at greina út, hvør tørvur er á t.d. sálarfrøðingi, námsfrøðiligum ráðgeva, tali- og hoyrilærara, serlærara, akt-lærara, lesivegleiðara og so framvegis.

- Men lærarar skulu eisini gerast dugnaligari til at finna útav, hvat teir hava brúk fyri, soleiðis at teir sjálvir kunnu loysa trupulleikar, t.d. um mann hevur tørv á ráðgeving, supervisjón, stuðulslærara og øðrum, soleiðis at til ber at leggja eina næmingalagaða undirvísing til rættis.

 

- Ofta hugsa vit, at trupulleikin liggur í barninum, men inklusjónshugtakið ber í sær, at alt er treytað av, hvussu umhvørvið sær barnið. Og tí er so neyðugt, at lærarin verður betri til at skjalprógva ella vísa á og lýsa trupulleikan, tí tað nyttar so lítið, at mann fær orku uttanífrá, um mann ikki veit, hvat orkan skal brúkast til í felagsskapinum.

 

Tú hevur sagt, at børn ikki hava trupulleikar, men eru í trupulleikum. Kanst tú útgreina hetta:)
- Ja, tað er læringsumhvørvið, sum skapar trupulleikar. Hóast ein næmingur t.d. situr í koyristóli ella er lesiveikur ella hevur annan serligan tørv, har tú við fyrsta eygnabrái kanska kundi hugsað, at barnið hevði tað betri í einum sernámsfrøðiligum umhvørvi, so gongur inkluderingshugtakið út uppá at hyggja at vanliga umhvørvinum. Hvussu kunnu vit skapa tað almenna læringsrúmið, soleiðis at vit tryggja, at næmingurin hóast serligan tørv kortini kann vera inkluderaður.

 

Hvar gongur so markið fyri inklusjón:)
- Vit kunnu tosa um fulla inklusjón og ábyrgdarfulla inklusjón. Markið liggur fult og heilt í skúlanum. Tann einstaki skúlin má sjálvur gera av, hvar markið gongur, tí tað vísir seg at vera rættiliga ymiskt. Summi børn, ið hava trupulleikar, kunnu vera í summum skúlum, meðan tað ikki letur seg gera í øðrum skúlum. So mann kann siga, at markið gongur, har skúlin setur markið. Danski barnasálarlæknin Søren Hertz sigur, at trupul atferð hjá børnum altíð er ein innbjóðing til okkum vaksnu at gera nakað annað. Skúlans uppgáva er at finna útav, hvat tað er í undirvísingini, sum ger, at barnið ikki trívist. Og tað kunnu vera túsund orsøkir, men sum sagt, er tað skúlans uppgáva, at fáa tey at trívast og skapa undirvísingarumhvørvið, sum fær næmingin at trívast.

 

Hvør er orsøkin til, at fleiri og fleiri børn fáa diagnosu:)
- Ein frágreiðing kann vera, at okkum tørvar at leggja ábyrgdina frá okkum. Men tá tað er sagt, so vil eg eisini siga, at nøkur børn fáa hjálp við at fáa staðfest eina diagnosu. Men so leingi tú ikki tekur ábyrgd og sær meining við inklusjónshugtakinum, so tráar tú meira og meira eftir at staðfesta trupulleikan í barninum, heldur enn umhvørvinum:)

 

Danska stjórnin hevur viðtikið, at færri næmingar skulu ganga í serflokkum; í minsta lagi 96% av øllum næmingum skulu inkluderast í vanligu undirvísingina í 2015, og í 2020 skulu 97% ganga í vanligum flokkum. Tó síggja vit eitt økt rák at útihýsa fleiri og fleiri næmingum. Hvussu hongur hetta saman:)
- Um skúlar og lærarar ikki ganga á odda í hesi tilgongdini, so hendir onki. Tað skal ein hugburðsbroyting til.

 

Hví er so stórur munur á granskingartilmælum og so tað, sum hendir í fólkaskúlanum, heldur tú:)
- Eg haldi, tað snýr seg um mentan, um hugburð og um virði. Um lærarar ikki síggja nakra meining í at inkludera næmingar og at arbeiða við næmingum við serligum tørvum, so hendir tað ikki. Tað er í grundini har, valdið liggur, tað liggur úti í skúlunum hjá lærarunum, tí tað eru teir, sum skulu seta skipanir í verk.

 

TEKSTUR: Frida Poulsen

 

Skúlablaðið nr. 3, 2011

 

 


 

   Inklusjón snýr seg um rættindi Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.