Tíðindasavn


09.02.2012 Eg brenni fyri øktari lesifatan millum næmingar

- Tá eg var lærari, var tað ofta torført fyri meg at skilja, at teir tekstir, eg tók við til næmingar, ikki góvu næmingunum tað, eg helt teir skuldu fáa burturúr. Næmingarnir fingu snøgt sagt ikki so nógv burtur úr hesum tekstum, sum teir áttu, og eg saknaði hættir at undirvísa í lesifatan. Hesin tankin fór ikki frá mær aftur, og tí fór eg at seta meg inn í, hvussu eg kundi undirvísa næmingum í at skilja tekstir betur. Og tað er hetta, eg havi tikist við síðani tá og brenni fyri; hetta at allir næmingar skulu fáa møguleika at økja um lesifatan sína, sigur Lisbeth Hoff, cand. ped. í donskum og master í lesi-skriviháttarlagi

Tú skalt halda skeið í Føroyum fyri fólkaskúlalærarum í fakligari lesing og lesifatan. Hvat kunnu lærarar vænta av øktum førleika aftaná skeiðið:)
- Eg vóni og vænti, at teir fáa innlit í, hvussu torført tað er fyri nógvar næmingar at skilja og fata fakligan tekst. Nógvir lærarar eru jú góðir lesarar sjálvir, so tað kann vera trupult fyri teir at skilja, at tekstur kann vera torførur at fata. So eitt endamál við skeiðnum er at geva lærarum innlit í, hvussu og hví tekstur kann vera torførur.


Tað eru ógvuliga nógv viðurskifti, sum gera seg galdandi, tá ein tekstur skal fatast. T.d. hevur orðanøgdin hjá næminginum, bæði hvussu stór hon er, og hvussu góð hon er, stóran týdning, um næmingurin skilir ein tekst. Faktekstur er ofta pakkaður við abstraktum orðum og við kunning, har tað kann vera torført at taka vitanina burturúr. At lesa fagrar bókmentur er hinvegin at fylgja við í eini søgugongd, og tað er ofta lættari. Nattúruvísandaligir tekstir eru mangan truplir at skilja, og lærarar í hesum lærugreinum eru ikki altíð tilvitaðir um, at hesir tekstir kunnu vera torførir at skilja. Skeiðið snýr seg um at gera lærarar dugnaligari til at undirvísa, soleiðis at næmingar lættari kunnu fáa vitan burtur úr hesum tekstum.


Endamálið við skeiðnum er sostatt eisini at kanna, hvat lesifatan er og at geva lærarum fatan av, hví lesifatan er ein felags uppgáva fyri allar lærugreinar. Eisini er ætlanin at geva lærarum í øllum lærugreinum ítøkilig arbeiðsamboð og
at fáa lærarar at arbeiða saman um fakligu lesingina hjá næmingunum, soleiðis at økjast kann um fakliga stigið hjá næmingunum í tilvitaðum arbeiði við lesifatan næminganna.

 

Hvørjar eru tínar fakligu fortreytir:)
- Eg eri fyri tað fyrsta fólkaskúlalærari við 14 ára starvsroyndum. Harumframt eri eg cand. ped. í donskum og master í lesi-skriviháttarlagi. Eg havi í meira enn seks ár arbeitt við menningarætlanum í skúlanum, har eg serliga havi varpað ljós á fakliga lesing og lesifatan sum eitt felags menningarøki fyri allar lærarar í øllum lærugreinum.

Hvørji ástøði byggir tú títt arbeiði á:)


- Elisabeth Arnbak og Carsten Elbro, sum bæði starvast á Danmarks pedagogiska universiteti, hava verið mínar størstu kveikingarkeldur, so mítt arbeiði byggir á hesa gransking. Men sjálvandi havi eg eisini funnið kveiking aðrastaðni, eitt nú úr USA og Italia.

 

Hvussu ert tú vorðin áhugað í at arbeiða við fakligari lesing og lesifatan:)
- Tá eg var lærari, var tað ofta so torført fyri meg at skilja, at teir tekstir, eg tók við til næmingar, ikki góvu næmingunum tað, eg helt teir skuldu fáa burturúr. Næmingarnir fingu snøgt sagt ikki so nógv burtur úr hesum tekstum, sum teir áttu. Eg helt, at tað var so torført fyri nógvar næmingar at skilja tað, teir lósu, og eg saknaði hættir at undirvísa í lesifatan. Hesi tankin fór ikki frá mær aftur, og tí fór eg at seta meg inn í, hvussu eg kundi undirvísa næmingum í at skilja tekstir betur. Faklig lesing snýr seg í roynd og veru um at duga at taka vitan burtur úr teksti. Og næmingar hava brúk fyri at fáa vitan, hetta hevur stóran týding fyri alla víðari læring. Eitt, sum nógvir næmingar hava trupult við, er at taka sína egnu forfatan og vitan um verðina inn í lesifatanina. So ein týðandi partur er at byggja brýr millum egna vitan og vitanina í teksti, soleiðis at hon byggir víðari á vitanina, næmingurin hevur frammanundan. Nógvir næmingar, sum hava veika lesifatan, hava trupult við at brúka sína egnu vitan. Og tað er nakað, vit skulu undirvísa teimum í.

 

Hvat er faklig lesing:)
- Faklig lesing kann vera at lesa veðrið, støddfrøði, alis- og evnafrøði, søgu, støddfrøði, nattúru- og tøkni og so framvegis. Vit lesa hesar tekstir fyri at fáa vitan og at læra, og tað er hetta faklig lesing snýr seg um.

 

Og hvussu skulu vit skilja lesifatan:)
- Lesifatan er eitt djypri lag til dømis av fakligari lesing. Tað snýr seg um at kunna brúka og ogna sær vitanina, tú fært við at lesa. Til dømis um ein skal lesa eina matuppskrift, so er tað ikki nóg mikið, at tú tekniskt lesur uppskriftina. Tú mást eisini kunna gera ein rætt burtur úr uppskriftini. Tað er hetta, lesifatan snýr seg um, at fáa vitan burtur úr tí lisna og fáa brúkt hesa vitan.

 

Hví er skeiðið fyri allar lærarar og ikki bert fyri lærarar í til dømis móðurmálinum:)
- Lesifatan og faklig lesing er ein uppgáva fyri allar lærarar í øllum lærugreinum. Orðavalið og orðanøgdin er ógvuliga ymisk í teimum ymsu fakunum. Til dømis kann orðið ‘súla’ merkja eitt í arketekturi, meðan tað merkir nakað heilt annað í støddfrøði.

 

Hvussu kunnu allir lærarar í einum flokki arbeiða við fakligari lesing og lesifatan:)
- Teir kunnu seta sær eitt felags mál um til dømis at lyfta lesiførleikan. Teir mugu gera eina avtalu um, at hetta er ein felags uppgáva. Tað kann millum annað snúgva seg um, hvussu tú brúkar tekstir, hvussu tú skilir teir, og hvat tú ítøkiliga vilt leggja dentin á í flokkinum. Hetta er ein ov stór uppgáva hjá einstaka læraranum at lyfta, og tí má læraratoymið um flokkin lyfta hesa uppgávu í felag.

 

Hvat siga tey nýggjastu ástøðini og nýggjasta granskingin um lesifatan og fakliga lesing:)
- Tað er alt, sum bendir á, at orðanøgdin hevur alstóran týdning fyri lesifatanina. Nýggjasta granskingin innan øki vísir eisini á, at tað hevur alstóran týdning, at allir lærarar í øllum lærugreinum arbeiða saman um lesing og lesifatan. Tað hevur eisini alstóran týding, at næmingar verða undirvístir í, hvussu tú lesur fakligan tekst.


Er hetta nakað, arbeiðast skal við frá 1. flokki:)
- Ja. Í 1. flokki skulu vit sjálvandi arbeiða við ljóðum og bókstavum og at læra at lesa, men at arbeiða við lesifatanini hevur eisini ógvuliga stóran týdning. Hóast fleiri næmingar í 1. flokki kanska klára at avkota skrivaðan tekst, so er ikki vist, at teir skilja. Lesifatan er jú øll meiningin við at læra at lesa, so sjálvandi skulu vit arbeiða við lesifatan beinavegin.

 

Skal lesifatan og faklig lesing ganga hond í hond við lesiinnlæringina í innskúlingini:)
- Ja. Tað hevur stóran týdning, at tað ógvuliga tíðliga verður lagdur dentur á, at lesing eisini rúmar eini fatanartilgongd. Annars kunnu vit enda við ‘papageyka-lesarum’ – hesi, sum kunnu lesa ein tekst upp, men ikki skilja innihaldið. Avbjóðingin í teimum yngru flokkunum er, at tey ofta skilja innihaldið betur, enn tey kunnu avkota ella lesa tekstin. Tey eru í gongd við at læra at lesa, men tey hava jú longu nakað av vitan um verðina. Til dømis kundi eg ímyndað mær, at føroysk børn vita nógv um veðrið, fuglar og nattúruna, men tey kunnu ikki lesa tekstir, sum innihaldsliga eru avbjóðandi í mun til teirra vitan. Tí hevur tað stóran týdning, at mann sum lærari eisini lesur tekstir upp fyri næmingunum.

 

Hava danskir næmingar trupulleikar við lesifatan og fakligari lesing:)
- Vit hava sæð, at vit eisini í Danmark hava tørv á at leggja dent á at undirvísa í lesifatan og fakligari lesing. Í Danmark hevur mann eisini sæð, at mann verður noyddur at arbeiða málrættað við lesifatan í øllum lærugreinum. Teir ymisku tekstirnir í teimum ymisku lærugreinunum hava ein bygnað, eina orðanøgd og miðla eina vitan, sum er serlig fyri júst tað ávísa fakið, og tí skalt tú í hvørjum einstøkum faki arbeiða við at skilja og ogna tær ta serligu vitan, sum tekstirnir í fakinum miðla.

 

Hvør er orsøkin til, at næmingum vanta lesifatan:)
- Ein orsøk kann vera, at vit hava vera so upptikin av sjálvari avkotingini – hetta at læra at lesa – at vit hava gloymt, at lesifatanin skal fylgja við. Ein onnur orsøk kann vera, at vit hava ikki siðvenju í at undirvísa beinleiðis í at skilja tekst í øllum fakum.
Nógvum vanta orðanøgd. Orðanøgdin mennist og økist, tá mann lesur, tosar saman og ferðast í stimbrandi og orðaríkum umhvørvi.
Lesifatan hevur nakað at gera við evni at hugleiða (reflektera) yvir tað lisna/lærda og at síggja eitt endamál við at lesa. At seta sær spurningin, hvat tú skalt brúka tað lisna til, og hvussu tú kanst sortera í teirri vitan, tú fært. At kunna reflektera yvir tað lærda er sostatt ein partur í arbeiðinum við lesifatan. Men orðanøgd, orðavitan, vitan um slag av teksti, forfatan, evni at fokusera á tað týdningarmesta í tekstinum, evni at seta kunningina saman – alt hetta hevur eisini týdning fyri lesifatanina.

 

Hvat eyðkennir ein næming, sum hevur góða lesifatan og dugir væl at lesa fakligan tekst:)
- Hesin næmingurin kennir endamálið við sínari lesing. Hann er tilvitaður um, hvat hann leitar eftir og dugir at meta um, hvat eru týdningarmikil brot og orð í tekstinum. Hann dugir at brúka sína forfatan og dugir at lesa allan tekstin og tað, sum hoyrir til. Til dømis yvirskriftir, myndir, grafar o.a. Næmingurin er eisini tilvitaður um sína egnu fatan og bøtir um, tá fatanin ikki er nóg góð. Hetta ger hann við til dømis at seta lesiferðina, soleiðis at hann tillagar lesiferð og lesifatan. Her er nógv, sum skal samvirka. Tað, sum ger tað so trupult at undirvísa í og meta um lesifatan, er, at alt hetta er jú ikki sjónligt fyri ein uttanfyristandandi, eitt nú læraran, tí lesitilgongdin gongur jú fyri seg inni í høvdinum á næminginum, so vit síggja jú ikki lesi- og læritilgongdina.

 

Og til allarseinast – hevur tú verið í Føroyum fyrr:)
- Ja, tað havi eg. Eg havi hildið fleiri skeið í Føroyum seinastu 3 árini, og so havi eg eisini verið her og ferðast nakrar ferðir. Og eg gleði meg til at koma aftur ...

 

Myndatekstur:

Lisbeth Hoff, sum fer at halda skeið fyri øllum lærarum fólkaskúlans í lesifatan og fakligari lesing


 

Faklig lesing er partur av eini stórari verkætlan, sum verður skipað í øllum fólkaskúlanum skúlaárini 2011/12 og 2012/13. Tilsamans fimm skúladagar verða brúktir hesi skúlaárini. Tveir dagar til fakliga lesing og tríggir til kunningartøkni. Nám samskipar verkætlanina í samstarvi við Mentamálaráðið og skúlaleiðslurnar. Verkætlanin verður skipað úti í skúlunum, so allir lærarar kunnu vera við.


Lesiverkætlanin skal varpa ljós á, hvussu lærarar í einum flokki kunnu seta arbeiðið við lesifatan hjá næmingunum á dagsskránna í undirvísingini, soleiðis at allir lærarar lyfta í felag til gagns fyri úrtøku næminganna í øllum lærugreinum. Gjøgnum ítøkiligar tilgongdir við arbeiðinum við fakligari lesing fáa lærararnir innlit í nýggjastu ástøði og hugsanir handan fakligu lesingina. Undirvísari er Lisbeth Hoff, cand. ped. í donskum og master í lesi-skriviháttarlagi.

 

Tekstur: Frida Poulsen

 

Skúlablaðið nr. 4, 2011


 

   Eg brenni fyri øktari lesifatan millum næmingar Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.