Tíðindasavn


09.02.2012 Lesivegleiðari til arbeiðis …

- Eg eri ikki í iva, at alt jaligt arbeiði kring landið ber á ein ella annan hátt ávøkst. Soleiðis er eisini við arbeiðinum sum lesivegleiðari, sigur Nita Næs, sum júst er byrjað sum lesivegleiðari í Suðuroy.

Í 2008 setti Mentamálaráðið, við íblástri frá okkara grannalondum, eitt nú Danmark, fyrstu lesivegleiðaraútbúgvingina á stovn í Føroyum. Útbúgvingin var ætlað at geva fólkaskúlalærarum førleika at vegleiða og hækka stigið og góðskuna á skriftmálsundirvísingini í fólkaskúlanum. Fyrstu lesivegleiðararnir fóru til verka við skúlaársbyrjan í 2010 við eini eftirútbúgving, sum helst skuldi borið so góðan ávøkstur sum yvirhøvur møguligt. Men fleiri byrjanartrupulleikar hava verið. Til dømis vóru tað fyrsta árið ikki oyramerktir tímar frá Mentamálaráðnum til hetta arbeiðið. Hetta førdi við sær, at teir skúlar, sum raðfestu lesivegleiðing í skúlunum, vóru noyddir at taka tímar av miðfirraðu játtanini. Hetta skúlaárið eru tímar oyramerktir til lesivegleiðaraarbeiðið, men tað er framvegis ikki eitt krav, at skúlar taka av hesum tímum. Aðrir trupulleikar og forðingar eru til dømis, at tímarnir ikki eru nóg nógvir. Tað er trupult at fara undir eitt arbeiðsøki, har ein stór avbjóðing kann vera at fáa fólk at taka ímóti hesi vegleiðing og kveiking – her verður hugsað um foreldur, lærarar, serlærarar, leiðslu og onnur. So ein stórur spurningur er uttan iva, hvussu lesivegleiðarin kann fáa skúla, lærarar og børn, og ikki minst foreldur, at kenna, at tey kunnu nýta hesa servitan til nakað. Ein teirra, sum stendur við hesi stóru avbjóðing, er Nita Næs, sum hetta skúlaárið er byrjað sum lesivegleiðari í Suðuroynni. Nita Næs er einasti útbúni lesivegleiðarin í Suðuroynni.

 

Týdning at fáa foreldur á tal
- Hetta skúlaárið geri eg so mínar fyrstu arbeiðsroyndir, so tað er ein lærurík tilgongd. Eg havi í samstarvi við leiðsluna í teimum trimum skúlunum lagt til rættis, hvussu henda fyrsta tíðin skal skipast. Eg havi hildið fyrilestur á felags foreldrafundi í Porkeri, Sumba og Hvalba, har eg havi hugleitt um, hvussu foreldur kunnu vera við til at menna lesiáhugan og lesiførleikan hjá barninum. So mín avbjóðing sum lesivegleiðari var at siga nakað um hetta evnið, ið kundi eggja foreldrunum at vera við í lesitilgongd barnsins, og siga nakað, sum foreldrini vónandi kenna aftur og kunnu taka til sín. Kanningar vísa, at heili 70 prosent av innlæringini hjá einstaka næminginum fer fram til umleið 12 ára aldur í heimliga umhvørvinum, har barnið kensluliga er knýtt. Hetta er á mangan hátt nýggj vitan, tí vit hava eina gamla mynd í høvdinum, ið sigur, at tað er lærarin og skúlaumhvørvið, ið er læringarumhvørvið, og sum hevur evstu ábyrgd fyri allari innlæring, sigur Nita Næs.

 

Íblástur til góða skriftmálsmenning
- Annars skipi eg mítt arbeiði í evni og øki. Sum lesivegleiðari havi eg ognað mær fakliga servitan innan vegleiðing og eftirmeting í skriftmálsundirvísing og lesing í øllum lærugreinum. Hetta eru evni, sum kann gera lesivegleiðaran til ein natúrligan part av eitt nú undirvísingartilgongd lærarans, lærutilgongd næmingsins, lesimenningartilgongd skúlans, og skulu vit verða heilt idealistisk – so er hugsandi, at lesivegleiðarin eisini hevur nakað við lesipolitikkin hjá kommunini at gera. Evnini eru mong og ymisk, og tí er tað av stórum týdningi, at lesivegleiðarin í samráð við leiðsluna og lærarar á staðnum ger av, hvussu raðfest verður ávísa skúlaárið. Í Hvalba har eg til dømis havi 1 tíma um vikuna, kann eg eitt nú gera lesiprofil av næmingum, ella eg kann, um ávísi lærarin ynskir tað, gerast ein partur av eini ávísari lesitilgongd. Nýggj gransking og royndir vísa, at við røttum og fjølbroyttum hættum og miðvísum arbeiði ber tað til at fáa flest allar næmingar at gerast góðir lesarar. Eisini ber til at gera eitt samstarv við bókavørðin, til dømis við einum árligum lesiátaki. Tá ið tað um lesing ræður, so er tað bert hugflogið, sum setir mørk – tí í grundini ber alt til.

 

Tímar ikki gagnnýttir
Hetta skúlaárið arbeiðir Nita Næs tilsamans tveir tímar í Hvalbiar skúla, Porkeris skúla og Sumbiar skúla. Tvøroyrar skúli og Vágs skúli hava ikki tikið av lesivegleiðaraleiklutinum hetta skúlaárið. Tvøroyrar skúli hevur latið tímarnar til orðblindaleiklutin, meðan Vágs skúli hevur raðfest oyramerktu tímarnir á annan hátt.
- Tí verður játtanin til lesivegleiðing ikki gagnnýtt, sum hon eigur, í skúlaskipanini í Suðuroy í ár, og tað meti eg vera stórt spell, tí tað eru børnini, sum missa hetta slag av virksemi.


Høvdu allir skúlar í oynni tikið av tilboðnum frá Mentamálaráðnum, hevði lesivegleiðarin helst skipað arbeiðið øðrvísi hetta skúlaárið.
- So hevði eg ivaleyst havt dagar, har eg bert hevði arbeitt sum lesivegleiðari, og tað hevði verið lættari at farið inn í undirvísingarstøðurnar í skúlastovuni og harvið eygleitt og gjørt ein mun í vanliga skúladegnum. Tað kundi eisini hugsast, at ein lesivegleiðari úr einum øðrum øki í landinum kom suður ein dag um vikuna, og so hevði eg havt ein útbúnan lesivegleiðara at sparra við; tað sakni eg í núverandi støðu.

 

Leiðslan lykilin
Til spurningin, hvussu hon sum nýklaktur lesivegleiðari kennir seg at vera móttikna millum næmingar, foreldur og lærarar, sigur Nita, at tað hevur verið sera jaligt í byrjanartilgongdini. Foreldur hava spurt um ymiskt viðvíkjandi lesimenningini hjá barni teirra og hava spurt, um tey gera hetta ella hatta rætt og so framvegis. Eisini hava leiðslurnar í hesum trimum skúlum og lærarar har víst áhuga.


- Tað er sjálvsagt skúlaleiðslan, sum hevur lykilin inn til arbeiðspallin hjá lesivegleiðaranum, og harvið er tað leiðslan, ið gevur grønt ljós fyri, hvussu nógv ella lítið lesivegleiðarin skal midla servitanina. Til dømis hetta, at í øllum lærugreinum er faklig lesing og skriving neyðug.


- Tímajáttanin, sum eg nú havi, ger, at tað er avmarkað, hvussu virkin eg kann vera sum lesivegleiðari. Tá ið eg bara fái hálvan tíma um vikuna í Sumbiar skúla, og tað er við fyrireiking, so verður tað jú bert tíð til ein fyrilestur hetta hálva skúlaárið. So sjálvsagt høvdu fleiri tímar verið kærkomnir.


- Eg havi eisini tveir bókasavnstímar, og har kann eg innihaldsliga eisini brúka mína eftirútbúgving og fokusera á lesing á ein annan hátt. Eg eri í teirri hepnu støðu, at eg havi fingið skúlaflokkar, ið rættiliga geva mær íblásur til bæði at undirvísa og somuleiðis íblástur til lesivegleiðaraleiklutin.


Til spurningin um hon fær nøktandi kveiking, til dømist frá leiðslu, øðrum lesivegleiðarum og lesivegleiðarafelagnum, sigur Nita, at tað besta hevði verið, um tað vóru minst tveir lesivegleiðarar í oynni.


- Tá ið vit vóru liðug við eftirútbúgvingina, so gjørdu vit eina lesivegleiðarastevnu inni á FirstClass, og ta stevnuna brúki eg nógv. Har fái eg nýggja vitan, íblástur og góð ráð. Tað er sera mennandi, og stevnan virkar á ein hátt sum ein arbeiðsfelagi hjá mær, tá tað um lesivegleiðing ræður. Eisini havi eg eitt sindur av samarbeiði við sertoymið í Hvalbiar skúla. Lesivegleiðarafelagið hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri at fáa okkara arbeiðsøki lýst og hevur skumpað undir, at vit til hetta skúlaárið fingu oyramerktar tímar. Sum eg havi frætt, so er ein kunngerð ávegis í Mentamálaráðnum; so er bara at vóna, at henda kunngerð verður lýst, viðgjørd og viðtikin á tingi, sigur Nita Næs.

 

Arbeiðið krevur javna dagføring
- Eg eri ikki í iva, at alt jaligt arbeiði kring landið ber á ein ella annan hátt ávøkst. Arbeiðið tykist bera ávøkst, tá mann sær eina miðvísa framgongd. Tað kann vera, tá ið eg siti við næmingum, ið ikki hava brotið lesikotuna, í jaligum samrøðum og áhaldandi stuttligum lesiløtum, har vit seta okkum mál og fáa nógv áhugavert frá hondini. Hetta kann eisini vera, tá ið eg merki, at eg havi eitt tætt og gott samstarv við foreldrini um lesimenningina hjá einstaka barninum. Somuleiðis tá ið skúlaskipanin, her hugsi eg um Mentamálaráðið, skúlaleiðslu og lærarar, virkar sum ein heild, sum hevur eittans í huga, og tað er at gera skúlatíðina hjá einstaka næminginum so stimbrandi sum gjørligt – sama hvar í landinum næmingurin býr.


Spurningurin, hvussu umstøðurnar hjá lesivegleiðarum kunnu gerast betri, er stórur og hevur nógv ymisk svar, sigur Nita Næs.
- Skulu vit veruliga virka, soleiðis at tað í hvørjum einasta skúla kring landið ber til at fáa eina heildarmynd av lesistøðuni hjá einstaka næminginum, so mugu vit hava nógv størri tímajáttan. Serliga tá ið vit eisini skulu hava stundir at seta nýggj ítøkilig námsfrøðilig mál fyri lesimenning á dagskrá og ikki at gloyma tann fyribyrgjandi leiklutin, sum er ein stórur partur av arbeiðsøki okkara. Sum flest allar keldur eru samdar um, so hevur lesivegleiðarin eina týdningarmikla uppgávu í nútíðar skúlanum. Lesivegleiðarin skal við síni vitan um mál- og lesimenning og síni vitan um ígongdsetaratilgongdir vera vegleiðari, kveikjari og ígongdsetari og harvið virka við til at skapa dygdargott læriumhvørvi til góða lesimenning. Henda kós krevur tíð, orku og ikki at gloyma dagføring av nýggjari vitan innan økið, sum alla tíðina er í støðugari menning. Ein einsamallur lesivegleiðari kann ikki gera tað heilt stóra, men í tøttum samstarvi við eina skúlaleiðslu og lærarar í ávísa skúlanum, har allir partar velja at vilja menning innan lesiøkið, kann nógv skilagott spyrjast burturúr, og har verður altíð einstaki næmingurin vinnarin.


- Yvirskipað er tað altíð Mentamálaráðið, sum ger av, hvønn veg vit skulu fara, og hví vit skulu fara júst tann vegin. Føgur orð um lesimenningarleið næmingsins kunnu lætt enda í eini ólavsøkurøðu ella eini løgmansrøðu, og har er tað, at politiska handverkið kemur inn og eigur at gera tað møguligt, at føgru orðini náa heilt inn um skúlans gátt og harvið skapa virði og geva vøkstur bæði fyri einstaka næmingin og fyri samfelagsmenningina sum heild. Tað meti eg, at fyrrverandi landstýriskvinna í mentamálum megnaði, nú allir lærarar skulu á skeið í fakligari lesing. Eitt má eg siga afturat, tað kennist meiningsfult at arbeiða sum lærari og lesivegleiðari, tí tað snýr seg alla tíðina um eina menningartilgongd, sigur Nita Næs at enda.

 

Myndatekstur: Tilvitað málslig menning kann eisini fara fram í virksemi sum hesum, har vit binda á tindum og samstundist tosa og skriva um tað, ið vit gera, sigur Nita Næs.

TEKSTUR: Frida Poulsen
frida.poulsen@skulin.fo
 

 

Skúlablaðið nr. 6, 2011

   Lesivegleiðari til arbeiðis … Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.