Tíðindasavn


20.01.2012 Sonja hjá Samtaki hugtikin

Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá samtakinum hjá yrkisfeløgum, Samtaki, fegnast um samstarvið millum arbeiðsloysisskipanina, ALS, Mentamálaráðið og kvøldskúlan í Havn um at førleikamenn arbeiðsleys og onnur, ið vilja koma sær fram í samfelagnum


- Hetta er frálíkt, og vit hava eisini sæð, at tað hava verið nakrar eldsálir, sum tey seinnu árini rættiliga hava sett fokus á trupulleikan við, at tað eru so nógv, sum í roynd og veru eru lesi- og skriviveik.

 

Sonja leggur serliga dent á tað stóra og víðfevnda arbeiði, sum felagið Lesi- og Skriviveik við forkvinnuni Annu Karini Kjeld hevur skipað fyri. Harafturat tóku tveir lærarar, Frida Poulsen og Joan Knudsen, stig til at skipa fyri fullteknaðari summarlegu, tey rópa Summar-fuglar, í 2010 og 2011. Hetta var lega hjá lesi- og skriviveikum børnum í 3., 4. og 5. flokki.


Endamálið var, at børn, sum fara í 3., 4. og 5. flokk fingu høvi at fara á lesi- og skrivileguna og har verða stimbrað í lesi- og skrivimenning síni. Eftir summarleguna skuldu hesi børn hava ment sín lesi- og skriviførleika, soleiðis at tey betur eru før fyri at samskifta gjøgnum hetta henta amboðið sum lesi- og skriviførleikin er. Endamálið var eisini at skapa eitt sosialt netverk fyri børn, sum eru lesi- og skriviveik.


Legan, sum var ein daglega, var fyri øll børn í landinum, tó í mesta lagi 20 børn.
 

Á heimasíðini hjá Snar stendur at lesa um Summar-fuglar, at námsfrøðiligar grundhugsanir eru viðurkennandi tilgongdir til børnini, næmingalagað læring, stuðul frá foreldrum, virknar lesi- og skrivitilgongdir, spælandi tilgongdir, menning av sjálvsvirði, góðar fyrimyndir, meistra lesi- og skrivitilgongdir, nýta og stimbra forvitni hjá børnunum at læra, djúphugsni og birta uppundir og varðveita lesi- og skrivigleði. Eisini er grundhugsanin at nýta teldu og aðra tøkni sum hjálpitól.
 

Lærarar á leguni vóru útbúnir lesivegleiðarar og orðblindalærarar. Lærarar, serlærarar og orðblindalærarar vóru Annika Marr Poulsen, Elin Nielsen, Tove Jacobsen og Hallgerð A. Hansen Legan varð hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.


Henda lega, sigur Sonja Jógvansdóttir, er einastandandi.


Í 2011 stovnaði Samtak eina virðisløn, sum í sjálvum sær var ein gáva til Ingeborg Vinther, ta legendarisku forkvinnuna í Føroya Arbeiðarafelag, í sambandi við, at Ingeborg legði frá sær. Virðislønin varð stovnað í hennara navni. Virðislønin verður latin eina ferð um árið á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag.


Hesa virðisløn fekk tiltakið Summar-fuglar í 2011.


 

   Sonja hjá Samtaki hugtikin Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.