Tíðindasavn


23.09.2011 Ein viðurkenning av okkara arbeiði

Lesi- og skrivilegan Summar-fuglar, sum Frida Poulsen og Joan Knudsen, lesivegleiðarar, hava tikið stig til, hava fingið játtað granskingarstyrk úr fólkaskúlaráðnum

 

Í tvey ár hava børn við lesi- og skrivitrupulleikum havt møguleika at vera á legu, sum eitur Summar-fuglar, tvær vikur um summarið. Legan er ætlað teimum, sum halda tað er keðiligt og torført at lesa og skriva. Á leguni verður lisið og skrivað við spølum, teldum, myndum og øðrum. Undirtøkan bæði árini hevur verið nógv størri enn stigtakararnir hava væntað.

 

Frida Poulsen og Joan Knudsen stigtakarar fegnast um, at Summar-fuglar hava fingið granskingarstyrk. Spurdar um, hvat styrkurin skal nýtast til, siga tær, at tær fara at halda fram við lesi- og skrivilegum og møguliga víðkað um virksemið.

- Royndir tvey tey seinastu árini, Summar-fuglalegan hevur virkað, hevur víst ein stóran áhuga og tørv á tilboðum til næmingar, sum eru í lesi- og skrivitrupulleikum, og vit hava als ikki kunnað nøktað tørvin við tað, at fleirfaldað hava meldað seg til skeiðið, enn vit hava havt møguleika at tikið í­móti. Vit eru sera áhugaðar at menna hetta tilboðið, bæði tí vit halda, vit veruliga kunnu hjálpa børnum í­ lesi- og skrivitrupulleikum, og tí vit halda hetta arbeiðið er ómetaliga spennandi.

 

At hetta arbeiðið hevur fingið granskingarstyrk hevur stóran týdning.

- Hetta er ein fíggjarligur styrkur, men hetta kennist eisini sum ein viðurkenning frá almennari síðu fyri okkara arbeiði, og tað eru vit sera takksamar fyri. Hetta gevur áræði at halda fram og møguliga at víðka um virksemi. 

 

 
 
   Ein viðurkenning av okkara arbeiði Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.