Tíðindasavn


12.01.2011 Er lesiførleikin endamálið?

Í okkara stremban eftir, at øll børn skulu ogna sær henta amboðið, sum lesing í veruleikanum er, kann málið skugga fyri øðrum týdningarmiklum námsfrøðiligum og didaktiskum atlitum, vit sum lærarar eiga at hava í huga í byrjanarundirvísing og innskúling.

 

At gera lesikanningar fyri heilar flokkar og árgangir við jøvnum millumbili, har úrslitini verða bólkað, gerst alt meiri vanligt, eisini her hjá okkum. Men tað eru fleiri, eitt nú Jørgen Frost, professari, sum eru sera ivingarsom um kanningar, sum skulu skjalprógva, hvar í lesimenningini barnið er. Hetta millum annað tí, at tað kann føra til kapping millum skúlar, millum øki og millum lond, og tað tænir ongum endamáli. Í staðin áttu skúlarnir at kappast innanhýsis til tess at menna frálæruhættir og aðrar førleikar hjá lærarum og næmingum. Til dømis kann mann sum skúli seta sær sum mál, hvørt einasta ár at eftirmeta og leggja ætlan um, hvat tilfar skúlin brúkar, hvørji evni skulu verða tikin upp, og hvussu langt skúlin eigur at verða komin við árslok og so framvegis, og til dømis nær børnini skulu duga at lesa, sigur Jørgin Frost. Kanning av hvørjar ávirkanir landsumfatandi kanningar, sum “dansk clearinghouse” almannakunngjørdi í 2008, vísir eisini, at vit eru ikki fullgreið yvir árinini, bæði jalig og neilig, av sentral stýrdum kanningum, (sí www.clearinghouse@dpu.dk).Tó, sama kanning og aðrar við vísa eina ábending á, at har lærarin er við at gera og leggja kanningina til rættis og eftirmeta hana sum liður í undirvísingini, gevur hetta oftast góð úrslit. Í t.d. Stokkhólmi verður ”Lus” nýtt sum innanhýsis eftirmetingaramboð, tí hetta amboðið er bygt upp skipað eftir lesimenningini stig fyri stig. ”Lus” leggur dentin á ta kvalitativu metingina av lesimenningini, í mun til aðrar lesiroyndir, sum flest allar leggja dentin á skjót- og rættleika (Allard, Rudqvist og Sundbland, 2008).

 

Hvussu kunnu vit undirvísa:)

Tað er gott, at fokus er á lesimenning, men tilgongdin og hátturin, ið nýttur verður, tá hesin ógvuliga sentrali førleiki skal lærast, hevur eisini stóran týdning. Tað hevur týdning at hugsa um, at hátturin, sum skriftmálsinnlæringin verður framd eftir, hevur avgerandi týdning fyri, hvussu skúlalívið hjá barninum seinni verður. Fyrstu upplivingarnar, næmingurin fær í byrjanarundirvísningin í lesing, kann koma at fáa týdning fyri, hvussu næmingurin mennist, og hvønn hugburð næmingurin fær til skúlan og seinni kanska eisini lívsgóðskuna hjá næminginum (sí t.d. K. Kjertmann, 2002). Tí er tað avgerandi neyðugt, at byrjanarundirvísing í skriftmálinum verður so góð sum yvirhøvur gjørligt, har námsfrøðilig og didaktisk atlit vera nágreiniliga umhugsað og løgd til rættis, soleiðis at vit ikki missa fleiri av næmingunum niður ímillum.

Eg fari her at nevna fimm grundleggjandi námsfrøðilig atlit, sum eg haldi, vit eiga at hava í huganum, tá ið vit leggja byrjanarundirvísing í skriftmálinum tilrættis:

  

Djúphugsni

Í byrjanarundirvísing í lesing og skriving verður ofta tikið støði í kenda frymlinum: Lesing = avkoting x fatan. Skal barnið læra at lesa, má tað læra seg m.a. at gerast tekniskur avkotari og virkin fatanarligur lesari, sum við tíðini megnar at lesa millum reglurnar, vera við í egnari læring og so framvegis. Tó, tað er umráðandi eisini at leitað verður aftur í menning barnsins, tí tað er har, vit fáa eina hóming av, hvussu barnið kensluliga, fatanarliga og sosialt er fyri, og við at knýta hetta saman við talu-og skriftmálsmenningini kunnu vit gerast tilvitað um hvørja mannagongd og tilgongd, vit skulu nýta. Til dømis eiga vit at hava frymilin hjá J. Frost: ”læsing = intention x sproglig kontrol x metasproglig kontrol” í huga, tí tað er gjøgnum metakognitión, at næmingurin gerst tilvitaður um, hvat tað er, hann hevur skilt, og hvat tað er, hann hevur tørv á at fáa størri innlit í. Hetta krevur rúm og tíð til djúphugsni, har næmingurin fær høvi sjálvur at hugsavna og fordjúpa seg.

 

Virkni

Ragnhild Søderbergh, professari í barnamáli, (2006), tosar um 4 meginreglur í sambandi við talu- og skriftmálsmenning.  Hesar eru: 1) Samspælið við onnur, har mál og gerðir hava ein leiklut í samspælinum 2) Ítøkiligar støður, sum barnið skilir/hevur eina fatan av, og har týdningurin av orðinum beinleiðis hevur nakað við tað, sum barnið ger 3) Við sjálvt at brúka málið 4) Støður, har børn sjálvi gerast varug við, hvussu málið er uppbygt og skipað.

Fleiri og fleiri serfrøðingar innan lesing (Engen, 2004; Hagtved, 2000; Trageton, 2004) meina eisini, at spæliskriving gongur undan lesingini, og um hon ikki leggur lunnar undir lesiinnlæringina, so eigur skrivingin at verið ment og lærd á jøvnum føti við lesingina. Eisini er tann virkna samtalan stimbrandi fyri lesiførleikan (sí t.d. P. Gibbons, 2009).

Skriftmálsinnlæring kann ikki altíð bara ankrast í eini felagsgrundbók, men má somuleiðis eisini ankrast í barninum. Og harvið verða eisini sjálvsfatanin, persónsmenskan og samleikin stimbrað. Sambært L. Vygotsky (1896-1934), so er tað í sosiala rúminum, at barnið byggir sína vitan um verðina.

                      Jørgen Frost sigur í Skúlablaðnum (nr. 5/2009), at: “Lesibókin er deyð”. Ein stórur trupulleiki í byrjanarundirvísingini er, at fleiri skúlar eru ov bókligir og ikki taka støði í næmingalagaðari og undirvísing, sum tekur støði í barninum. 

Lesibókin rakar bara miðjuna í flokkinum, hini detta ímillum, antin tí tey keða seg, ella tí tað er ov torført. Við skeivum avbjóðingum læra summi børn ongantíð at lesa, og summi gerast ov seinir lesarar, slær J. Frost fast. 

Forvitni

Flest allar royndir og gransking vísa á, at forvitni og harvið eisini motivatión eru ein týdningarmikil drívmegi aftan fyri læring. Til ber at siga, at hetta eru tvær síður av somu søk, tí motivatión kann eisini skapa forvitni. Um næmingurin kennir, at hann eigur part í tí, hann skal arbeiða við, verður motivatiónsliðurin/parturin heilt víst styrktur. Eisini hevur tað ómetaliga stóran týdning, at hann kennir á sær, at uppgávan veruliga gevur meining.

Tað kann sigast soleiðis, at ein tann fremsta uppgáva skúlans, er ikki at sløkkja ljósið í eygunum á næminginum. Við øðrum orðum at varðveita forvitnið, tí tað er hetta, sum dregur næmingin víðari á menningarleið hansara.

 

Viðurkenning

Viðurkennandi hugburður til næmingin hevur avgerandi týdning fyri innlæringina. Og hetta hevur meira enn nakað annað týdning í fyrstu skriftmálsinnlæringini, kanska serliga tí, at børnini eru á so ymiskum stigi eisini tá, og fyri nógv børn er hetta heilt ókent at lesa og skriva.

Kanningar sum J. Frost og A. Lønnegaard (2004) hava gjørt, peika á, at næmingar sum í 1. til 3. flokk vóru ringast fyri í lesing og skriving, eisini høvdu neiligari sjálvsfatan og vóru mett av lærarum sínum at duga verri eisini í øðrum innlæringsstøðum, meðan teir næmingar, ið megnaðu væl skriftmálið, høvdu eina jaligari sjálvsfatan og har lærarar eisini mettu teir at duga betur í øðrum høpi.Vit vita, at mál og kenslur eru óloysiliga tengdar at hvør øðrum og m.a. vísir kanningin á, at børn við seinkaðari og avvíkjandi málmenning, so gott sum altíð eisini hava sosialar- og/ella kensluligar trupulleikar. Ilt er at siga, hvat kemur fyrst, hønan ella eggið, men úrslitini av kanningini geva okkum innlit í eitt samspæl, sum vitnar um eina ógvuliga samvirkna menningartilgongd. Hesin dynamikkur vísir eisini týdningin av at fyribyrgja lesi- og skrivitrupulleikum. Fyri tað fyrsta fyri at fyribyrgja sálarligum og/ella sosialum trupulleikar, og fyri tað annað, tí at børn, sum longu hava málsligar trupulleikar næstan altíð eru kensluliga belastað og tí eru sárbar bæði málsliga og kensluliga. Truplar kenslur mugu oftast klæðast í orð fyri at loysast, og tí hevur hetta at meistra málið, bæði tað talaða og skrivaða, so ófatiliga stóran týdning.

 

Gleði

Sum víst hevur verið á, so hevur tað týdning, at næmingurin fær kensluna av, at tær royndirnar, hann ger sær at nærkast skriftmálinum, verða settar í samband við nakað positivt, og næmingurin fær kensluna og upplivingina av at megna og skilja. Samanumtikið kann mann siga, at ein tann týdningarmesta uppgávan hjá skúlanum og annars hjá teimum, ið varða av barninum, er at birta upp undir og varðveita lesi- og skrivigleðina.

  

 

Bókmentalisti

 

Allard, B., Rudqvist, M., Sundblad, B. (2008). Læseudvikling – bogen om Ny LUS. Alinea, København

 

Frost, J. og Lønnegaard, A. (2004). Sproglege. Dansk Psykologisk Forlag, Virum.

 

Hagtvet, B.E. “Fra skriving til lesing:)” Í: Psykologisk pædagogisk rådgivnig. Árg. 37, nr. 4 – 5 (2000).

 

Hagtvet, B. E. (2004). Sprogstimulering. København: Alinea.

 

Kjertmann, Kjeld (2002).  Læsetilegnelse ikke kun en sag for skolen. Alinea A/S, København.

 

Trageton, A. (2004). At skrive sig til læsning. København: Gyldendalske Boghandel, Nordisk Forlag.

 

Skúlablaðið, 5/2009. 77. árg. ”Børn spæla seg til málsligt medvit”. s. 14-15.

 

Søderbergh, R. (2008).Í: Bolt og Jørgensen. Læsning – teori og praksis. KvaN og forfatterne.

 

Vygotsky, L. S. (1971). Tænkning og sprog 1 og 2. Hans Reitzels Forlag.

 

www.clearinghouse@dpu.dk

 

Frida Poulsen, lesivegleiðari, Skúlablaðið nr. 5, 2010

 

 

 

   Er lesiførleikin endamálið? Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.