Tíðindasavn


11.10.2010 Ov fá tilboð til lesi- og skriviveik
Joan Knudsen og Frida Poulsen, lesivegleiðarar
- Myndugleikarnir gera ov lítið við at bjóða alternativar loysnir, siga Frida Poulsen og Joan Knudsen, sum saman við øðrum hava skipað fyri fyrstu lesi- og skrivileguni, kallað Summar-fuglar

  

Tað er ein sannroynd, at alt ov nógvir næmingar fara úr fólkaskúlanum uttan at hava lesi- og skriviførleika.
- Mett verður, at hesi eru eini 15-20 prosent; hetta talið átti ikki at verið hægri enn hálvtannað til trý prosent. Nógv tann mesta serundirvísingin botnar í vantandi lesi- og skriviførleika, sigur Frida Poulsen.
 
Hóast henda veruleika, so eru ikki nógvir møguleikar, vilt tú læra at lesa og skriva. Einasta tilboðið til næmingar við lesi- og skrivitrupulleikum, er serundirvísing, vísa Frida Poulsen og Joan Knudsen á.
- Myndugleikarnir gera ov lítið við at bjóða alternativar loysnir; tað átti at verið ein røð av tilboðum, so sum skeið, kvøldskúli, tímar eftir skúlatíð og annað. Nógv av børnunum, eisini millum tey sum hava lesi- og skrivitrupulleikar, ganga ikki til ítriv; tey eru liðug í skúlanum mitt á degi ella tíðliga seinnapartin og kundu tí fingið tilboð um lesi- og skrivihjálp eftir skúlatíð. Í øllum førum átti skúlin at fingið lesi- og skrivivenjing meiri inn í dagligdagin, sigur Frida Poulsen.
 
Men er tað uppgávan hjá lesivegleiðarum at skipa fyri lesi- og skrivilegu av sínum eintingum í summarfrítíðini, spyrja vit tær báðar.
- Tað er eitt baks at fáa eina slíka legu upp at standa, men hinvegin gevur tað okkum frælsi at skipa hana soleiðis, sum vit vilja hava hana, og vit sleppa at royna í verki tað, vit hava lært. Eg ivist í, um grundhugsanirnar, sum liggja aftan fyri lesi- og skrivileguna, heilt eru í samsvari við skúlaskipanina, soleiðis, sum vit kenna hana, siga tær báðar.
 
Við at skipa fyri lesi- og skrivileguni varpa stigtakararnir ljós á eina øðrvísi hugsan um lesi- og skriviinnlæring og skúla.
- Í seinastuni hevur nógv ljós verið varpað á lesing, so tað verður spennandi at síggja, hvat hetta fer at geva av sær um nøkur ár, sigur Frida Poulsen.
- Nógv av tí, vit hava roynt á leguni, royna vit eisini í tí smáa í skúlunum. Tá ið børnini hava brotið lesikotuna, skulu tey framhaldandi eggjast at lesa fyri at mennast sum lesarar. Nógv fokus er á innskúlingina, men miðdeild og framhaldsdeild eru ein gloymdur partur, sigur Joan Knudsen.
 
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli bjóðar í vetur telduskeið til avvarðandi at lesi- og skriviveikum børnum. Eisini hevur Felagið fyri lesi- og skriviveik í fleiri ár bjóðað skeið til lesi- og skriviveik, har serliga tøknin, m.a. teldan við ymiskum serligum forritum, verður nýtt.
 
 
   Ov fá tilboð til lesi- og skriviveik Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.