Tíðindasavn


22.06.2010 Lesi- og skrivilega ovurhonds stóra undirtøku
Savnsmynd
Ikki færri enn 61 børn, sum fara í 3., 4. og 5. flokk eftir summarsteðgin, hava skrivað seg upp til lesi- og skrivileguna, sum hevur fingið heitið Summar-fuglar

 

Í eina viku í summar sleppa 20 børn, sum fara í 3., 4. og 5. flokk eftir summarsteðgin, á legu saman við fimm væl skikkaðum lærarum. Tá ið freistin at melda seg til leguna var úti í gjár, høvdu 61 meldað seg til, og tað er nógv fleiri enn Frida Poulsen og Joan Knudsen, sum eru stigtakarar til skeiðið, høvdu roknað við.
- Vit eru ovfarin av, at undirtøkan er so stór. Vit høvdu ein varhuga av, at tørvurin er stórur, men kortini høvdu vit ikki roknað við hesum, ikki minst tí, at skeiðið fer fram í summarfrítíðini. Undirtøkan vísir, sum eisini nógv foreldur at hesum børnunum, ið eru meldað til, hava víst á, at tað er trupult at fáa neyðugu hjálpina í skúlanum og aðrastaðni. Har eru ov fá tilboð til teirra, ið ikki læra at lesa eins skjótt og teirra floksfelagar, sigur Frida Poulsen, verkætlanarleiðari.
 
Av teimum 61, sum hava teknað seg, eru væl fleiri dreingir enn gentur. Tá ið fyrireikararnir fara at velja ímillum umsøkjararnar, hava tey, sum hava meldað seg til fyrst, fyrimun, men kortini royna fyrireikararnir at hava javnt kyns- og aldursbýti og at børn úr øllum Føroyum sleppa framat.
- Hetta eru øll børn, sum hava trupulleikar at lesa og skriva. Hetta er ógvuliga álvarsamt, ikki minst tá ið vit hugsa um, at her eru børn, sum hava gingið fleiri ár í skúla, og sum hava lærugreinir, sum krevja nógva lesing og skriving.
 
Hóskvøldið eru børnini, sum eru sloppin á leguna, og foreldur teirra boðin á fund. Skeiðið er ókeypis fyri luttakararnar. Tað varir í eina viku, frá 28. juni til 2. juli frá kl 9 á morgni til kl 14 seinnapartin og er í nýggja skúlanum í Hoyvík. Endamálið við leguni er at geva børnunum eitt eyka skump í lesi- og skrivimenning teirra, soleiðis at tey menna teirra lesi- og skriviførleika og eru betur før fyri at samskifta gjøgnum hetta henta amboðið sum lesi- og skriviførleikin er. Endamálið er eisini at skapa eitt sosialt netverk fyri børn, sum eru lesi- og skriviveik.
 
Námsfrøðiligar grundhugsanir eru viðurkennandi tilgongdir til børnini, næmingalagað læring, stuðul frá foreldrum, virknar lesi- og skrivitilgongdir, spælandi tilgongdir, menning av sjálvsvirði, góðar fyrimyndir, meistra lesi- og skrivitilgongdir, nýta og stimbra forvitni hjá børnunum at læra, djúphugsni og birta uppundir og varðveita lesi- og skrivigleði. Eisini er grundhugsanin at nýta teldu og aðra tøkni sum hjálpitól.
 
Frida Poulsen og Joan Knudsen fingu prógv sum lesivegleiðarar í apríl; afturat sær hava tær fingið tveir aðrar lesivegleiðarar, Elin Nielsen og Annika Marr Poulsen, sum eisini hevur prógv sum orðblindalærari. Hallgerð Arge Hansen verður ráðgevi; hon er lærari og serlærari við drúgvum royndum við lesi- og skriviveikum børnum.
 
 
 
   Lesi- og skrivilega ovurhonds stóra undirtøku Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.