Tíðindasavn


01.01.2002 Eg eri spent at royna útbúgvingina í verki

- At áhugin fyri fólkaskúlanum er stimbraður undir lestrartíðini, er eitt týdningarmikið endamál við Læraraskúlaútbúgvingini, sigur Frida Poulsen, sum stendur á gáttini til at fara út í fólkaskúlan.

- Fyri mítt viðkomandi hevur Læraraskúlin vakt forvitnið og áhugan fyri fólkaskúlanum. Fyrsta lestrarárið var eg ikki so øgiliga spent at verða liðug, tí fólkaskúlin sýnist fyri mær eitt sindur fremmandur. Men nú eg eri á gáttini til at koma út í fólkaskúlan, eri eg spent.
Hetta sigur Frida Poulsen í Hoyvík, sum er ein av teimum nýklaktu av Føroya Læraraskúla í ár. Eftir summarfrítíðina fer hon í starv á Eysturskúlanum í Havn.
- Tað er spennandi at fara at arbeiða við tí ymiska, sum útbúgvingin snýr seg um. At læraragleðin og áhugin fyri skúlanum eru stimbrað, er í mínum hugaheimi eitt týdningarmikið endamál við Læraraskúlaútbúgvingini. Nógvir skúlar í dag taka væl ímóti nýggjum lærarum, og tað er avgjørt sera gott. Dentur verður lagdur á at geva nýggja læraranum eina góða byrjan og hædd verður tikin fyri, at tú ert nýggj.
At Læraraskúlin og Venjingarskúlin halda til á sama øki, gevur teim læraralesandi eitt ávíst innlit í, hvat nútímans skúlalív snýr seg um.
- Í mun til mína skúlatíð, er skúlin nógv broyttur, ikki minst sambandið millum næmingar og lærarar, sum er nógv meiri vinarligt í dag. Kanska hetta, tí at lærarin hevur í stóran mun mist sín autoritet, og hetta kann sjálvandi vera bæði gott og ringt.
- Tað er ógvuliga umráðandi fyri næmingarnar, at teir kenna seg væl. Mistrívist ein næmingur í skúlanum, ivist eg í, um hann lærir. Samstundis er umráðandi, at lærarin ikki traðkar í ein foreldraleiklut, men hvílir í uppgávuni, hann hevur og ognar sær virðing millum næmingarnar. Nógvir træðrir toga í teg sum lærara, og tá er týdningarmikið at vita, hvat tú vilt, og at tú kennir tíni mørk. At tann uppalingarliga uppgávan í størri mun er flutt yvir á skúlan, er ein veruleiki, sum vit mugu fyrihalda okkum til. Lærarar mugu seta mørk fyri, hvørjar teirra uppgávur eru, og at tað eru uppgávur, sum onnur mugu taka sær. Sjálvandi á ein rímiliga hátt og innan fyri rímiligt mark, sigur Frida Poulsen.
Hvat er ein góður lærari:)
- Nú eri eg ikki byrjað sum lærari enn. Ein góður lærari kann vera so nógv. Fremst av øllum haldi eg, at ein góður lærari er ein, ið dámar børn og dámar at vera ímillum børn. At hann tekur sína uppgávu í álvara og við ábyrgd. Tað hevur í mínum hugaheimi stóran týdning, at lærarin er autorativur - ikki autoriterur, men samstundis eisini gevur barninum rúmd. Fakligt innihald, sum vekir undir áhugan at læra, er eisini sera umráðandi. Ikki minst skal lærarin vera ein góður pedagogur og duga at grundgeva fyri sínum pedagogisku valum.
- Nógv børn í dag eru ótrúliga vitandi. Tey ferðast á internetinum, lesa nógv og hava væl upplýst foreldur. Mangan vita børnini betur enn lærararnir um ymiskt, og tá er umráðandi at vera erligur sum lærari og ikki billa teimum inn, at lærarar vita alt. Tað hevur týdning, at tú kanst geva næmingum eitt gott mótspæl og at tú sum lærari alla tíðina kann byggja upp á ta vitanina, teir hava ognað sær.
At vera ein góður pedagogur og hava eina fakliga dygd gongur hond og hond, heldur Frida Poulsen.
- Druknar undirvísingin í alheiminum, er vandi fyri, at vit missa fokusið og tá er skjótt, at undirvísingin missir dygdina. Alt gott um evnisarbeiði, bólkaarbeiði og slíkt, men tað fakliga eigur ikki at verða raðfest lægri av teirri grund, heldur Frida Poulsen.
    
Innihald og síðani bygnað
Hóast væl nøgd við útbúgvingina og lestrartíðina á Frælsinum, so er sjálvandi ymiskt, sum kundi verðið skipað øðrvísi, heldur Frida Poulsen.
- Tað er ilt at siga, um læraraútbúgvingin ger okkum nóg klár at fara í holt við uppgávuna sum lærarar. Eg eri jú ikki byrjað sum lærari enn. Royndarskipanirnar, sum vit hava verið ígjøgnum, kunnu vit væl vera fyri uttan. Tær eru troyttandi og tíðarkrevjandi og geva ov lítla fakliga vitan. Eg síggi onga meining í at leggja skúlan lamnan í langa tíð, tí vit missa linjulærugreinirnar hesa tíðina og fáa ikki nóg mikið av íblástri ístaðin. At hava royndarskipanir við evnisvikum krevur nógv, og har hevur ein varhugan av, at alt ikki hevur verið nóg væl gjøgnumhugsað, áðrenn farið varð í holt við hesar evnisvikur. Ístaðin fyri at finna ein bygnað og síðani innihaldið, haldi eg tað vera betri, at innihaldið er tað berandi og ikki sum nú bygnaðurin. Hinvegin er Læraraskúlin ógvuliga fleksibul og leiðslan gongur sum oftast næmingunum á møti, um teir hava ávís ynski til undirvísingina.
At fólkaskúlin er í eini broytingartíð, merkist væl á Læraraskúlanum, heldur Frida Poulsen.
- Nýggjar lærugreinir í fólkaskúlanum eru framvegis ikki komnar á Læraraskúlan, til dømis náttúra og tøkni. Hvussu teldan verður brúkt í undirvísingini sum amboð, hava vit ikki fingið nógva frálæru í. Nógvar broytingar eru komnar inn á Læraraskúlan, men spurningurin er um Læraraskúlin er komin nóg væl áleiðis, soleiðis at hann er í samsvari við nýggju fólkaskúlalógina.
Frida Poulsen heldur, at læraraútbúgvingin eigur at leggja stóran dent á pedagogikkin.
- Fyri at vera ein góður pedagogur, er týdningarmikið at hava eina stóra vitan, duga at petta sundur og seta saman. Sum læraralesandi eru vit akkurát líka ymisk sum børnini í fólkaskúlanum. Vit fara undir útbúgvingina við ymiskum viðføri, og vit taka til okkum tað, vit hvør sær meta er umráðandi. Sum lesandi mugu vit taka ábyrgd av egnu útbúgving.
- Læraraskúlin arbeiðir við ógvuliga góðum tilfari, tá ið hugsað verður um, at nógv søkja, men fá sleppa inn. Tey flestu hava onkra útbúgving frammanundan, arbeiðsroyndir og lívsroyndir. Hetta hevur alt sera nógv at siga fyri ein lærara og fyri, hvussu búgvin hann verður sum lærari. Tað gevur eisini einum fleiri streingir at spæla uppá.
    
Hugburðsbroyting
Myndirnar og ímyndirnar, fólk hava av fólkaskúlanum, stava sum oftast frá tíðini, tey sjálv gingu í skúla.
- Mín mynd av fólkaskúlanum er broytt nógv, meðan eg havi gingið á Læraraskúlanum. Læraraskúlin er við til at geva okkum lærarum ein annan hugburð til skúla, undirvísing og børn. At ogna sær ein positivan hugburð til fólkaskúlan er týdningarmikið, um ein skal arbeiða í fólkaskúlanum. Og tað er kanska ein trotvøra. Eg haldi, at hugburðurin til fólkaskúlanum hevur verið og framvegis er alt ov negativur, og tað haldi eg, at vit, sum starvast í fólkaskúlanum, á Læraraskúlanum og sum samfelag í heila tikið, mugu gera nakað við.
Frida Poulsen heldur tað vera ógvuliga gott og ein stórur fyrimunur, at tað ber til at útbúgva seg til lærara í Føroyum.
- Henda búningartíðin, sum útbúgvingarárini eru, hendir í samfelagnum, tú skalt virka og liva í og tey, tú lesur saman við, eru tey, tú kemur at arbeiða saman við í framtíðini, sigur hon at enda í samrøðu.


Tekstur: Turið Kjølbro

Skúlablaðið nr. 4, 2002

   Eg eri spent at royna útbúgvingina í verki Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.