Tíðindasavn


27.11.2015 Triðingurin av teimum læraralesandi eru mannfólk

Síðan læraraútbúgvingin var løgd um til bachelor-útbúgving fyri 7 árum síðan, hevur umleið triðingurin av teimum lesandi á læraraútbúgvingini á hvørjum ári verið mannfólk. Sostatt kunnu vit útleiða, at umleið triðingurin av lærarahópinum í framtíðini vera mannligir lærarar.

 

Tað er eitt sindur misjavnt, hvussu stórir árgangirnir av læraralesandi eru. Í løtuni eru 141, ið lesa til lærara; tá eru tey, sum eru í farloyvi ikki tald við (tey eru 9 og øll konufólk). Flokkurin, sum verður liðugur komandi summar, eru 28 lesandi, harav 7 eru mannfólk; triði flokkur er 39 lesandi, harav eru 14 mannfólk ella 36 prosent. Í øðrum flokki eru 34 lesandi, harav 12 mannfólk, og í flokkinum, sum byrjaði í summar, eru 40 lesandi, harav 12 eru mannfólk. Í miðal 32 prosent.

 

Av teimum, sum vórðu liðug sum lærarar í summar, vóru 28 prosent mannfólk, í fjør 21 prosent og fyrraári 30 prosent.

 

Tølini eru smá, og tað skulu bara lítlar broytingar til, so broytist myndin. Vit kunnu tí við fyrivarni siga, at broytingin til bachelor hevur ávirkað áhugan fyri læraraútbúgvingini millum mannfólk rætta vegin. Í seinasta flokkinum, sum las til lærara sambært gomlu útbúgvingini, vóru 21,7 prosent mannfólk. Í øllum árgangunum síðan er talið á mannfólki, sum lesa til lærara, kvinkað uppeftir.

 

Tað hevur mangan verið frammi, at áhugin millum mannfólk fyri læraraútbúgvingini er serliga treytaður av, hvussu konjunkturirnir í samfelagnum eru. Er nógv ferð á, arbeiðstilboðini mong og tískil stórir møguleikar at vinna stórar lønir, minkar áhugin millum mannfólk fyri læraraútbúgvingini. Tá ið gongdin vendir, so økist áhugin fyri læraraútbúgvingini millum mannfólk. Hvussu er og ikki, so hevur áhugin fyri læraraútbúgvingini seinastu árini verið rættiliga støðugur.

 

Hví áhugin millum konufólk fyri læraraútbúgvingini ikki er so treytaður av konjunkturunum, er ein annar góður spurningur.

 

Sambært Hagstovuni var kynsbýtið skúlaárið 2010-2011 39% menn og 61% kvinnur. Gongdin at konufólk gerast fleiri fer at halda fram. Seinni fer talið helst at stabilisera seg á ávikavist 30% og 70%.

   Triðingurin av teimum læraralesandi eru mannfólk Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.