Tíðindasavn


25.09.2015 Hvat er happing?

Í dag klokkan 11.45 heldur Katrin av Kák, lærari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, fyrilestur við heitinum, Hvat er happing. Fyrilesturin verður á granskingarsetrinum, Inova í Havn og verður hildin í sambandi við vísindavøkuna.

 

Í mai var kanning av happing í fólkaskúlanum løgd fram. Katrin av Kák, cand. mag. og cand. ped.psyk, og Olga Biskopstø, cand. comm, gjørdu kanningina fyri Fróðskaparsetur Føroya; ein fylgibólkur, umboðandi Mentamálaráðið, Føroya Lærarafelag, Heim og skúla og Skúlaleiðarafelagið, hevur fylgt arbeiðnum.

 

2.200 næmingar í øllum 5., 7. og 9. flokkunum fólkaskúlanum eru spurdir í kanningini. Í frágreiðingini, sum er gjørd í sambandi við kanningina, verður neyvt greitt frá, hvat happing er, og hvussu torgreidd happing kann vera.

 

At varpa ljós á happing er altíð aktuelt, ikki minst í hesum døgum, nú vit í fjølmiðlunum hoyra um eitt grelt dømi um happing. Í Degi og viku mánakvøldið sóu vit eitt innslag, har samrøða var við eini foreldur, ið eiga dóttur, sum verður happað. Í somu sending var samrøða við Annu Dalsgaard, lærara og ráðgeva í happing. Brotini kunnu síggjast og hoyrast her:

 

http://kvf.fo/netvarp/sv/2015/09/21/dagur-vika#.VgFQLpeoMZY

 

http://kvf.fo/netvarp/sv/2015/09/21/20150921annadalsgaard#.VgFP_5eoMZY

 

http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/09/22/happing-ngv-fgur-or-men-einki-hendir#.VgFPspeoMZY

 

Á myndini er Katrin av Kák avmyndað saman við Olgu Biskopstø.

   Hvat er happing? Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.