Tíðindasavn


09.10.2015 Fólkaskúlin í web 2.0 tíðarhvarvi

Vit liva í einum tøkniligum heimi, og næmingarnir brúka møguleikarnar, sum miðlarnir bjóða. At duga at vera vandin og at bera seg ábyrgdarfult at á sosialu miðlunum kemur ikki bara av sær sjálvum – tað er ein undirvísingarábyrgd.

 

Tá ið mínir næmingar byrjaðu í 6. flokki, setti eg í verk ein serligan politikk viðvíkjandi tøkni. Í tímunum var loyvt at brúka teldil og snildfon. Treytin var bara, at nýtslan hevði við undirvísingina at gera. Hugskotið um at lata næmingarnar brúka síni egnu tól var í veruleikanum einfalt, tí allir næmingarnir høvdu snildfon, og fleiri høvdu egnan teldil (sum var við í taskuni, tí tey spældu spøl í fríkorterinum).

 

Hugsanirnar aftan fyri nýggju tilgongdina til miðlar hava støði í fleiri viðurskiftum, t.d. samrøðum við lærarar við hægri útbúgvingar, sum kundu siga mær, hvussu teir stríddust fyri at varðveita fakliga áhugan hjá næmingunum í kapping við áhugan fyri sosialu miðlunum, umframt einum stubba í sjónvarpinum um, hvussu illa børn duga tað góða online-samskiftið.

 

Til undirvísing - ikki til undirhald

Eg eri sannførd um, at tilboðið hjá sosialu miðlunum er nakað, sum okkara børn mugu liva við í framtíðini, og tí hugsi eg, at web 2.0 í lærutilgongdini er rætti vegurin fram. Tí valdi eg at práta við flokkin, hvussu og nær snildfonir og teldlar vóru amboð, sum kundu eiga sín natúrliga part í undirvísingini. Eisini vildi eg fegin læra tey í størri mun at taka ábyrgd fyri egnari læring, ábyrgd fyri bólkaarbeiði og vinaligum samskifti á netinum. Eg hevði ikki hug til tíma eftir tíma at siga teimum, at fartelefonirnar skuldu beinast burtur, og nær tær kundu vera frammi. Harafturímóti vildi eg, at tey lærdu seg at brúka snildfonirnar og teldlarnar sum rættilig amboð at fáa størri vitan til at koma víðari við onkrari uppgávu.

 

Fartelefonin er til arbeiðis

So skjótt eg havi tikið mína egnu telefon ella teldil fram um morgunin, kemur lív í næmingarnar, og tey hava eitthvørt at vísa mær. Fartelefonir og teldlar verða ikki beind burtur, tí nú eru tey undirvísingaramboð. Allir morgnar byrja við einari lesiløtu, har allir næmingar lesa í 20 minuttir. Ein næmingur hevur tá ofta teldilin frammi, tí hann lesur onkuntíð eBøkur.

 

Bara ein føst regla er: Tú gert einki við slíkt privat, sum kemur í telefonina. Hetta er ein tilgongd og eitt arbeiðslag, sum verður bygt upp yvir langa tíð. Og ja, tað er trupult at halda fingrarnar frá boðum ella myndum, sum koma mitt í tímanum.

 

Miðlar skapa læring og ábyrgdarfullar næmingar

Nógvir næmingar anno 2015 duga væl at fáast við teldur, snildfonir og teldlar, tá ið talan er um sosialar miðlar sum Instagram, Facebook og møguleikar sum Youtube, iTunes, Moviemaker og onnur kreativ rúm. Møguleikarnir at greiða visuelt frá onkrum eru óendaligir, og netið kemur støðugt við nýggjum uppskotum. Sosialu miðlarnir eru partur av gerandisdegnum hjá næmingunum, og tað er okkara uppgáva sum lærarar at skipa fyri og at uppbyggja neyðugu fatanina, so næmingarnir verða førir fyri at brúka hesi amboð best møguligt. Taka vit útgangsstøði í at síggja miðlarnar sum eitt kreativt rúm, sum vit lærarar hava fingið sum gávu, eru framúr møguleikar at skapa læring. Vit skulu hjálpa næmingunum at kunna taka lut í sosialum tilgongdum, duga at finna og deila upplýsingar við onnur, brúka multimodalar miðlar og at vera dugnaligir samskiftarar.

 

Brot úr grein, sum Zenia Christensen, lærari og skúlabókavørður, hevur skrivað. Greinin hevur staðið í Tíðarritinum, Liv i skolen, nr. 2 2015, (Sociale medier i skolen).

Pól Jespersen hevur týtt. Greinin stendur í styttari útgávu í Skúlablað nr 5, 2015 og í fullari longd á snar.fo

 

   Fólkaskúlin í web 2.0 tíðarhvarvi Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.