Tíðindasavn


15.09.2015 Næstformaður Føroya Lærarafelags á ting

Í hansara stað í nevndina kemur Jacob Eli Olsen

 

Nú Jónleif Johannesen hevur tikið sæti á løgtingi, hevur hann biðið um farloyvi frá nevndararbeiðinum fram til komandi aðalfund, tá hann stendur fyri vali. Fyri hann kemur fyrsti tiltakslimur, Jacob Eli Olsen, sum er lærari á Eysturskúlanum, í nevndina.

 

Jónleif hevur verið næstformaður felagsins. Á nevndarfundi hósdagin 24. september velur nevndin nýggjan næstformann. Í tí sambandi verður møguliga onkur umskipan gjørd í nevndini.

 

Vit ynskja Jacob Eli vælkomnan í nevndina og ynskja Jónleifi alt tað besta í nýggja starvinum.

 

   Næstformaður Føroya Lærarafelags á ting Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.