Tíðindasavn


02.10.2015 Kunningar- og samskiftistøkni í skúlahøpi

Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar


Tá teldan fyrst í 80-unum gjørdist hvørs mans ogn, vóru tað tey, sum hildu, at skúlin umsíðir hevði fingið sína lærumaskinu, og at tað bara var ein tíðarspurningur, nær lærarin gjørdist óneyðugur. Tey flestu vóru tó meira sinnilig. Tey fæstu dugdu tó at ímynda sær, hvønn veg teldan fór at mennast. Og tað er ikki so løgið, tí vit tosa um eina ørandi tilgongd innan fyri minni enn 25 ár. Serliga var tað uppkoman av alnótini (www) fyrst í 90-unum, sum sprongdi øll mørk. Vit fóru av álvara at tosa um kunningar- og samskiftistøkni.

 

Meðan flestu arbeiðsgongdir í samfelagnum annars eru talgildar, so bleiv teldan ongantíð “læruautomatin”, sum avloysti læraran. Heldur tvørturímóti. Kunningar- og samskiftistøknin er vorðin ein stór avbjóðing hjá læraranum og fólkaskúlanum. Og so leingi vit enn hava eina hugsan um, hvat er neyðugt og skilagott at læra, so verður spurningurin, hvussu vit á bestan hátt gagnnýta tøknina í undirvísingarhøpi. Tað er lættari sagt enn gjørt, tí ástøðini eru ymisk, tað bera m.a. mongu ritgerðirnar og kanningarnar um kunningartøkni í skúlahøpi boð um.

 

Enn eru tað tey, sum síggja kunningartøknina sum svar upp á alla læring, men tey hava sjáldan undirvísingarroyndir í fólkaskúlanum. Netið gevur okkum óavmarkaða atgongd til kunning, men hetta setur samstundis krøv til kelduviðgerð, sum aftur krevur vitan og royndir, sum aftur krevur virkna luttøku í læring o.s.fr. Teldan, snildfonir o.a. eru sildavað av undirhaldi, spæli og dagdvølju, sum kunnu órógva skipaða undirvísing í ólukkumát. Ikki kanst tú siga næmingin ringan fyri at fara á fjasbókina, heldur enn at lurta eftir læraranum, sum ágrýtin greiðir frá um sterkt bend sagnorð ella óektað brot. Talan er sostatt ikki um eitt sjálvtøkuborð. Hinvegin krevst bæði námsfrøðiligt umhugsni og praktiskar loysnir, sum lærarin og skúlin mugu taka støðu til.

 

Í skúlahøpi tykist tað, sum tøkniligi parturin av kunningartøknini ikki er serliga høgt raðfestur, fyri ikki at siga smokkaður burturímillum. Eitt er, hvussu tøknin er atkomandi hjá næmingum og lærarum, annað, og ikki minni týdningarmikið, er, hvussu og um tøknin riggar. Tað er ikki smávegis av miseydnaðum undirvísingargongdum og av tíð, sum er farin til spillis, tí at tøknin ikki virkar, sum hon skal. Víst er tað stórfingnari at keypa útgerð enn at raðfesta tilfeingi til røkt og umvæling, men í longdini er tað ikki burðardygt.

 

Onkustaðni millum forboð og anarki má kunningartøknin brúkast í skúlanum. Vit eru áleiðis, men eitt orðaskifti um kunningartøkni í skúlanum er týdningarmikið. Bæði í einstaka skúlanum og í útbúgvingarverkinum. Tað, sum um ræður, er at fáa tað besta burturúr.

 

Oddagrein í Skúlablað nr 5, 2015, sum júst er komið.

   Kunningar- og samskiftistøkni í skúlahøpi Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.