Tíðindasavn


10.09.2015 Ráðstevna um barnarættindi

Norðurlendski felagsskapurin NFBO (Nordisk Forening mot Barnmishandling og omsorgssvigt) skipar 5. oktober fyri eini ráðstevnu um barnarættindi í Norðurlandahúsinum. Heitið fyri ráðstevnuna er Barnarættindi & Umsorganartrot, møguleikar og avbjóðingar.



Fleiri fyrilestrarhaldarar taka lut á ráðstevnuni, har tey fara at greiða frá hvussu skipanirnar virka í teimum ymisku norðurlondunum. Sjey fyrilestrar eru á skránni, harav flestu teirra eru føroyingar.


Fyrilestrarhaldarar eru:

Dag O. Nordanger, Dr. psycol. serfrøðingur í kliniskari barna- og ungdómssálarfrøði (Noregi)

Tóra Petersen, PhD, cand.psych.aut. (Føroyar)

Marianne Nørregaard, dómarafúlltrú og granskari innan manna- og barnarættindi (Danmark)

Sólja í Ólavstovu, Barnanna umboðsmaður (Føroyar)

Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðingur og forkvinna í høvuðsbarnaverndini  (Føroyar)

Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovu og Barnahúsinum (Føroyar)

Jógvan D. Hansen, heimsspekingur (Føroyar)


NFBO var sett á stovn í 1998. Felagsskapurin grundar alt sítt virksemi á ST barnarættindasáttmálan og arbeiðir fyri at fremja norðurlendskt samstarv millum øll tey, ið arbeiða við børnum sum eru útsett fyri kropsligum og sálarligum harðskapi, kynsligum ágangi, ella øðrum umsorganartroti.


Felagsskapurin er tvørfakligur og vendir sær til øll tey, sum umvegis sítt arbeiði beinleiðis ella óbeinleiðis koma í samband við málbólkin. Ráðstevnan er eisini ætla teimum, ið starvast, ella eru limir í felagsskapum, sum virka til frama fyri børn og ung.

   Ráðstevna um barnarættindi Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.