Tíðindasavn


08.09.2015 Hesi ynski hevur formaður Føroya Lærarafelags til nýggja landsstýrið

Nú mangt bendir á, at floksleiðslurnar arbeiða við at orða samgonguskjal, hevur formaður Føroya Lærarafelags serliga trý ynski til hetta skjalið, ið skal liggur til grund fyri arbeiðinum hjá samgonguni fýra tey næstu árini.

 

- Tað er av størsta týdningi at hækka játtanina til fólkaskúlan, at fáa nágreinað arbeiðsuppgávurnar hjá førleikastovunum og raðfest tær hægri, umframt at gera eina yvirskipaða ætlan og raðfesting yvir eftirbúgvingarnar, sigur Herálvur Jacobsen.

 

At játtanin til fólkaskúlan má hækka, er sera týdningarmikið, vísir formaðurin á, tí sum er er einki rásarúm í verandi játtan.
- Tað er trupult at seta upphædd á, tí tað veldst um, hvat samgongan ætlar. Støðan er tann, at tímajáttanin er so trong og verður stýrd so neyvt niður í smálutir úr Mentamálaráðnum, at einki rásarúm er til nakað. Fyri at fáa játtanina at ganga upp um somu tíð sum fólkaskúlalógin og arbeiðstíðarásetingarnar skulu haldast, krevur tað stórt uppfinnsemi. Hesar umstøðurnar eru drepandi fyri skúlaleiðslurnar og fyri fólkaskúlan allan sum hann er. Tað eru eingir tímar til nakað. Seinasta dømið er, at játtanin til seturskúlan er so nógv skerd, at tað ikki ber til at fara á seturskúla.

At játtanin er so sperd, hevur stórar avleiðingar fyri fólkaskúlan, sigur Herálvur Jacobsen.
- Avleiðingarnar eru m.a., at einki rúm er fyri nýhugsan og menning. Alt stendur í stað, og hvør skúli roynir at yvirliva sum frægast. Tað er ov bíligt hjá Mentamálaráðnum at siga, at tað er upp til skúlaleiðslurnar at raðfesta og fáa alt at bera til; skúlaleiðslurnar hava eina arbeiðstíðaravtalu og eina fólkaskúlalóg at halda seg til; teir kunnu ikki skalta og valta við hesum fyri at loyva lærarum til dømis at fara á seturskúla.

Nógv fegnast um førleikastovurnar, og tað ger formaður Føroya Lærarafelags eisini, men enn er langt á mál, til arbeiðsumstøðurnar á førleikastovunum er nøktandi, sigur hann. Tí stendur hetta ovarlaga á ynskilistanum til komandi landsstýrið.
- Lærarar vita, at førleikastovurnar eru ein miðsavnandi eind í skúlanum, har vitanardeiling fer fram. Nógvir politikarar og fólk halda, at í førleikastovunum fáa næmingar við serligum tørvi undirvísing og hjálp. Tað er ein stór misskiling.

Á førleikastovunum verður servitanin í skúlanum savnað, tað vil siga at her hittast serlærarar, lesivegleiðarar, AKT-lærarar og orðblindalærarar at ráðleggja um, hvussu næmingarnir kunnu mennast. Serlærarin er tó tann einasti, sum fær tímar at arbeiða í førleikastovuni.
- Serlærarin fær tímar fyri at samskipa arbeiðið á førleikastovuni. Lesivegleiðarar, AKT-lærarar og orðblindalærarar brúka av tíðini, teir hava fingið til sítt arbeiði, til arbeiðið á førleikastovuni, til dømis til fundir. Føroya Lærarafelag hevur víst á fleiri ferðir, at tað er av stórum týdningi at fáa nágreinað, hvør uppgávan er hjá teimum, ið eru knýtt at førleikastovuni. At arbeiðsuppgávurnar á førleikastovunum verður nágreinað, eigur at verða gjørt sum skjótast, umframt at førleikastovurnar verða raðfestar hægri, soleiðis at arbeiðsumstøðurnar verða betri.

Eitt tættari tilknýti til Sernám er eisini ynskiligt.
- Málið má vera at fáa starvsfólk hjá Sernámi tættari knýtt at skúlunum, og um tað ber til sum partur av førleikastovunum. Starvsfólk hjá Sernámi kundu til dømis arbeitt ein dag um vikuna úti í skúlunum fyri at fáa Sernám nærri brúkarunum og fyri at ráðgeva og samskifta við lærarar á staðnum.

At gera eina yvirskipaða ætlan yvir eftirútbúgvingar av lærarum hevur stóran týdning, tí soleiðis sum farið verður fram nú, ber ikki til.
- Vit síggja, at eftirútbúgvingar knappliga koma undan kavi, tí okkurt verður aktuelt. Tað hevur týdning at raðfesta, og raðfesting merkir, at tað, sum størstur tørvur er á, verður raðfest fremst. Eftirútbúgving í kt hevur í nógv ár verið skúgvað til viks fyri øðrum eftirútbúgvingum, hóast tørvurin á hesum er alstórur. Tað sýnist sum, at tann, sum rópar harðast, altíð vinnur. Tí má ein yvirskipað ætlan gerast.

Tá ið talan er um eftirútbúgving er eisini umráðandi at hava í huga niðurskurð, ið lærarar fáa fyri at fara undir eftirútbúgving.
- Tað er umráðandi at hava atlit til, hvussu nógvur niðurskurður er rímiligur, eisini við atliti til ferðatíð í mun til, hvar í landinum lærarar starvast. Tað er umráðandi, at lærarar úr øllum landinum eru umboðaðir, tá ið lærarar verða tiknir inn til eftirútbúgving.

Eitt er at ynskja; annað er, hvørjar væntanir formaður Føroya Lærarafelags hevur til komandi samgongu.
- Mann kann bera ótta fyri, at politikarar framvegis fara at tosa við ull í munninum um bygnaðarbroytingar, og at bygnaðarbroytingar skulu loysa upp fyri øllum. Eg rokni við, at Mentamálaráðið framhaldandi fer at royna av øllum alvi at fáa lærarar at undirvísa meiri fyri at spara. Verður tað gongdin, og tað er ikki óhugsandi, so verður minni tíð til felagsráðlegging, foreldrasamstarv o.a. og fleiri sjúkradagar  og slíkt. Í valstríðnum vóru allir flokkar ógvuliga jaligir og lovaðu eitt og annað á fólkaskúlaøkinum, men eg trúgvi ikki upp á henda viljan, fyrr enn eg síggi hann í verki.

   Hesi ynski hevur formaður Føroya Lærarafelags til nýggja landsstýrið Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.