Tíðindasavn


07.09.2015 Sjey feskir og spennandi krabbar

Sjey nýggjar krabbabøkur koma í hesum døgum út í skúlarnar, tvær upprunaføroyskar eru millum teirra. Tær upprunaføroysku eru Dís rýmir og Mina og Svarti; Lydia Didriksen hevur skrivað báðar og myndprýðararnir eru ávikavist Eir Nolsøe og Edward Fuglø.

                     

Dís rýmir er sjálvstøðugt framhald av Dís, sum kom út í vár. Ida og Uni eiga kaninina Dís, sum dámar væl at rýma, tá ið lúkan á búrinum fer upp. Dís rýmir er til annað torleikastig.

 

Mina og Svarti er sjálvstøðugt framhald av Minu, sum kom út fyri nøkrum árum síðan. Mina býr á einari trøð saman við Æsu og lombum hennara. Ein dagin kemur ein lastbilur, og úr lastini kemur eitt stórt, svart dýr. Øll á trøðni standa sum kánus. Mina og Svarti er til triðja torleikastig.

 

Alvi fintar og Alvi skorar eru tvær bøkur eftir Jørn Jensen. Alvi móti Jákupi og Alvi og Messi komu út í vár. Í Alvi fintar venur Alvu eina fintu, men er ring at gera, tí bólturin ikki altíð vil tað, sum Alvi vil. Í Alvi skorar gera børnini tvey lið, har tey skjóta upp á málið hvørt hjá øðrum, men lata genturnar dreingirnar vinna við vilja:) Hjørdis Heindriksdóttir týdd. Bøkurnar eru til fjórða torleikastig.

 

Mussa meg nú! er triðja bókin í røð um Karina og vinkonur hennara. Í hesari bókini spæla Karin og vinkonurnar mussispøl saman við dreingjunum í púturúminum. Tað er Line Kyed Knudsen, sum hevur skrivað, og Hildigunn Niclasen, sum hevur týtt. Bókin er til fjórða torleikastig.

 

Heilin er faktakrabbi. Í hesari bókini kanst tú lesa um alt tað fantastiska, sum hendir í heilanum, kryddað við stuttligari teknirøð, tekningum og myndum. Skrivað hava Espen Dietrichs, sum er professari í nervnafrøði, og Eirik Newt, sum er serfrøðingur í stjørnualisfrøði. Lena Jacobsen hevur týtt. Bókin er til sætta torleikastig.

 

Elsa 12 og hann, sum eitur Elias/Elias 12 og hon, sum eitur Elsa er tvíbók eftir Thomas Halling. Borghild Sjúrðarberg hevur týtt. Hetta er ein góð og spennandi bók um tvey stór børn, sum hava avbjóðingar hvør á sínum øki. Elsa, tí hon er flutt ímóti sínum vilja til ein nýggjan bý og skal fóta sær í skúlanum og millum javnaldrar, og Elias, tí trupla heimalívið saman við mammuni, yngra beiggjanum og pápanum, sum drekkur, fær hann at gera ymiskt, hann av innasta hjarta helst ikki vil. Tað er telefonin, sum verður stolin frá Elsu fyrsta dagin í nýggja býnum, sum bindur Elsu og Elias saman. Hvussu hon ger tað, kann lesarin finna út av við at lesa bókina. Hon er bólkað at vera í sætta torleikastigi, men hon kann eisini verða lisin av yngri og eldri lesarum.

 

 

   Sjey feskir og spennandi krabbar Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.