Tíðindasavn


07.09.2015 Eitt gott stig á vegnum

- Vit hava bíðað leingi eftir orðblindakanningartilfarinum og fegnast stórliga, nú tað er komið, siga Fríðbjørg Hammer, lærari í Kollafjarðar skúla, og Annika Marr Poulsen, lærari í Skúlanum á Fløtum.

 

Í næstsíðstu viku vóru 70 lærarar á skeiði at læra at nýta nýggja orðblindakanningartilfarið, sum er tillagað til føroyskt og ætlað næmingum í triðja flokki. Allir næmingar í triðja flokki skulu kannast fyri orðblindni, og tað eru millum onnur orðblindalærarar, sum skulu gera kanningarnar. Annika Marr Poulsen er lesivegleiðari og orðblindalærari og Fríðbjørg Hammer er serlærari við lesing og orðblindi sum høvuðsøki.
- Kanningartilfarið er ógvuliga ítøkiligt; tað kannar um ábendingar eru um orðblindni, og tað er rímiliga lætt at staðfesta. Enn hava vit ikki fingið normarnar upp á pláss, tí tilfarið er nýtt, men tað fáa vit, tá ið hetta er farið, og kanningarnar eru gjørdar í tveimum umførum, sigur Fríðbjørg Hammer.

 

Kanningin fer fram á tann hátt, at næmingarnir skulu skriva 25 tvætliorð og onnur orð, sum lærararnir lesa upp fyri teimum. Næmingarnir, sum so ella so víkja frá norminum, tað vil siga tey 10 prosentini, sum skora lægst í kanningini, skulu síðan kannast nærri. Eftir at tiltøk eru sett í verk at hjálpa næminginum, verður hann aftur kannaður eftir eina tíð.

 

Tað eru Mona N. Steintún og Torgunn Poulsen, sum starvast sum audiologopedar á Sernámi, ið hava tillagað tilfarið til føroyskt og staðið fyri skeiðnum av fólkaskúlalærarunum.

 

Mett verður, at umleið 2-7 prosent av einum árgangi eru orðblindir.

   Eitt gott stig á vegnum Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.