Tíðindasavn


02.09.2015 SSP setir nýggj mál og mið

Fyri fjórðu ferð er faldarin Mál og Mið, sum lýsir virksemið hjá SSP, komin út. Talan er hesa ferð um komandi skúlaár, 2015/16.

 

Innihaldið er vorðið enn meira fjøltáttað í mun til undanfarnu árini. Ymsir stovnar og feløg, ið venda sær til børn og ung, fáa eisini innivist í faldaranum.

 

Millum annað verður komið inn á átakið Talgildur trivnaður í skúlunum og tað tilfar, sum verður framleitt til endamálið. Júst hetta økið hevur stóran týdning í virkseminum hjá SSP, so børn og ung læra at fóta sær í einum skjótt broytiligum heimi, har kunningartøknin og avbjóðingarnar á netinum lættliga kunnu seta tey í torførar støður.​

 

Í faldaranum ber eisini til at síggja, hvørja átøk SSP skipar fyri, fyri hvørjum og nær, og somuleiðis at sjeyndi kveikingardagurin hjá SSP verður 6. november. Á skránni er millum annað happing sum fyribrigdi, royndarverkætlanin TÍTT, hvussu vit taka ímóti nýføroyingum, og foreldur og teirra ávirkan á felagslívið, trivnaðin og skúlagongdina hjá børnunum.

 

Faldarin og annað tilfar um SSP er at finna her:
http://www.bvs.fo/Default.aspx:)id=517

 

   SSP setir nýggj mál og mið Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.