Tíðindasavn


10.09.2015 Alsamt fleiri ung farin at snúsa

Sambært Fólkaheilsuráðnum roykja færri og færri ung. Hetta eru 15-16 ára gomul ung. Men líkt er til, at lyndi í menniskjanum er nú einaferð soleiðis, at yvirhøvur valdar trongdin hjá teimum allarflestu til at euforisera seg av onkrum. Her hjá okkum vísir tað seg, at alsamt fleiri – serliga ungir dreingir – eru farnir at snúsa. Um hetta fyribrigdið sigur Pál Weihe, yvirlækni, professari og granskari

 

Í navnloyndari spurnablaðskaning, sum varð gjørd í øllum 9. flokkum í Føroyum á vári 2015, svaraðu 38,2 prosent av 569 næmingunum, at tey høvdu roynt snús. Ein lítl helvt hevði roynt snús seinasta mánaðin. Hetta er sostatt ikki eitt ókent fyribrigdi millum okkara skúlaungdóm.

 

Snús er myrkt tubbak, sum er malið fínt. Munurin á vanligum tubbaki og snúsi er, at vanligt tubbak seta vit eld á og anda so roykin inn, meðan snús bert kemur í samband við slímhinnurnar í munninum (onkur tekur tað eisini í nøsina).

 

Nikotin verður sera lættliga upptikið gjøgnum slímhinnurnar og verður ført við blóðinum til heilan og stimbrar heilan soleiðis, sum nikotin hevði gjørt, um tað varð andað inn gjøgnum lunguni. Í snúsi eru tó hópur av krabbameinselvandi evnum og tí er vandi fyri, at snús kann elva til krabbamein í munninum og kanska aðrastaðni í sodningarlagnum við.

 

Hetta er eitt sindur ivasamt, tí summar kanningar vísa, at tey, sum snúsa, fáa oftari krabbamein í munnin enn onnur, aðrar kanningar vísa ikki hetta. Onkrar kanningar vísa, at krabbamein í brisinum ella búkspýttkertlinum er vanligari hjá teimum, ið nýta snús, enn hjá øðrum. Í hvussu er, mugu vit rokna við, at nøkur av hesum krabbameinselvandi evnunum verða upptikin gjøgnum slímhinnurnar eins og nikotinið verður tað og síðani ført runt í kroppinum. Eisini mugu vit rokna við, at snúsarar svølgja eitt sindur av snússevju, sum so fer oman ígjøgnum sodningarlagið.

 

Í Føroyum hevur verið vanligt at skráa og eisini at snúsa, men tað nýggja er, at nú fæst snús í smáum pakkum, sum kunnu leggjast millum vørr og tenn. Hetta er lættari at fáast við og tí kanska meira freistandi at brúka.

 

Vandin fyri krabbameini, tá snúsað verður, er munandi minni enn, tá roykt verður. Hetta kundi verið ein orsøk til at mælt til at snúsa heldur enn at roykja. Tað vil Fólkaheilsuráðið tó ikki, tí vit halda ikki, at ungdómur eigur at gera seg bundnan av nikotinstimbran og heldur ikki at fáa sær ein vana, har krabbameinselvandi evnir í hópatali koma í tætt samband við kroppin og viðhvørt eisini verða upptikin í kroppin.

 

Fólkaheilsuráðið hevur gjørt nógv átøk millum skúlaungdóm til tess at fáa roykingina at minka, og tað hevur eydnast, tí talið av dagligum roykjarum er minkað meira enn niður í eina helvt seinastu fýra árini. Nú tá 9. floks kanningin hevur víst, at heili 38 prosent hava snúsað, fara vit eisini at mæla frá at snúsa eins og vit hava gjørt við royking, sigur Pál Weihe, yvirlækni og professari

 

TEKSTUR: Sonne Smith

   Alsamt fleiri ung farin at snúsa Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.