Tíðindasavn


03.09.2015 Færri og færri ung roykja

Men í staðin fyri at roykja eru alsamt fleiri ung – serliga dreingir – farnir at snúsa. Í navnloyndari spurnablaðskaning, sum varð gjørd í øllum 9. flokkum í Føroyum í vár, svaraðu 38,2 prosent av 569 næmingunum, at tey høvdu roynt snús. Ein lítil helvt hevði roynt snús seinasta mánaðin. Hetta er sostatt ikki eitt ókent fyribrigdi millum okkara skúlaungdóm

 

So vandi er í hvørjari vælferð. Kortini eru tað góð tíðindi, at tann hættisligasti óvanin av øllum, sigarettroyking, er í støðugari afturgongd, vísir tann seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum. Hetta er støðan í løtuni:

 

Í mars mánaði í ár gjørdi Fólkaheilsuráðið saman við Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu ESPAD-kanningina, sum verður gjørd fjórðahvørt ár í 35 londum í Evropa. Hetta arbeiðið hevur verið gjørt síðan 1995, og allir 15 ára gamlir skúlanæmingar hava svarað einum spurnablaði um royking, rúsdrekka og onnur rúsevni.

 

ESPAD stendur fyri - European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs.

 

Í ritmyndini niðanfyri standa tey seinastu føroysku tølini hjá Fólkaheilsuráðnum og ESPAD

 

 

 

 

Í 2011 roykti næstan fimti hvør næmingur dagliga, 18,7 prosent. Nú er talið minkað meira enn 10 prosent. Dagligir roykjarar í 9. flokki telja í seinastu kanning 8,4 prosent, og tað er ein minking, ið munar.

 

Ólavur Jøkladal, samskipari hjá Fólkaheilsuráðnum, sigur, at Fólkaheilsuráðið fegnast um hesa gongdina.

 

"Vit rokna við, at hetta eisini dregur aðrar aldursbólkar við sær. Rákið rundan um okkum hevur hjálpt okkum. Í 2011 var tað bara í einum øðrum Norðurlandi, at tey royktu verri enn vit, og tað var í Finnlandi. Øll hini lógu munandi niðanfyri okkum."

 

Grundarlagið undir hesi gongdini er bæði rákið, sum er við okkum, og tey mongu átøkini, gjørd verða í skúlunum og millum ungdóm annars – her eru nøkur teirra:

 

Skipað verður hvørt ár fyri teknikapping fyri børn. Ein kapping millum allar skúlar í landinum at vera roykfríur í ein mánað. Arbeitt verður við børnunum, fødd í ár 2000, at tey skulu vera roykfrí. Átakið, Mín besti vinur, fevnir um allar 5.-10. flokkar um landið. Og skipað verður fyri Xhale – skeið fyri ungdómsleiðarar – ráðgevarar hjá ungum.

TEKSTUR: Sonne Smith

 

   Færri og færri ung roykja Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.