Tíðindasavn


04.09.2015 Hvat kom fyrst: eggið ella hønan?

Ein annar spurningur kundi verið: hvat kemur fyrst, trivnaður ella hin góði skúlin?

Nú fyrstu úrslitini frá kanningin “Happing í fólkaskúlanum” eru blivin almannakunngjørd, er nógv ymiskt borið fram um, hvat og hvussu, men enn einaferð verður havt á lofti, at ábyrgdina fyri at steðga happing eiga í “høvuðsheitum lærararnir og foreldrini” (úr grein í Skúlablaðnum 19/05/15). Hetta staðfestir aftur tað, sum so nógvar kanningar í fleiri áratíggju eru komnar til, nevniliga at við góðum foreldrasamstarvi í skúlanum økist trivnaðurin í fleiri liðum, bæði við tað at barnið tímir betur at læra, til at tað fær betri atburð.

Men fleiri kanningar hava víst á, at foreldra- og skúlasamstarvið má vera eitt veruligt samstarv á fleiri økjum og ikki bara forfjónað til, at foreldur hjálpa børnunum við heimasetningi og at halda skil á skúlataskuni, og at foreldraumboðini hjálpa til við kaffi og køkum til felags foreldrafundir - sjálvt um tað ikki skal forsmáast. Samstarv er nakað, sum er tvívegis. Um vit veruliga vilja hava ein góðan skúla, so mugu vit, bæði foreldur, lærarar og ikki minst skúlaleiðslur, ásanna, at samstarvið millum heim og skúla má byggjast víðari, frá tí líki tað er í í dag. Foreldraleikluturin má takast meira í álvara, og skúlin má finna hættir, sum inkludera og møta foreldrunum, har tey eru. 

Hvat tað merkir “at møta og inkludera foreldrum, har tey eru” skal ein onnur grein skrivast um, men trivnaður er sjálvandi nógv meira fjøltáttaður enn bara ein mótpolur til happing, tó so, um øll trívast, so kunnu vit vera samd um, at happingin er undir tamarhaldi. Tí koma vit helst longst við at seta fokus á trivnað í skúlanum sum heild, heldur enn á einstøk tekin um mistrivnað, so sum happing.

Hvat kunnu vit sum foreldur gera fyri at skapa betri trivnað í skúlanum:) Ella við øðrum orðum, hvussu kunnu vit geva okkara íkast til at gera skúlan til tann góða skúlin:) Nógv,ir møguleikar eru men her eru tvey øki at byrja við:

1. Eggja til at skúlin verður meira demokratiskur. 

 - Tað at børnini veruliga føla, at tey hava ávirkan á sín gerandisdag, skapar trivnað. Tað er eisini ásannað við endamálsorðingini í fólkaskúlalógini. Tí mugu vit sum foreldur gera okkara til, at børnini bæði duga, tora og tíma at taka lut í t.d. næmingaráði. Har, sum einki næmingaráð er, mugu vit trýsta eitt sindur, so at skúlin setur gongd á at fáa eitt næmingaráð at virka (t.d. gjøgnum skúlastýri). 

- At vit foreldur taka virknan lut í skúlastýrisarbeiðinum. Tað er bæði okkara demokratiski rættur og ábyrgd. Um vit vísa hesum okkara áhuga, so smittar tað av á børnini og er við til at skapa trivnað.

2. Hjálpa til at felags foreldrafundirnir eru gevandi og verdir at møta upp til.

- Vera við til at seta dagsskránna á felags foreldrafundunum (umvegis floksumboðini)

- Við at møta upp

- Við at siga okkara meining, tá ið tað verður kjakast

- Við at seta okkum inn í viðurskiftini hjá barninum og skúlanum

- Eitt sera hent amboð í hesum sambandi er spælið “Samspæl”. Tað er gjørt júst til hetta endamál. Tað hjálpir til at seta orð á viðurskifti hjá barni og skúla og gevur øllum høvi at koma til orðanna. Tí vilja vit viðmæla, at foreldur og lærarar javnan brúka hetta.

Grein hjá Heimi og skúla í Skúlablað nr 4, 2015

   Hvat kom fyrst: eggið ella hønan? Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.