Tíðindasavn


17.09.2015 Noktar næmingum at ferðast í skúlatíðini

Skúlastjóri í Danmark sigur nei, hvørja ferð ein fyrispurningur kemur um at ferðast í skúlatíðini. Eingin næmingur fær frí at ferðast.

Foreldur skulu raðfesta skúlagongdina hjá børnunum hægri. Tað heldur Jens Bay, sum er skúlastjóri í Højvangskolen í Horsens. Tað kann eitt nú gerast við, at foreldur lata vera við at taka børnini úr skúlanum í skúlaárinum fyri at fara at ferðast.

Skúlin hevur tí orðað 10 foreldraboð, sum hava verið til ummælis hjá foreldrunum at skúlabørnunum.

- Tey 10 boðini skulu ikki fatast sum atfinning, men heldur sum ein álvarsom áheitan til foreldrini, sigur Jens Bay í tíðindaskrivi.

Eitt av boðunum snýr seg um at taka børnini út úr skúlanum fyri at halda feriu við familjuni tíðir á árinum, tá ið ferðaskrivstovur bjóða bíligar ferðir.

- Feriur og frídagar í skúlatíðini hava høga raðfesting á listanum við teimum 10 boðunum, tí foreldrini við at taka børnini úr skúlanum í skúlatíðini fyri at ferðast siga børnunum, at skúlin og harvið læring ikki er so umráðandi, heldur Jens Bay.

Nógv foreldur liva longu upp til tey 10 boðini, men tað eru nøkur, sum ikki liva upp til boðini.

Sjálvsagt útseti eg meg sjálvan við hesum útmeldingum um kvøv og væntanir fyri atfinningum, men tað er eisini endamálið. Mín vón er, at tey 10 boðini fáa foreldur at reagera í mun til, um tey halda, skúlin er nóg góður, sigur Jens Bay.

750 ganga á Højvangskolen.

Kelda: tv2.dk

   Noktar næmingum at ferðast í skúlatíðini Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.