Tíðindasavn


30.10.2015 Stórur tørvur á eftirskúla í Føroyum

Eingin ivi er um, at eftirskúli í Føroyum fyllir eitt tómrúm í føroyskum skúlahøpi

 

Ein sannroynd er, at nógvir føroyskar skúlaungdómar tíma ikki at ganga í 10. flokki, og at nógvir næmingar, sum byrja í 10. flokki, gevast í skúlaárinum.
 

Hesir ungdómar, nógvir teirra í hvussu er, kenna seg ikki tryggar við at fara av landinum í eftirskúla, og tí er føroyski eftirskúlin skraddaraseymaður til slíkar næmingar. Alternativið er mangan tómgongd og ein óvirkin gerandisdagur hjá bæði gentum og dreingjum, men serliga dreingjum, sum hava havt lyndi til at dragna afturúr, stendur í nýggjasta álitinum um eftirskúla.

 

Í álitinum verður dentur lagdur á, at eftirskúlin skal bjóða eina alternativa undirvísing, sum vanligi fólkaskúlin ikki hevur. Eftirskúlanevndin staðfestir, at ovur stórur tørvur er á einum skúla, sum á einum skapandi, kreativum grundvølli lærir næmingarnar at virðismeta egnar dygdir og kveikir forvitni eftir vitan og kunnleika.
 

Næmingarnir eru í einum aldri, har búningin av álvara fer fram og við kreativum fakútboðum fær næmingurin høvi til at fáast við slíkt, sum veruliga hevur persónligan áhuga, tað veri seg tónleikur, drama, filmsgerð, ítróttur, list, handverk og so framvegis.

 

Lagt verður upp til, at lestraríbúðir verða bygdar á økinum.
- Samanbygdu lestraríbúðirnar og skúlin seta stór krøv til bæði næmingar og lærarar, men er eisini eitt spennandi umhvørvi hjá báðum pørtum, verður sagt í álitinum.

 

Ikki færri enn trý álit eru skrivað um at skipa eftirskúla í Føroyum. Tað seinasta varð handað landsstýrismanninum við skúlamálum í mars í ár. Hetta seinasta álitið staðfestir eisini eftirskúlan í Suðuroy, men hesaferð á Drelnesi við Saltsilona. Í arbeiðsbólkinum, sum hevur orðað álitið, sita umboð fyri Kommunufelagið, Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagið og stigtakarunum. Formaður í bólkinum hevur verið Ólavur Rasmussen.

   Stórur tørvur á eftirskúla í Føroyum Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.