Tíðindi

Tíðin til flokslæraran eigur at verða tvífaldað

Flokslærarar á øllum floksstigum hava ov lítla tíð til uppgávuna at vera flokslærari. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

03.05.2021

Fyri nøkrum árum síðan eydnaðist tað Lærarafelagnum at samráða seg til, at flokslærarin í fyrsta flokki fær ein tíma meiri um vikuna til sítt arbeiði; hann fær 4 tímar pr. næming pr. ár. Hevur tú 20 næmingar, hevur tú 80 tímar um árið til at vera um næmingin og flokkin og alt annað samskiftið, sum er um flokkin.

- Hetta eru bara tveir tímar um vikuna, og tað er alt ov lítið. Avleiðingin er, at flokslærarin mangan arbeiðir væl meiri enn tað, hann fær tíð til, og tað er ikki rímiligt. Eru trupulleikar í flokkinum, kann hann ikki bara skúgva tað frá sær, tí lærarar ynskja fyri sín flokk, at trivnaðurin er góður.

Arbeiðssetningurin hjá flokslæraranum røkkur víða, er ógvuliga samansettur og krevur nógv av læraranum. Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at lærarin í síni útbúgving eigur at verða skúlaður í fjøltáttaðu uppgávuni at vera flokslærari.

- Grundleggjandi førleikin hjá einum flokslærara er førleikin at skapa samband við hvønn einstakan næming, í grundini at skapa góðar relatiónir, ikki bara við einstaka næmingin men eisini næmingar sínámillum. Flokslærarin skal eisini skapa góðar relatiónir við foreldrini, tí tann góða skúlagongdin treytar, at foreldrini eru við. Alt samskifti, tað veri seg tað dagliga, og tá ið foreldrafundir eru, er undirstøðukervið undir tí. Eisini at skapa samband millum foreldrini at næmingunum í einum flokki; tað kann hava stóra ávirkan á, hvussu væl ein flokkur er samansjóðaður og trívist. Sumt lærir lærarin, meðan hann lesur til lærara; annað lærir hann so at siga í at virka sum lærari, tí útbúgvingin kann ikki leggja upp fyri øllum; tað rúmast rætt og slætt ikki í útbúgvingini. Grundleggjandi læraraførleikar eru týdningarmiklir, men teir mugu alla tíðina hvessast. Allir lærarar vita, at fyrsta árið sum lærari er strævið og trupult; tað er sera nógv, sum hann møtir fyri fyrstu ferð, nógv hann skal at læra, og bara tað í sjálvum sær er meiri enn nóg mikið. Tí er tað ikki heppið, at nýútbúnir lærarar verða settir sum flokslærarar; sama hvussu dugnaligir, teir eru.

Arbeiðsbyrðan hjá lærarum er økt munandi síðstu árini, tí samanborið við fyri fáum árum síðan undirvísir lærarin í dag væl meiri; hann fær samstundis minni tíð í síni virksemisætlan til ráðlegging, fundarvirksemi og annað, hóast hesin parturin í roynd og veru er vaksin. Økta arbeiðsbyrðan kann elva til strongd, vísir Jacob Eli S. Olsen á.

- Hyggja vit at, hvørjir lærarar javnt og samt eru undir stórum trýsti, so eru tað flokslærarar. Teir hava alla tíðina í huga, at hvør einstakur næmingur skal trívast, og at flokkurin skal trívast sum felagsskapur. Flokslærararnir møta ymsum avbjóðingum, alt eftir hvar teir undirvísa. Flokslærarin í fyrsta flokki skal fáa ein hóp av lítlum børnum, sum koma úr ymsum barnagørðum, at trívast, meðan flokslærarin í áttanda flokki kann fáa ein hóp av ungum næmingum, sum koma úr ymsum skúlum, at støðast og verða samansjóðaðir. Báðir hava teir eina stóra uppgávu. Sum lærari mást tú alla tíðina førleikamenna teg, dagføra vitanina og seta teg inn í nýggj viðurskifti. At vera flokslærari kundi verið eitt øki, har lærarar fáa førleikamenning í við eitt nú ískoytisútbúgving. Tað kundi eisini verið skeið. Vit mugu geva flokslærarum røttu umstøðurnar, so at eisini hann trívist í uppgávuni. Flokslærarin má hava røttu umstøðurnar, so at hann hevur eitt yvirskot, tí “tú kanst ikki býta út av einum undirskoti”.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2021.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.